Handverkararnir í Havn frá ikki nýggjar samráðingar um sáttmála við meistararnar.
Í gjár gjørdi formaður í Føroya Handverksmeistarafelag, Vilhelm M. Johannesen greitt, at meistararnir fara at halda seg til sáttmálan, sum er gjørdur.
?Vit hava gjørt ein fýra ára sáttmála við Føroya Handverkarafelag, og tað fara vit at halda okkum til. ? So skulu broytingar gerast, verða tær at bíða til 2001.
Tað er heilt avgjørt ongin møguleiki hjá nøkrum at gera at gera sáttmála um nakað, sum er umfata av sáttmálaøkinum
Formaðurin í Føroya meistarafelagnum sigur, at allir partar eru bundnir av
sáttmálanum, tí meistarafelagið í Havn er limur í Føroya Handverksmeistarafelag og handverkarafelagið í Havn er limur í Føroya handverkarafelag.
Vilhelm M. Johannesen leggur afturat, at partarnir hava ein ekslusivan sáttmála, sum sigur, at limir í Havnar Handverkarafelag pliktar limum sínum einans at arbeiða hjá limum í Havnar Handverksmeistarafelag, ið er undirlagt Føroya Handverksmeistarafelag - og øvugt.
? Vit eru eisini limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum eisini er bundið av sáttmálanum.
? Vit hava gjørt ein sáttmála, sum er bindandi fyri allar limir í Føroya Handverksmeistarafelag.
? Tí er tað mest sannlíkt, at ein nýggjur sáttmáli verður ikki umrøddur aftur fyrrenn í 2001.
Tað er ongin annar máti.
Og ikki fyrr?
? Eg eri blivin ov gamal til at trúgva uppá at undur henda.
Okkurt hendir
Eyðfinn Petersen, formaður í havnar Handverkarafelag hevur ikki so nógvar viðmerkingar til meistaraformannin.
Men hann ivast framvegis ikki í, at okkurt fer at henda.
? Eg eri ógvuliga vísur í, at vit finna eina loysn saman við meistarunum. Vilji ner heilt avgjørt til staðar hjá báðum pørtum, tí ongin meistari vil skaða handverksvinnuna, ella arbeiðsfólki.
? So kunnu vit doypa barnið samráðingar, avtalu, semju, ella okkurt heilt annað. Eitt ella annað koma vit ásamt um.
Eyðfinn Petersen sigur, at teir fundir, sum hava verið ímillum meistarar og handverkarar hava týðiliga víst, hvussu góður viljin er at lyfta handverkið uppeftir, og at vit vilja ger alt í okkara makt fyri at bøta um viðurskiftini.
Men hava tit gjørt tykkum greitt, hvat tit gera um onki hendir?
? Eg trúgvi onki uppá, at onki hendir. Tú fært meg ikki at siga, at vit fara í verkfall. tað er nógv meiri óhugsandi enn at onki hendir.
Men hvat nú um tað óhugsandi skuldi hent?
? Verkfall skulu vit hava sum minst av. Men tað er greitt, at vit kunnu heldur ikki góðtaka alt. At hótta við verkfallið fært tú meg ikki, tí eg meti at tað er óhugsandi at málið ikki er loyst áðrenn tað kann koma so langt, at tað verður ein møguleiki.
Tað, Havnar Handverkarafelag er serliga misnøgt við, er, at tað eina prosentið, sum skal í eftirlønargrunnin verður sett í ein felagsgrunn, og at Føroya Handverkarafelag og meistararnir skulu gera reglugerð fyri hann, sigur formaðurin.