Sum vanligt, endar liðkappingin í talvi við einum ordans endabresti, tá øll talvini í øllum deildum verða telvað á einum og sama stað, sum hesa ferð er fimleikarhøllin í Klaksvík. Byrjað verður leygarmorgunin [...] byrjast kann stundisliga. Serliga í 1. deild er ein teoretiskur møguleiki fyri, at endin kann gerast spennandi, hóast ásannast má, at Sandavágur liggur so mikið væl fyri, at tað skal vilja sera illa til [...] umdystur til fyri at finna endaliga vinnaran, og tá telva liðini fyrst ein dyst við kviktalvi. Stendur framvegis á jøvnum verður enn ein dystur, men hesa ferð við snartalvi, og nú verður hildið á at telva
At fólk, sum selja hassj og narkotika, er púra óálítandi, mátti ein maður sanna í Føroya Rætti í gjár. Hann hevði roykt hassj at kalla dagliga, men helt, at tað var ov nógv at betala 200 krónur fyri grammið [...] grammið, sum er prísurin í Føroyum. Tí hevði hann bílagt sær 160 gramm úr Danmark fyri ein brotpart av tí prísinum. Men tá ið hann fór á posthúsið eftir pakkanum, vóru bara 95 gramm í. Hann hevði betalt [...] varð líka logisk, sum hon var greið, tí maðurin dugdi ikki at síggja endamálið í at keypa hassj í Føroyum fyri 200 krónur fyri grammið, tá ið hann kundi fáa tað í Danmark fyri ein brotpart av tí. Men
tí ein ikki setti upp, hvat ein nýggj fólkaskúlalóg kom at kosta. ? Síðani vartaði ein upp við einum tali, sum eg vísti á fór ikki at halda. Tíverri fekk eg rætt í hesum, sigur Signar á Brúnni, sum viðgongur [...] aráðharra, um viðurskiftini. Verkfallið kann ikki halda fram og eg eri samdur við skúlastjórunum, sum vilja hava enda á arbeiðssteðginum, tí hann er so niðurbrótandi fyri skúlan. Vit hava tikið samstarv [...] órímiligt av Lærarafelagnum at koma við einum kravi til sín og hann sigur seg ikki heilt vita, hvat liggur í hesum. ? Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag mugu vísa vilja og gera sítt til, at fáa samr
, ið leggur upp til ein felagsskap Føroyar og Danmarkar ímillum. Hetta gevur ábendingar um, at talan ikki longur er um beinleiðis loysing frá Danmark, men um eina loysn, ið liggur onkustaðni ímillum verandi [...] pleggið liðugt orðað og málið fer í uttanlandsnevndina, har viðgerðin byrjar týsdagin, gongst alt sum ætlað. Landsstýrið skal í dag hava fund við Miðflokkin og samgongulimirnar í uttanlandsnevndini um [...] og Javnaðarflokkin. Hetta, verður sambært Høgna Hoydal, gjørt fyri at enda politisku prosessina á ein góðan hátt. Semja ávegis Greiðar ábendingar hava seinastu tíðina verið um, at nú er farið at nærkast
spæla tveir dystir, ein í dag og ein í morgin. Í dag spælir Stjørnan móti StÍF í Klaksvík, og tað er samstundis einasti dystur hjá kvinnunum í dag. Hinir tríggir verða allir í morgin. Eins og dysturin millum [...] Stjørnuna, sum hava 9 stig í part. VÍF, sum spældi í 2. deild í fjør, hevur her møguleika at leggja seg á odda í 1. deild, og tað má sigast at vera væl klárað. Í løtuni er tað kvinnuhondbólturin, sum trívist [...] eyka. Neistin spældi ein góðan dyst móti VÍF mikukvøldið, men hóast VB liggur longri niðri á stigatalvuni, er ikki víst, at dysturin í morgin verður so nógv lættari hjá Neistakvinnum, sum mugu vinna fyri at
heim, skuldu tey út á flogvøllin, sum liggur nakað væl uttanfyri London. - Vit vóru líkasum noydd at fara í tokið, tí vit skuldu út á flogvøllin í Stansted, sum liggur eitt sindur uttanfyri býin. Vit fingu [...] dagurin, sum seint fer í gloymibókina í morgin er eitt ára dagurin eftir bumbuatsóknirnar í London. Hann var staddur nærhendis ta einu undirgrundarstøðina, har ein bumba brast. Hann greiðir frá, at ein slík [...] aftur, eftir sum at trygdin nú av álvara var í hásæti. So vit fóru. - Men eg fari at minnist hendan dagin. Tað er so, tá ið nakað líknandi hendir. Ein minnist, hvar mann sjálvur var, tá ið ein stórhending
eru ávís skip, sum landa fast. Sum dømi nevnir hann, at hann veit um skip, sum hevur landað fastan dag í viku alt seinasta heyst og allan vetur. Hinvegin ger Fiskamarknaðurin, at aðrir, sum keypa fisk, noyðast [...] tað var rætt at fara undir ein nýggjan vetur við henni. Nú hendan umvælingin er liðug, eru bara kømurini eftir at gera av nýggjum. So er skipið sum nýtt. Tá verður tað sum við troyggjuni, maðurin kom [...] Hesi línuskipini, sum nú eru í føroyska flotanum, verða helst tey seinastu yvirhøvur, heldur ein línuskipari. Rólant Poulsen, skipari á Morgunstjørnuni, sigur, at tað er ikki svartskygni, tá hann sigur
Kutupalong, liggur í býnum Cox Bazar. Legan kom, tá Rohingya-fólkini noyddust at flýggja úr Myanmar, sum liggur uppat Bangladesh. Tá flóttafólkini komu til Bangladesh, var neyðugt at beina ein skóg burtur [...] at seta vitjanarvinir saman við teimum sum ynskja vitjan. Stúra fyri veðurlagsbroytingunum - Ein bólkur verður settur saman við sjálvbodnum í danska Reyða Krossi sum sleppur avstað, og man følir seg øgiliga [...] við. Í Føroyum vóru tað fleiri sum søktu. Hanna Olsen var í Bangladesh í seks dagar, og skráin var rúgvismikil. Hon vitjaði tvey støð. Fyrsta staðið var ein lítil bygd, sum kallast Dhara. Bygdin er meint
Lítla landið Fønikia, sum lá, har Libanon liggur í dag, var longu 1000 ár fyri okkara tíðarrokning ein av heimsins miðdeplum. Hetta var ikki tí, at landið var stórt, men har var ein virkin sjóvinna og tí [...] sett á stovn í 1992, og tá varð hon ætlað sum ein fyribyrgjandi skipan, so føroysk farmaskip ikki skuldu fara undir fremmand fløgg. - Skipanin varð tó gjørd sum ein opin skipan, har útlendsk reiðarí eisini [...] hesi ráðstevnu er júst at gera vart við, at her liggur lendið, sum bíðar eftir, at hakin verður meira dúgliga brúktur, Hann vísti á, at millum møguleikar, sum peikað hevur verið á, er eitt nú KT-vinna, f
Tað einasta, sum hetta hevur ført við sær er, at verkætlanin gjørdist kastibløka í einum politiskum maktspæli. Tað er nógv, sum bendir á, at fjálturin á fíggjarmarknaðinum hevur verið ein av orsøkunum [...] og harvið fyrsta inntøkan rennur í kassan. Tað er ongin, sum er meiri vónbrotin enn undirritaða, at tað ikki eydnaðist privata felagnum at fáa ein sáttmála í lag, soleiðis at Skálafjarðartunnilin kundi gerast [...] bakka. Tað er nógv, sum bendir á, at man politiskt lá sjóvarfallið av sær, tí hevði politiska skipanin tikið neyðug stig í 2007, tá ið ætlanirnar á fyrsta sinni stungu seg upp um ein privatan tunnil undir