Russlandi, og harvið mátti Danmark fáa stig ímóti Ungarn. Tað sást á øllum brøgdum, at fjáltur var í spælinum, sum tamarhald skuldi fáast á. Fjálturin var eyðsýndur hjá fleiri av donsku leikarunum, sum brendu [...] Niklas Landin í danska málinum hildu Danmark inni í dystinum í fyrra hálvleiki, har Ungarn eitt skifti var á odda 10-6. Danmark kom fyri seg aftur, og var heilt uppi á 11-11. Men tvey skjót ungarsk mál [...] hálvleikinum aftanfyri 11-13. Tað tyktist tó ikki at hava hjálpt nakað. Nógvu feilirnir hildu fram, og donsku HM-stjørnurnar frá januar í fjør vóru ikki at kenna aftur. Aftur var tað Landin í málinum, sum syrgdi
bátatalið var størst í fjør, vóru teir umleið 40. - Tað mesta, sum vit annars hava landað á Eiði í ein dag, er 98 bátar, og minnist eg rætt, var tað á vári í 2003. Bæði í 2002 og í 2003 var nógvur snellufiskur [...] snellufiskur at fáa á Norðhavinum. Tað var serliga, tá tað viðraði ein leygardag, at bátatalið kundi gerast so stórt. Aðrar dagar mitt í viku lá talið av bátum vanliga millum 40 og 60. Jóhan K. Joensen ásannar [...] royndist várið væl betri enn fleiri undanfarin ár. Bátar høvdu javnan millum 2000 og 3000 pund, og tað var eisini onkur bátur, sum fekk yvir 5000 pund ein snelludag. Á Eiði plaga tey at siga, at norðhavstíðin
fleiri ferðir í dag hava roynt at fingið fatur á, men higartil er tað ikki eydnast. Sum Sosialurin skrivar í kvøld, og sum in.fo var inni á fyrr í vikuni, so snýr hetta málið seg um ásetingarnar viðvíkjandi [...] liggur bólturin í løtuni hjá UEFA. Tað sigur Andrass Thomsen landsliðssamskipari hjá FSF, sum hevur havt samskiftið við UEFA í sambandi við spurningin um, hvussu tað verður við heimavøllunum hjá føroysku [...] feløg aftur kunnu koma í somu støðu, sum Slovan Bratislava var í í fjør, tá ið dystur í europeisku meistarakappingini ímóti KÍ í Klaksvík var á skránni, men sum ikki varð spældur, tí onkrir av slovakisku
FC Keypmannahavn og Jákup Mikkelsen úr Herfølge, hava gjørt tað fleiri ferðir, men hetta var so fyrstu ferð, at tveir suðuroyingar hittust. Tað er eisini stuttligt at staðfesta, at bæði Jan Allan og Jón [...] landsliðnum í august mánaða í 1992, tá ið mótstøðuliðið var Ísrael á Svangaskarði, og eitt ár seinni var hann við á liðnum, sum tapti 0-7 fyri Noreg inni á Toftum. Jan Allan hevur boðað frá, at hann ikki longur [...] sínum frá fyrsta bríksli, og báðir spældu teir í álopinum. Tað er eisini í álopinum, at vit kenna Jan Allan best, meðan Jón í Føroyum fyri tað mesta hevur spælt á miðvøllinum, bæði hjá TB og á tær báðar
kjallari kom undan kavi Hóast tað var óvissa í Tórshavnar kommunu um, hvat hetta var fyri kjallari, hava tey í Sjónleikarhúsinum altíð vitað av hasum kjallaranum, og tí er tað yvirhøvur einki yvirraskilsi [...] stóra útbygging, og tá var ætlanin fyrst at gera kjallaran og so byggja oman á aftaná. Men har vóru eftir øllum at døma ikki nokk av pengum til at gera útbyggingina lidna, og so stóð tað opið í eina tíð. Tí [...] skúlin kom upp, kundi mann ganga inn í kjallaran úti frá. Har var hol beint við, har sum parkeringsplássið byrjar. Har hava nógv fólk verið inni, so hatta er einki nýtt í mínari verð. Øll í Sjónleikarahúsinum
mundi Jan Dam vera eitt tað besta dømi um sunnudagin. Fáur hevði roknað við honum undan kappingarárinum, men hvussu var og ikki, so royndist hann aftur HB drúgvur, og tá alt var liðugt, gjørdist løtan snøgt [...] talan var um eina stóru løtu. Eina løtu, sum hann helst sjálvur ikki roknaði við fór at koma aftur. Fyri einum ári síðani, tá HB varð meistari 2002, vóru boðini í øllum førum, at hetta nokk var seinasta [...] hann var við til at vinna, men hesaferð vildi hann tó ikki vera heilt so avgjørdur. - Nú havi eg sagt í eini tvey trý ár, at eg skuldi gevast, so í dag sigi eg einki. Onkur hevur tikið til, at tað er sum
brattan farið, og hevur ikki hevur fingið ábøtur gjøgnum tíðina. Tað sigur eina søgu um húsið, og at tað møguliga hevur gingið hart fyri seg inni har til tíðir. Verkið er málað á tapetið og er tí partur av [...] Klaksvík, men seinastu árini hava tað ikki verið tey etableraði listafólkini, sum hava tikið lut í sýningunum, og tær hava manglað eitthvørt berandi. Framsýningin var eisini í ár, men nú er sýningin lyft [...] Sjómannadagin hálvan august. Tað er Norðoya Listafelag, sum hevur lagt sýningina Summarlist 2017 til rættis, og listin, sum er á sýningini er í høvuðsheitinum úr Norðoyggjum. Tað er fyrstu ferð, at listafelagið
formaðurin sigur, at tað er í lagi, at reiðarin leggur hald á partar av peningin hjá manskapinum. Tað er okkara greiða fatan, at Óli Jacobsen ikki vildi fiskimonnum nakað gott. Tað gjørdi Óli við at siga [...] siga, at sáttmálin ikki var so týðandi. Tað er tann fagfelagsmaður í er. Heilt erligt, hvat skal ein hava ein sáttmála til, tá hann onki hevur at týða? Hetta er tín skom Óli. Fyri tað um fiskimenn nýttu sín [...] Jacobsen førdi seg fram sum serfrøðing í Eystara Landsrættti í Arctic Viking málinum, men tey, sum vóru inni í rættarsalinum henda dag, og hava lisið blaðgrein hjá Óla Jacobsen, mugu ásanna, at eftir vitnisburðin
League. - Tað vísir eisini, at Ingi er serstakur. Eftir skaðarnar í Arsenal vóru mong, sum hildu tað vera eitt afturstig, at hann kom aftur til Føroya. Men hevur - eins og Súni Olsen - prógvað, at tað væl ber [...] síðani aftur at seta kós úteftir. Og sum so er tað eisini hóskandi, at tað júst er Ingi, sum er fyrsti føroyingurin, sum veruliga kemur í Premier League. Hann var jú eisini tann fyrsti, sum kom til eitt enskt [...] vildu teir hava, at hetta skuldi ganga skjótt fyri seg, staðfestir Jákup. Sum so Birmingham als ikki inni í myndini, fyrr enn Føroyar tann 8. oktober spældu útidyst móti Ísrael. Har vóru umboð fyri enska
aðalmálið hjá Fuglakanningarstøðini á Havstovuni. Tá Fuglakanningarstøðin varð sett á stovn í 1972 var tað nevniliga við tí endamáli, at fylgja gongdini í lomvigastovninum, sum mann visti hevði verið í stórari [...] alskyns verkætlanum og uppgávum, serstakliga við tí í hyggju, at gera fleiri kanningar inni á firðum og nær landi, har tað ikki er eins atkomiligt við skipi. Harnæst kemur Lomvigin at vera nýttur í einum samstarvi [...] styrki, so er ein fyrimunur við hesum tilfarinum, at tað er lættari at endurnýta enn trevjuglas. Framman er eitt rúmligt flatt fordekk, haðani tað liggur væl fyri at senda upp og lenda dronur til fugl