Í mai mánaði vitjaði grønlendska landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, Vivian Motzfeldt, í París og bjóðaði í hesum sambandi fronsku stjórnini á vitjan í Grønlandi.
Millum annað var Vivian Motzfeldt í Fraklandi fyri at takka fyri stuðulin frá landinum undir stóra trýstinum frá amerikanska forsetanum Donald Trump afturi við ársbyrjan. Her varð millum annað sagt úr Fraklandi, at landið var til reiðar at senda hermenn til Grønlands, um danska kongaríkið bað um tað fyri at standa ímóti trýstinum frá Donald Trump.
Nú frættist, at boðini hjá Motzfeldt hava fingið positivt svar, og franski forsetin, Emmanuel Macron, vitjar í Grønlandi í summar.
- Eg kann staðfesta, at franska stjórnin hevur tikið sera væl ímóti innbjóðing okkara, sigur Vivian Motzfeldt við Sermitsiaq.
Blaðið hevur roynt at fingið meira nágreiniliga kunning um komandi vitjanina hjá Emmanuel Macron. Men enn hevur tað ikki eydnast blaðnum.
Dentur verður eisini lagdur á, at ein møgulig vitjan framvegis er í planleggingarfasuni, og ein embætisferð kann tí framvegis avlýsast ella útsetast.