spælt, og tá vann TB 7-1 í Havn móti HB. Sum vanligt fingu tvørámenn eitt avrit av dómaraseðlinum við sær, og Ronni Midjord, sum er liðleiðari hjá liðnum, tók sær av hesum seðlinum. Eg stakk seðilin í lumman [...] bað tí FSF um eitt avrit av dómaraseðlanum, og tá sá eg beinanvegin, at har var okkurt galið. Ein av okkara spælarunum, sum ikki hevði fingið nakað kort, stóð fyri eitt kort, sum vildi føra við sær leikbann [...] um felagið skal boykotta dystin móti FS Vágum ella ikki. Alt kemst av, at TB1arin Eyðun »Gullok« Svalbard er raktur av leikbanni, sum hann í roynd og veru ikki eigur. 27. september var seinasta umfar í
møguleiki hjá nøkrum at gera at gera sáttmála um nakað, sum er umfata av sáttmálaøkinum Formaðurin í Føroya meistarafelagnum sigur, at allir partar eru bundnir av sáttmálanum, tí meistarafelagið í Havn er limur [...] - og øvugt. ? Vit eru eisini limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum eisini er bundið av sáttmálanum. ? Vit hava gjørt ein sáttmála, sum er bindandi fyri allar limir í Føroya Handverksmeistarafelag. ? Tí [...] óhugsandi enn at onki hendir. Men hvat nú um tað óhugsandi skuldi hent? ? Verkfall skulu vit hava sum minst av. Men tað er greitt, at vit kunnu heldur ikki góðtaka alt. At hótta við verkfallið fært tú meg
keyptu 52 tons av upsa á uppboði í Skotlandi og førdi hann til Klaksvíkar at arbeiða á Kósavirkinum. Tað var seint sunnukvøldið, at farmaskipið North Star kom á Klaksvíkina við fiskinum, sum var keypt á uppboði [...] fáast í rættlag. Johan Páll Joensen sigur, at gongst sum ætlað, fáa teir eina last afturat longu mánadagin. Hann sigur, at úrtøkan var ikki fult so góð, sum roknað varð við. Men ymiskt annað var eisini. Sjálv [...] hvussu hevði gingist. Og tað er nú han svarar: Báði og. ? Tað gekk ikki gott, tí vit høvdu undirskot av hesum, hóast ikki er endaliga uppgjørt enn. Men tað gekk kortini væl, tí trupulleikarnir er ikki størri
framvegis er av tí áskoðan, at fleiri av spælarunum ikki eru í nóg góðari venjing. Og Jens Martin Knudsen er ikki í iva um, at støðan er betri nú, enn hon var fyri einum góðum ári síðani: Sum heild hava [...] Rasmussen, sum undan ferðini til Slovakia 23. oktobur í fjør boðaði frá, at hann ikki longur var tøkur á landsliðnum. Hann vildi ikki siga hví, men hann vildi siga, at hann helt, at spælarar, sum ikki í minsta [...] uppiborið á landsliðnum, og hann vísti samstundis á, at tað vóru teir, sum hava spælt millum 20 og 30 ferðir á landsliðnum, og sum framvegis ikki hava skilt, at tað er neyðugt at venja so nógv. Fyritreytirnar
dagin var veðrið av tí allarbesta, báði norður og suður-og í Havn skein sólin oman og niðan. Millum tey, sum høvdu ein góðan dag í Havn, vóru skúlabørnini í Sandvík, og 5. flokkur í Hvalba, sum vóru í ferðalag [...] verið útferð í Havn á sjónleikinum, Oliver Twist, sum er gáva frá Grímu til Føroya børn, nú leikbólkurin fyllir 20 ár. Seinasta mikudag skuldu ein repil av børnum úr Suðuroy fara við Smyrli til Havnar at [...] at hyggja eftir leikinum, men vónbrotið var stórt tá ið ferðin varð avlýst av tí at veðurtíðindini vóru so út av lagi vánalig, at tað var hildið óðamannaverk at halda á Suðuroyarfjørð við óvitum. Men so
vóru spaniumenn sera ágangandi fyrstu løtuna. Teir fingu hol á, tá korter var farið, og so kom tað sum pøs av køldum vatni í høvdið á teimum, tá Malta javnaði til 1-1 í einasta álopinum, teir høvdu allar 90 [...] Sjálvsagt er tað møguleiki fyri, at gongdin verður tann sama í kvøld, sum hon var, tá Malta var í Sevilla. Men tað er lítið, sum bendir á tað, tí fyritreytirnar eru so nógv øðrvísi hjá Spania hesa ferð [...] n hjá Spania spældur í fótbóltsháborgini hjá teimum, sum er har suðuri í landinum í Sevilla. Hesa ferð hava teir valt at leggja dystin í Gijón, sum er heilt norður ímóti Biskaia víkini, og tað ber boð
ikki verið av leið hjá venjaranum at seta spælaran, sum júst er farin til Esbjerg at spæla, inn á miðvøllin í kvøld. Kanska verður hetta av summum mett sum luksus, tá mótstøðan er so stór, sum hon verður [...] hvør einstakur, sum verður sendur á vøllin, fer at megna at spæla alt tað, sum hann er mentur. Venjarin størstan áhuga Tá føroyska landsliðið er uttanfyri landoddarnar hevur tað mest sum hvørja ferð víst [...] seldi Allan Simonsen komst ikki av, at hann ikki var nóg góður spælari, men tað komst bara av, at formaðurin í felagnum so ógvuliga fegin vildi hava fatur á Maradona, sum hevði spælt so væl í HM kappingini
avleiðingarnar fara at standast av, verður íløgustuðulin tikin av, og onki sett ístaðin. Brævið er eisini sent bý- og bygdaráðsformonnunum í teimum bygdum í Suðuroy, sum varða av hesum trolarum í vónini um [...] minni! So álvarligar, verða avleiðingarnar, verður íløgustuðulin tikin av í mars komandi ár, siga reiðararnir á teimum 10 trolarunum, sum at kalla bara avreiða í Suðruoynni Ætlanin er at íløgustuðulin til [...] Suðringi, Phoenix, Rankanum, Bresta og Mýlingi. Løgtingsmenninir, sum hava fingið post frá trolarareiðarunum eru Jákup Joensen, sum er einasti samgongutingmaður, Jákup Olsen, Ingeborg Vinther, Henrik
landsstýrismaðurin ikki, so nú skal toppurin skerast av hjá teimum, ið hava upparbeitt eina eftirløn, tí honum vantar 12 mill. kr. her og nú, 12 mill., sum fyri at brúka hansara egnu orð, skulu nýtast til [...] nýíløgur, hóast fleiri av strandfaraskipunum eru niðurslitin. Hvat ætlar landsstýrismaðurin í samferðslumálum at gera á hesum øki, hvørjar ætlanir fyriliggja? Tá okur koma til tað sum eitur játtan til fe [...] Studenta og HF-skeið (lógarjáttan) 3 mill. kr. til kanningararbeiði, projektering og keyp av grundøki til bygging av nýggjum Studentaskúla. Er tað rætt ? nú at fara og játta pening til nýggjar íløgur til
nú. Vit hava eygu og oyru opin og er tað eitt felag, sum hevur somu strategi og ætlanir sum vit og sum kann koma við nøkrum ítøkiligum íkasti, sum kann gagna bólkinum, so eru vit opnir fyri tí. Sær lovandi [...] tilfarinum, sum Western hevur skotið við Føroyar. Harumframt hava teir ognað sær rúgvu av øðrum tilfari so sum geomagnetiskum, geokemiskum oø. kanningum. Phillips hevur við hesum bygt upp ein databasa, sum goymir [...] ni um úrslitið av kanningararbeiðinum hjá felagnum. Fundur var við umboð fyri oljuumsitingina og Jarðfrøðissavnið allan hósdagin. Tvey av Phillipsfólkunum hava verið á fundi í GEM, sum hevur hildið seminar