brúka almennar pengar til at kvala privatu miðlarnar. Men tað er ikki trupulleikin í sambandi við Dimmalætting. Føroya – í nógv ár – fremsti miðil er farin á húsagang vegna eina røð av skeivum [...] tað hevur kostað 50 milliónir krónur meira at givið Dimmalætting út enn Sosialin seinastu fáu árini er kanska nóg góð frágreðing. Vit vóna, at Dimmalætting kann endurreisast. Men tað má verða á einum
»kynskvotering« er áhugavert, ikki minst grundgevingarnar: Tá til dømis ein sandingur skal veljast á ting, tí hann er sandingur. Hví skal so ein kvinna ikki veljast á ting, tí hon er ein kvinna [...] so er trupulleikin loystur. Tað er í floksorganisatiónunum, at hetta skal skipast – og sum leiðarar í fýra av teimum størstu flokkunum, so hava teir buktina og báðar endarnar – sp [...] ráð so nøkulunda javnt við báðum kynum. Í politikki er ringt at seta kvotu á, tí soleiðis sum okkara demokratiska valskipan er skrúvað saman, so ber tað ikki til. Tí hvílir ein nógv størri
skipan er Høgni helst ikki partur av. Men hann er ein av teimum, sum møtti ringast upp til løgtingsfundir í fjør. Hann hevur funnist at Sosialinum fyri at almannakunngera fráverurnar hjá [...] ika at røkja báðar sessirnar og at standa á odda fyri andstøðuni á løgtingi. Øll eru samd um, at Gadaffi er ein búrhundur, sum skal fáast frá valdinum. Men er tað nú rætt at bumba landið sundur [...] Men tað gjørdu teir ikki. Hinvegin er Høgni Hoydal firtin inn á Lene Espersen, tí hon ikki spurdi okkum og grønlendingar áðrenn. Tí hon røkir okkara trygdarpolitikk. Og rætt hevur Høgni
Skaale hevur víst á seinastu mánaðirnar, sum eisini var orsøkin til, at hann saðlaði um, vendi Tjóðveldinum bakið og fór upp í Javnaðarflokkin. Soleiðis er fólkatingsvalið eisini søguligt. [...] Ellefsen og tjóðveldisstjørnan æt Erlendur Patursson. Sæð við tjóðveldisbrillum, so eru vit bumbað ein heilan mansaldur aftur í tíðina. Veruleikin er kortini ikki so einfaldur, at alt [...] fullveldisvongurin – hevur staðið fyri, er kveistrað til viks. Tvørturímóti hava flestu flokkar tikið partar av tí konsensuspolitikki, sum er sprottin úr hesum arbeiðið til sín, meðan
hjá landi og fólki als ikki er málið – men frælsi frá einum ímyndaðum trælkara. Og tað er at brúka góðar kreftir skeivt! Politikkur er at fremja broytingar, og tí er tað tann fornemmasta uppgávan [...] Nýtið hesar royndirnar í almennu skipanini! Almenni geirin skal gerast bíligari. Skatturin skal umleggjast, so tað loysir seg hjá øllum at arbeiða. Avbjóðingin er eitt sunt og samhaldsfast [...] gerast ein hátíðardagur, nógv hava frí, og skúlar verða ikki órógvaðir. Stóra avbjóðingin er búskaparpolitikkurin og vantandi fólkavøksturin. Vit krevja tí av okkara fólkavaldu,
gongur 0,3 prosent aftur. Tað er ikki so løgið, at samgongan gongur aftur eftir allar tær ákoyringar, hon hevur fingið. Men tað sum kortini undrar er, at tað er Fólkaflokkurin, sum gongur mest [...] Tað sum kortini kann undra er, at tað er Fólkaflokkurin sum leggur rygg til størstu afturgongdina. Allir flokkarnir í samonguni ganga aftur, men mest Fólkaflokkurin, sum missir hálvtfjórða prosent [...] 200 milliónum. Hendan ætlanin miseydnaðist. Fólkaflokkurin er speirikin við, at hann hevur kúvent í loysingarmálinum, er vorðin ein sambandsflokkur, sum fer til Danmarkar at bidda pengar
Hetta er sera spennandi hjá okkum sum eygleiða føroyskan politikk. Tí nakað so reaktionert, sum broytingarnar hjá hesi samgonguni, er ikki hent í nýggjari tíð. Og vit vita eisini av royndum, at [...] Álvaratos, harra løgmaður. Hvat er tað, tú roynir at siga? Fólkið á teimum niðaru rókunum hevur ongan kjans at koma upp á 600.000 krónur í ársinntøku, so tað er kanska ikki so løgið, at hetta ikki [...] linum, so hevur Fólkaflokkurin fulla valdið – flokkurin hevur buktina og báðar endarnar, og tað er tað, sum vit síggja aftur í skattakollveltingini, sum nú fer fram.
Vit kunnu skjótt verða samd um, at tað ikki er serliga smart, at ein løgtingsmaður sendir slíkar insinuerandi mailar til umhvørvisaktivistar. Men. Og her er eitt stórt MEN. Hví kunnu vit ikki skjóta [...] hvalirnir vórðu bundnir til bátarnar alla náttina? Tá fór blaðstjórin at flenna, og royndi at greiða frá, at tað hevði verið ein ómøgulig uppgáva... Tað er á slíkum støði, tað gongur fyri seg [...] Ongland og onnur lond, sum drepa fólk, á svartalista. Tá manndrápið er steðgað, so kunnu vit diskutera grindadrápið. Ókey, tað er ikki rætt at arga við Holocaust. Men tað so avgjørt rætt at seta lond
Hóast Sjálvstýrisflokkurin hevur boðað frá, at hann fer úr samgonguni, so er støðan kortini ikki so greið. Tí løgmaður má taka støðu til, hvør flokkur nú skal hava størri vald við eisini at átaka sær [...] talið av aðalráðum úr seks upp í átta. Nú hevur hann møguleikan at lækka talið niður í sjey. Tað er lítið hugsandi, at ein av teimum trimum samgonguflokkunum fær eitt landsstýrisfólk afturat. Hinvegin [...] saman ella koyrt í tvey sum í hesi samgonguni. Fólkaflokkurin hevur gott tak á løgmanni. Hugsandi er, at Fólkaflokkurin vil sleppa sær av við almannamálini. Annika Olsen kann so fara afturm, har
Eitt er, at metingarnir ikki sampakka heilt við innkomnu tilboðini. Men tá lægsta tilboðið er helvtina dýrari, enn tað, sum Landsverk hevur mett, so er okkurt, sum haltar. Men í gjár boðar Landsverk [...] útboðsarbeiðið var klárt? Sambært Landsverki standast øktu útreiðslurnar av, at játtanin er fýra ára gomul, at byggitíðin er longd við tveimum árum, og at serlig atlit eru tikin – hetta fyri [...] ndi? Okkurt er, sum bendir á, at politisku skipanin tørvar meiri álítandi metingar, tá støða skal takast til stórar verkætlanin, og spurningurin er, um Landsverksstovnurin er førur fyri at