sum skulu skerja nýtsluna, hevur verið gitt, at tað møguliga fór at verða útskrivað nýval. EFTIR úttalilsum frá andstøðuni um komandi fíggjarlógaruppskot við teimum ætlaðu skerjingunum, verður nú roknað [...] støðan, sum leiðslan í flokkinum hevur víst føroyingum í 90-unum, hevur bert givið bakslag. Og kann nú loksins vera tann boomerangin, sum fær stjórnina at falla. VIT seta tí við eitt komandi val okkara [...] gera, sum ikki vil síggja veruleikan í eyguni. Vit mugu aftur og aftur brúka okkara kreftir og góð fólk í Danmark til at sannføra eina komandi leiðslu á Christiansborg um, hvat tænir framtíðar samstarvinum
hetta stríðið hjá Grønborg hevur lutvíst verið til fánýtis, nú sjálvt útgangsstøðið ikki var tað rætta, nevniliga at kunna plasera ábyrgd. Nú hevur bráddliga eingin ábyrgd men fyri at sleppa undan henni [...] órímulig krøv. Vit eiga krevja at verða virdir sum fólk á jøvnum føti við aðrar borgarar í ríkinum og við teimum serstøku umstøðum sum vit liva undir, her eitt nú eina økonomi, sum byggir á fiskastovnar og f [...] hesum málinum, sum snýr seg um danska sjálvrannsakan. Eftir eina øgiliga melduródn við vindmegi 24 er nú gott veður bæði so og so á fólkatingi. Stjórnin hevur yvirlivað ringastu brotasjógvarnar og stuðulsflokkar
hava, eru tó løtur, har pressan eigur at halda í egin oyru og virða tey ynski, fólk hava. Eitt slíkt dømi er tað, sum nú er farið fram í København í samband við skurðviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum, har ein [...] serliga um serføroyska fyribrigdið dulnevnd lesarabrøv. Líka ófantaligt, tað er at troðka seg inn á fólk, sum rakt eru av vanlukku, er tað at leggja á navngivnar persónar, uttan at tora at leggja egið navn [...] hagar til, at skrivaða, føroyska pressan fer at taka hetta mál upp og avgera, um bløðini yvirhøvur skulu loyva at prenta dulnevnd lesarabrøv. Í øllum førum hevði tað gagnað ummælinum hjá pressuni millum
TAÐ er at fegnast um, at vit hava fólk í landinum, sum tora og duga at siga sína meining. Ein av teimum er Birgir Danielsen, sum Sosialurin hevði eina samrøðu við mikudagin. Umframt at vera stjóri í F [...] inn yvir okkum. Nógv av teimum vóru forhondslán, sum vórðu sett í føroysku bankarnar, og bankarnir skulu jú vinna pening, so útlán vórðu bjóðað einum og hvørjum, líka mikið, hvussu kredittvirðið var. HESUM [...] lítið. Hetta er aftur eitt dømi um, at neyðugt var eisini tá við einum sterkum landsbanka, sum nústani nú verður bygdur upp við fólkum við góðum og dyggum búskaparligum førleika. HETTA er sjálvandi bara ein
Spurningurin í dag er kortini: Hvat nú? Hvat er nú at gera? Skulu vit bara halda fram á sama hátt sum higartil, eins og Edmund Joensen sigur? Skulu vit slíta frá Danmark, ella skulu vit broyta heimastýrisskipanina [...] føroysku politikararnir nú at seta seg saman, og í semju fara undir samráðingar við danir um endurgjald. Hvussu stórt hetta endurgjald skal vera, er kanska ringt at siga beint nú, men tað er eingin ivi [...] hótt samgonguna við uppsøgn, um samgonguflokkar í heila tiki dittaðu sær at viðgera hetta uppskot. Nú er so stutt til val, at samgonguflokkarnir kanska tora at byggja sín politikk á egin sjónarmið, at
hevur valdað nú í fleiri ár - eftir at føroyskir politikarar oo. aftur og aftur hava roynt at koma á tal við bæði forsætisráðharran og danska politiska valdið annars - uttan úrslit - ber nú bráddliga alt [...] Rasmussen! Hvussu ber tað til, at tygum nú leggja so stóran dent á at tosa og føra dialog við føroyingar, tá nettup tygum og tygara stjórn og tygara embætismenn nú í mong ár hava staðið fyri nettup tí øvugta [...] er ikki tespuligt, tað, sum er komið fram. Nú stendur bert eftir at fáa hesar avdúkingar settar í rætta samanhangið og váttaðar ella fyri tað avsannaðar. Nú stendur eftir hjá hvørjum av okkum at viðganga
lond skulu verða til fyrimuns fyri europearan, men uppá bekostning hjá 3. londum! SOLEIÐIS hava danir loyst føroysku kreppuna. Fyrst bankaskuldina umvegis Fíggingargrunnin, yvir í landskassan og nú meginpartin [...] er tónlagið tíverri vorðið. Hetta kann ikki halda fram soleiðis. Hetta er óverdugt fyri tvey menta fólk, iðhava samstarvað í so langa tíð. RÍKISFELAGSSKAPURIN sum vit kenna hann í dag byggir á samstarv [...] ímillum, har føroyska landsstýrið og danska ríkisstjórnin í felag taka ábyrgd av gongdini. ÁLITIÐ er nú fokið! Orsøkirnar eru fleiri. Í høvuðsheitinum kann sigast, at føroyingar ikki funnu trygt nýtt lí
oljuumhvørvinum heima sum burturi. Og spurningurin er, um ikki sami løgmaður sum hevur biðið fólk standa saman, nú hevur sett ein kíla í hjólið! LAT tað vera púra greitt, at vit taka undir við teimum, sum [...] hann prioriterar marknamálið so høgt, at leiðarin har skal hava hetta sum starv burturav. TEY flestu fólk, sum Sosialurin hevur tosað við, harav mong hava havt tætt samstarv við Árna Olafsson, vilja ikki [...] sagt beinanvegin, at vit virða rætt løgmans at seta sínar embætismenn til tær uppgávur, sum løgmaður nú heldur teir eiga til eina og hvørja tíð. Men átti løgmaður ikki at ráðført seg við aðrar um, hvørjar
innan fyri ein ávísan karm, nú at síggja, at alt arbeiðið at fáa kabalina at ganga upp, verður gjørt til skammar. Og hvat sigur Anfinn Kallsberg, landsstýrismaður í fíggjarmálum, nú karmurin er sprongdur væl [...] hendir viðhvørt, at politikarar hava ikki rygg at standa ímóti. Og tað tykist henda í hesum døgum, nú seinasta hond skal leggjast á fíggjarlógina fyri 1998. HERFYRI hevði leiðslan í sjúkrahúsverkinum avgjørt [...] aðrastaðni. Fleiri áhugafeløg gera vart við ónøgd sína, og í SvF síggja vit syrgiligar myndir, tá fólk flyta út. Úrslitið er, at Løgtingið játtar 300.000 krónur, so fólkini kunnu flyta innaftur. Í SÍÐSTU
kærkomið jólagávuhugskot, nevniliga at geva eitt nú børnum sínum, sum lesa í útlandinum, eitt Internethald. Og við at tekna tað nú er 50% í avsláttri. NÚ blaðið er komið í hvørt heim í landinum vóna vit [...] við fólkið úti kring landið. Í hesum sambandi er tað okkara vón, at fólk fara at taka væl ímóti okkara blað- og myndafólkum. Vilja fólk vera heimildarfólk hjá Sosialinum, so eru tit heldur enn vælkomin til [...] í Mykinesi ella á Bali. Tað ber til at tekna seg sum haldara longu nú. Umframt blaðið eru eisini fleiri áhugaverdar tænastur, eitt nú blaðarkiv. Avvarðandi hjá føroyingum, sum eru flutt av landinum ella