um tað, sum av bankanum verður roknað sum vanligir bústaðir. Eitt nú verða hús á serliga smáum ella serliga stórum grundøkjum ikki roknað við. Keyp millum familjulimir verður ikki roknað við, eins og handlar [...] gylta búskaparupplopinum, sum var í 2005 til 2007. Í 2008 og 2009 fall prísurin nógv, men síðani hevur hann stórt sæð hildið sær, og enntá er hann kvinkaður nakað uppeftir. Ein trendur, usum ikki minst [...] enn tað, sum hevur verið vanligt. Verður gongdin tann sama seinna hálvár, verður samlaða talið av handlum 140. Hægsta talið fyri handlar í høvuðsstaðarøkinum seinastu 20 árini er annars 112, sum var totalurin
na sum journalistur. Kanska verður næsta útbúgvingin, sum eg fari í holt við, djórlækni. Nalja. Hvat er tað besta við starvinum? - Tað eru eins nógvar avbjóðingar, sum tað eru spennandi søgur, sum ikki [...] Er tíðindaflutningur lívsleiðin, sum tú droyndi um sum barn? - Ja, tað skuldi annaðhvørt verða journalistur ella djórlækni. Men á leiðini náddi eg fyrst at útbúgva meg til pedagog, síðani til lærara og [...] ngum, enskum filmum og føroyskum sendingum.. Hvussu er títt sínnalag? - Hmmm, ein naskur spurningur. Eg kann vera blíð sum eg veit ikki hvat, men eg kann eisini vera rúkandi óð. Al oftast eri eg tó í góðum
forlagnum at fagna teimum, sum løgdu lunnar undir alt tað bókavirksemi, ið nú er í Føroyum. Undir liðini á i-Padinum stóð ein innbundin útgáva frá 1909, sum í einum vísti okkum á tøkniligu broytingarnar [...] Stavirnir í Bábelstorninum, sum í síni tíð vórðu settir við hond, og sum tungar pressur trýstu inn á pappírið við blýggi, eru nú talgildir. Gráliga, slitna perman er skift út við ein e-bókalesara. Broytingin [...] Fyrsta føroyska skaldsøgan, Bábelstornið, sum Regin í Líð skrivaði í 1909, er nú komin út sum e-bók á forlagnum Sprotanum. E-bøkur floyma inn á marknaðin, tí tøknin ger tær lættar at lesa og handfara á
kilometrar úr miðbýnum í Kiev. Enn ein strævin og svøvnleys nátt liggur fyri framman hjá íbúgvunum í stóru býunum í Ukraina, Kharkiv og Kiev, og tað man vera fáur, sum ivast í, at russiskar deildir aftur [...] ávarað lond, sum hjálpa ukrainska herinum við vápnum og brennievni og hótt hevur verið við avleiðingum í hesum sambandi. Tað skrivar russiska tíðindastovan Interfax, og tað er Reuters, sum endurgevur. Fleiri [...] tað er forseti landsins, Volodymyr Zelenskyj, sum formelt hevur skrivað undir umsóknina um limaskap. Hetta váttar forsetin eisini á Telegram í dag. - Ein søgulig løta, sigur ES-parlamentið í einum boðum
hetta verður hansara seinasta kapping. Svenning Reinert sum er 81 ára gamal, hevur riðið kapp í samfull 68 ár og hetta er fyri vist eitt met, sum ongantíð verður tikið, sigur Ríðingafelagið. Tá Svenning [...] kl 14 verður árliga heystkappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag. Men Ríðingafelagið sigur, at tað sum helst er serligt við hesi kappingini, er, at sjálv ímyndin av føroyskari kappríðing, Svenning Reinert [...] Zacharias R. Jacobsen um FM heitið. Fúsi eigur munin við 24 stigum, men Svanna hevur 21 stig, so Fúsi liggur væl fyri at varðveita sítt FM heitið, siga tey í Ríðingafelagnum.
bakdyrnar, so sum vit hava lyndi til at síggja í hesum døgum í Føroyum, segði Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, í orðaskiftinum. Edmund Joensen, fólkatingsmaður Sambandsfloksins, sum var partur av [...] øll trý londini í felagsskapinum. Orðaskiftið kom í lag, nú eitt uppskot til grundlóg fyri Føroyar liggur í Løgtinginum. - Føroyar kunnu til eina og hvørja tíð gerast sjálvstøðugar og loysa frá Danmark. [...] havi eg greitt júst frá hesum grundleggjandi, at um grundlógaruppskotið verður samtykt, hava Føroyar ein sera stóran trupulleika. Tá er í ringasta føri talan um regulera loysing, og tá er sannlíkt, at vit
tað er rætt at lækka útgjaldið. Tvørtur ímóti heldur hann, at ein partur av pengunum skal brúkast til at fíggja ein arbeiðsmarknaðadepil, sum er eitt samstarv ímillum arbeiðstakarar, arbeiðsgevarar, og politiska [...] viðurskifti á Arbeiðsmarknaðinum. Marita Rasmussen, sum er stjóri í Vinnuhúsinum, og sum sostatt eisini umboðar arbeiðsgevararnar, tekur undir við, at ein arbeiðsmarknaðardepil skal setast á stovn. Men hon [...] frá ALS til at fíggja ein arbeiðsmarknaðardepil við, sigur hon við FM1. Tað er ein avtala ímillum arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar um, at endamálið við ALS er at rinda fólki, sum verða arbeiðsleys, eina
forrætning. Ein havhestaungi er ein havhestaungi og tað liggur eins nógv stríð í hvørjum einstøkum unga, fyrst at taka hann, síðan at kippa, síðan at skolda og reinsa og so í salt. Ein havhestaungi er ein havhestaungi [...] gjár og tað er bert hendinga bátur sum er komin yvir 100 havhestar. Tað er nógv minni til í ár enn í fjør, sigur Jaspur, meðan hann potar ein havhestaunga niður í ein hvítan posa og handar einum havnafólki [...] in stóð Jaspur Hansen úr Skopun og seldi havhestaungar í Vágsbotni, Hann hevði ein kagga við saltaðum havhestaungum, sum hann hevði fingið í Skopunnarfirði dagin fyri. Teir lógu reinir og nossligir og
Bólkur C: Í bólkinum hjá Føroyum eru italiumenn longu víðari sum nummar eitt, men sera óvæntað, so liggur Estland á øðrum plássi. Estland, sum hevur eitt stig fleiri enn Serbia, hevur tó spælt allar sínar [...] Bólkur I: Spania er greitt víðari sum nummar eitt, meðan Skotland og Tjekkia kempa um annað plássið. Skotland, sum er á vitjan í Spania, hevur eitt stig fleiri enn Tjekkia, sum skal spæla móti Litava. Enda [...] Belgia vitjar í Týsklandi, meðan Turkaland møtir Aserbadjan. Um Belgia megnar at fáa eins nógv stig burtur úr sínum dysti, sum Turkaland, so er Belgia í pottinum til alt ella einki dystirnar. Dystir í kvøld:
Skagen í august í fjør, hevur alt gingið sum eftir ánni, sum hann tekur til. Dávið sigur, at eftir ætlan og soleiðis, sum arbeiðið gongur nú, verður skipið liðugt um ein mánaða ella so. Nýggi Tróndur í Gøtu [...] Trónd í Gøtu liggur um stívliga 230 miljónir krónur, men við ymiskum, sum kemur aftrat, útgerð og reiðskapi, fer kostnaðurin helst at tátta í einar 250 miljónir krónur. Dávið Jacobsen, sum eisini hevur [...] n fer tekniskan royndartúr um einar tríggjar vikur ella so. Tað er P/F Hvamm, sum eigur skipið, og tað er P/F Varðin, sum eigur allan partapeningin í felagnum.