Tað verður nógvur áhugaverdur hondbóltur um vikuskiftið, ikki minst í Havnini, har heilir tríggir toppdystir verða í dag og í morgin ? tveir hjá monnum og ein hjá kvinnum.
Í dag spæla H71 og StÍF fyri aðru ferð innan tríggjar dagar. Mikukvøldið vunnu strandingar 35-28 í steypakappingini, men í dag er tað landskappingin og stig, tað ræður um.
Í løtuni er H71 fremst í deildini við 11 stigum og við betri málmuni enn Kyndil og Neistin, sum hava sama stigatal. StÍF er nummar fýra, men bert eitt stig aftanfyri H71. Við øðrum orðum kann StÍF við einum sigri fara frá fjórða plássi heilt upp á ovastu rók ? enn eitt av óteljandi dømunum um, hvussu jøvn kappingin er.
H71 kann hinvegin fara tvey stig framum hini bæði oddaliðini, um teir vinna í morgin, og teir vilja ivaleyst eisini fáa hevnd fyri ósigurin mikukvøldið. Tá mansvardu teir Artur Johansen frá byrjan av og meginpartin av dystinum, men tað gav gott pláss til hinar StÍF-ararnar, so áhugavert verður at síggja, um H71 fer at halda fast við sama taktikkin, ella um teir fara at broyta hann.
Í morgin verður tann sonevndi klassikarin í føroyskum manshondbólti, tá Kyndil og VÍF tørna saman í Havn.
VÍF hevur tapt fýra teir seinastu landskappingardystirnar, og um tað ikki skjótt kemur vend í, megna vestmenningar neyvan at verja sítt føroyameistaraheiti. Enn hevur VÍF kortini onga orsøk til at missa mótið, tí teir hava tjúgu stig eftir at spæla um, og í løtuni eru teir bert trý stig frá fremsta plássinum.
Kyndil er millum tey trý ovastu liðini og hevur spælt ein dyst færri enn H71 og Neistin. Teir vunnu grundspælið og vunnu eisini fyrsta dystin í endaspælinum, móti Tjaldrinum fyri eini góðari viku síðani. Við einum sigri í morgin kunnu teir styrkja væl um sína støðu og koma fimm stig framum arvafíggindarnar úr VÍF.
Toppdystur hjá kvinnunum
Meðan tað bert eru tveir dystir í kappingini hjá monnunum hesaferð, skulu øll tey sjey kvinnuliðini á vøllin um vikuskiftið. Stjørnan hevur harðastu skránna, tí tær spæla tveir dystir, ein í dag og ein í morgin.
Í dag spælir Stjørnan móti StÍF í Klaksvík, og tað er samstundis einasti dystur hjá kvinnunum í dag. Hinir tríggir verða allir í morgin.
Eins og dysturin millum H71 og StÍF er ein endurtøka av steypahálvfinaluni fyrr í vikuni, so er dysturin í Klaksvík í dag eisini ein endurtøka frá mikukvøldinum. Tá vann StÍF við einum máli. Í grundspælinum vann Stjørnan á StÍF í Klaksvík, so her er talan um tvey jøvn lið.
Í morgin hevur Stjørnan aftur heimadyst, tá móti GÍ/Tjaldrinum. Á pappírinum skuldi tann dysturin verið lættari hjá Stjørnuni, men tá liðini seinast spældu ? á Kambsdali 19. desember ? endaði tað við javnleiki.
Í Havn verður toppdystur hjá kvinnunum í morgin. Kyndil og VÍF hava ávikavist 12 og 11 stig, og síðani er eitt lítið glopp niður til Neistan og Stjørnuna, sum hava 9 stig í part. VÍF, sum spældi í 2. deild í fjør, hevur her møguleika at leggja seg á odda í 1. deild, og tað má sigast at vera væl klárað. Í løtuni er tað kvinnuhondbólturin, sum trívist best í hondbóltshugaða Vestmanna, og tað er ein nýggj støða hjá vestmenningum at vera í. Men VÍF-kvinnurnar komu ikki væl frá seinasta dystinum, sum tær taptu móti Neistanum.
Tað var í steypakappingini, har Kyndil ikki er við meir. Men í landskappingini liggur betur fyri, og um tað eydnast Kyndli at vinna í morgin, eru tær trý stig frammanfyri nærmastu kappingarneytarnar. Fyri spenningin í kappingini vóna tey uttanveltaðu, at VÍF megnar at koppa Kyndli í morgin, og um so verður, er VÍF nummar eitt.
Ein annar av FM-kandidatunum, Neistin, skal longu leiðina til Vágs, har tær spæla móti VB í morgin. VB-kvinnurnar hava ikki havt heimadyst síðani 29. november, og síðani tá hava tær vunnið tvær ferðir og tapt fýra ferðir, millum annað móti Neistanum í Havn. Góðu úrslitini fyri jól endurtóku seg ikki eftir ársskiftið, og so er spurningurin, um heimavøllurin fer at geva VB-kvinnunum nakað eyka.
Neistin spældi ein góðan dyst móti VÍF mikukvøldið, men hóast VB liggur longri niðri á stigatalvuni, er ikki víst, at dysturin í morgin verður so nógv lættari hjá Neistakvinnum, sum mugu vinna fyri at halda sambandið við oddaliðini, serliga um Kyndil vinnur í Havn. Annars skuldi Neistin sambært kappingarskipanini spælt ímóti GÍ/Tjaldrinum mikukvøldið, men sum tað kann lesast aðrastaðni á síðuni, er tann dysturin fluttur til mikukvøldið 10. februar orsakað av steypakappingini. So Neistin hevur nakrar strævnar vikur fyri framman, serliga um liðið kemur í steypafinaluna, sum verður leygardagin 6. februar.