veruliga talvfrálæru, er hann sannførdur um, at tað ikki var fyrr enn tá, at hann fekk ta fatanina av talvi, sum skal til, fyri at gerast ein góður telvari. - Eg var so heppin at fáa frálæru frá Predrag Nikolic [...] telvarnir hava verið hesar dagarnar. Ikki minst tá hann hugsar um, at tey hava verið í skúla allan dagin, tá frálæran í talvi er byrjað. Allíkavæl hava so gott sum øll verið við 2-3 tímar hvørt kvøld alla vikuna [...] uppgávurnar kunnu tey altíð halda fram við sjálvi heima, tá ongin lærari er at hjálpa, sigur Heini, sum ikki ivast í, at summi av hesum ungu væl kunnu gerast sterkir telvarar, um tey veruliga leggja orku í tað
sera motiverað at fremja eitt megnar avrik og geva slovenum mótstøðu - hóast vit eru á útivølli. So mugu vit so síggja hvussu langt tað ber, sigur Pætur S. Clementsen, landsliðsvenjari hjá Føroyum við heimasíðuna [...] landsliðsvenjarin vísir á, at kvinnurnar hava havt regluligar venjingar fram til síðsta dystin í undankappingini. - Hetta hevur verið um eitt langt fótbóltsár fyri kvinnurnar. Síðani heimliga kappingin endaði [...] tríggjar til fýra ferðir um vikuna, fyrst sum fyrireiking til dystin móti Týskland 24. oktober, og síðani til dystin móti Slovenia 24. november. - Uppmøtingin hevur verið góð, so tær hava uttan iva viðlíkahildið
geva ráðgeving og vegleiðing um, hvussu hetta so líðandi kann gerast ein lønandi vinna. Aðrastaðni verður roknað við, at ein fær 1,5 kilo av jarðberum av hvørjum fermetri um árið. Og roknar ein samstundis [...] Plastikkið verður spent yvir um várið og tikið av aftur um heystið, samstundis sum lunnar verða lagdir undir eina veruliga framleiðslu av bæði jarðberum og hindberum. - Um hetta fer at bera til, kundu [...] bera til. Nøkta tørvin Tey, ið koyra fram við elverkinum á Sundi hava helst varnast pastikk-tunnilin við einum bogaðum hválvi uttan mønu. Húsini verða ikki upphitaði, so tað eru bert sólin og lívdin, sum
hann sigur seg ongantíð vera nøgdan við eitt tap, so kundi hann ikki seta fingurin á so nógv. - Tað betra liðið vann. Tað kunnu vit skjótt blíva samdir um. Teir vóru sannførandi. Vit eru væl við teir fyrstu [...] sindur ótryggir har afturi, men so seta teir seg á dystin. Vit síggja, at teir eru dugnaligir fótbóltsspælarar, segði Lars Olsen. - Eg haldi tó ikki, at teir koma fram til teir heilt stóru møguleikarnar [...] ar. Tað vóru nakrir 50/50-bóltar, og so liggur bólturin í málinum, helt hann fram. Sveis var ógvuliga sannførandi allastaðni á vøllinum, og tað var ikki fyrr enn heilt seint í dystinum, at Føroyar fingu
við Jústinus Leivsson Eidesgaard leggur hann aftrat, at tá ræður um konufólk, so bíðaði hann ov leingi, sum hann sjálvur tekur til. So, tað bleiv einki við konufólki, leggur hann aftrat. [...] slett ikki so stutt at ganga hjá einum smádrongi. Eitt korter hvønn vegin, og fetini eru fleiri hjá børnum enn vaksnum. Sum smádrongur var eg við vaksnum og síðan eg fylti tíggju, havi eg verið so at siga [...] teori um tónleik. Síðan kom Oluf Ring upp í leikin, og Jangrim fór tá at spæla eftir kursusinum hjá honum. Tað var skjótt at allar fýra stemmurnar vóru við. - Orgulspæl hongur ikki saman fyri meg, um ikki
Tí hvat hendir, um løgmaður nú fær eina breiða semju um eina skilagóða loysn á viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark? Hvat skal tjóðveldi so gera? Flokkurin sum áhaldandi tosar um tjóðarsemjur, men [...] at vera taktiskur. At tryggja, at so nógvir stuðlar hjá løgmanni renna skríggjandi burtur sum møguligt, so einki spyrst burturúr. Hvat er so til ráða at taka? Jú, so er at rósa løgmanni. Tí síggjast t [...] helvtina av Føroya Fólki. So fær løgmaður einki burturúr, og tjóðveldi kann so halda fram á síni oyðimarkargongd nógv valskeið inn í framtíðina. Meinti tjóðveldi nakað við sítt kæti um, at løgmaður hevur víst
fingið okkara mat á heimskortið! Tað er so ómetaliga stórsligið, at KOKS nú hevur tvær Michelin stjørnur. Tað er kul at búgva í Føroyum Víðari tosaði Annika Olsen um menningina í Føroyum, sum gongur við rúkandi [...] tú mást gera. Tað er vorðið kul at búgva í Føroyum. Ja, nú eru Føroyar so forkunnugar, at altjóða miðlar eru púra burtur í søguni um, at Føroyar steingja fyri ferðafólkum eitt vikuskifti í apríl. - Hvør [...] tiltakið. Hon legði dent á, at íverksetan er ein umráðandi partur av tí støðugu nýskapan, sum fer fram í føroyska vinnulívinum. Hon tók m.a. støði í Claus Meyer og Koks: - Serliga maturin – nýggi norðurlendski
stóran týdning fyri kommuna, at so mong fólk fáa høvi at savnast til hugna og veitslulag í bygdini. Sjálv hevur hon øll árini sæð fram til festivalin, tí hetta er eitt so fantastiskt tiltak. Sum borgarstjóri [...] landinum, og afturmeldingarnar eru so mikið góðar á hvørjum ári, at tiltakið - ár eftir ár – er fullteknað. Borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Eyð Ellingsgaard, er bæði fegin um og errin av, at tey eiga eldsálir [...] sum ár um ár skipa fyri countryfestivalinum, sum er eitt fantastiskt tiltak, ið rættiliga setir Sørvág í fokus. Men, hetta er ikki minst eitt tiltak, sum krevur stóra fyrireiking og nógva orku. - So skjótt
Nónfjall. Men kann tað so hugsast, at tit fara at sigla onkra aðrastaðni frá, t. d. av Gomlurætt? - Nei, tað verður tað neyvan heldur, tí tann farleiðin verður alt ov long. Um so var, at eitt nú Sam skuldi [...] ferðafólk, sum skuldu um Sundið, men tey fingu so ikki bilarnar yvirum. Hjá vinnulívinum í Vágum er hetta ein dyggur smeitur. Trupult er sum er at koma um Sundið av tí at tað ofta er bíðitíð, men nú ber av [...] siglt av Gomlurætt til Oyragjógv, so kemur tað at taka upp í móti tveimum tímum. Reidar Nónfjall sigur tó at enda, at hann vónar at Vinnumálastýri skjótt finnur fram til eina loysn, tí tað ber ikki til
soleiðis taka hond um mentanina. Bjóðar av... - Í dag verður nógv tosað um altjóðagerð og tær broytingar, sum hetta hevur við sær við tað, at heimurin gerst minni og minni, og alt kemur so tætt at okkum. Tey [...] biðin um at seta mentanarvikuna, sum verður fyriskipað í kommununi í sambandi við, at altjóða vinnustevnan, Faroexpo, er í Runavík 24.-26. oktober. - Sum landsstýrismaður í mentamálum fegnist eg um, at ljós [...] gjørt uttan fyri høvuðsstaðarøkið. Hann vísti á, at tað mangan verður borið fram, at alt ov fá mentanarlig tiltøk finna vegin út um bøgarðarnar í høvuðsstaðnum. - Við teimum karmum, sum eru á mentanarøkinum