munandi um umsitingarpartin og letur dyrnar upp fyri, at limagjald og onnur viðkomandi viðurskifti fara umvegis eina og somu skipan. - Hon er ein góð loysn fyri øll ítróttafeløgini og sersambondini, sum mangan [...] limunum hevur tað verið ein lætti at sleppa undan, at fólk standa í longum røðum í svimjihøllini fyri at melda seg til einstøku liðini í svimjiskúlanum í Havnar Svimjifelag. Nú kunnu tey sita heima við hús og [...] taka væl ímóti skipanini. Rættiliga nógv feløg hava longu skrásett seg í skipanini. Feløg, sum framvegis ikki hava skrásett sett seg, skulu seta í sambandi við skrivstovuna hjá ÍSF.
sigur løgreglan. Løgreglan hevur spurt seg fyri hjá fólki, men eru ikki komnir so langt við kanningunum enn. Men løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum halda seg hava sæð ella hoyrt okkurt, sum kann hava [...] er, at tað vísir seg, at onkur hevur skotið við høglbyrsu inn ígjøgnum rútin. - Tað er eitt hol á 20 ferðir 40 sentimetrar í rútinum, sigur løgreglan. Í handlinum eru smúkkur stolnar fyri einar 3.000 krónur [...] sum heild. Løgreglan sigur, at hóast fólk halda, at tað, tey hava sæð, ella hoyrt, einki hevur upp á seg, eiga tey at siga frá kortini. - Netupp tann upplýsingin kann verða brikkurin, sum fær pusslispælið
kommunurnar hava higartil vent grundleggjandi skeivt. Tað hevur ikki snúð seg um borgaran ella starvsfólkini, men bert snúð seg um skrivstovuveldishugsan, stuttskygdar loysnir og at leggja ábyrgd frá sær [...] ur frameftir, har ójavni og brúkaragjøld koma inn gjøgnum bakdyrnar. – At fyri Tjóðveldi snýr eldraøkið og eldrapolitikkur seg um at tryggja øllum borgarum í landinum grundleggjandi somu rættindi, møguleikar [...] omanfyrinevndu mál sum avgerandi fyri at viðgera, hvar og hvussu eldraøkið skal skipast millum land og kommunur. Og at ein fullfíggað lýsing verður gjørd av fyrimunum og vansum fyri borgaran av at skipa eldraøkið
París fyri at savna pening til føroysk krabbasjúk børn. Team Rynkeby er eitt danskt átak, sum byrjaði í 2002, og sum støðugt hevur vundið uppá seg. Hvørt ár verður súkklað úr Danmark til París, fyri at savna [...] summar leggur eisini eitt føroyskt lið til brots. - Vit hava pláss fyri 35 føroyingum á liðnum, og øll, sum eru fylt 18 ár, kunnu melda seg til, greiðir Aksel Haraldsen, sum er ein av fyrireikarunum, frá [...] ein súkklutúrur, men ein innsavning. Og tí skulu luttakararnir, umframt at binda seg til at koma í venjing, eisini binda seg til luttaka í innsavningini - til dømis við at finna stuðlar og vera við til sosial
sum er limur í Helsingforsnevndini, og hon sigur seg lesa um yvirfylt sjúkrahús og vantandi respiratorar á sjúkrahúsunum. Hon sigur seg eisini stúra fyri, at russar hava eitt stórt "myrkatal" av smittaðum [...] heldur, at russiski ríkisleiðarin brúkar henda mátan fyri at hava onkran at skylda upp á, um tað skuldi gingið galið, nú korona-virus ger um seg í Russlandi. Hon heldur, at Vladimir Putin er meira upptikin [...] veruleikanum er, og um tey gera tað, verður teirra útsøgn stemplað sum "fake news", sigur umboðið fyri Helsingforsnevndina. Hon vísir á, at sjúkrahús í Russlandi eru yvirfylt og noyðast at læsa dyrnar
tá ið hann legði seg og royndi við glíðandi takling. Rói Mørk Hentze er nýggjur í B36 málinum, og Andrass Johansen er skiftur út fyri nýggja málverjan. Finnur Justinussen royndi seg við frísparkinum av [...] eina viku skal spæla finalu um løgmanssteypið. Alex Troleis bríkslaði fyri fyrstu ferð klokkan 19, og nú teir eru farnir at hvíla seg, er støðan 1-1. Tað hevur verið ferðmikið, í løtum hevur spælið verið [...] og eisini góðir málmøguleikar. Spenningurin er stórur, tí fyri báðar partar er tað galdandi, at einasti møguleikin næsta summar at vinna seg í Europa er við sigri í steypakappingini. Alex Mellemgaard
árini, men skoðsmálini hjá honum hava verið sera góð, nú hann slapp at royna seg í FIF. Nú skal felagið royna at staðfesta seg í næstfremstu donsku deildini, og til tess eru komnir tríggir føroyingar afturat [...] flutti niður úr næstfremstu donsku deildini. Nú snýr tað seg um at halda FIF uppi, og tað verður trupult greiðir Kyndilsmaðurin frá. -Málið fyri liðið er fyrst og fremst at verða í deildii. Tað vænti eg [...] eru áhugaleikarar, meðan hini liðini hava leikarar á yrkissáttmálum, greiðir sterki bakkurin frá. Fyri seg sjálvan, vónar Eirikur Simonsen fyrst og fremst at vinna sær fast pláss á liðnum og fáa mest møguliga
Fyri sjeyndu ferð í sínum stutta lívi hevur Víkingur í kvøld kvalifiserað seg at spæla finalu um løgmanssteypið. Tað eydnaðist í Sarpugerði, har høgættarvindurin órógvaði fótbóltsspælið rættiliga nógv [...] ímóti HB. Skála hevði møguleika at vinna seg í fyrstu finaluna nakrantíð, men tað eydnaðist ikki. Skálamenn høvdu meiri bóltin, men tað gekk illa at vinna seg til nógvar upplagdar málmøguleikar. Tann besta [...] lu fyri 40. ferð. HB hevur vunnið steypakappingina 26 ferðir. https://www.in.fo/matches/? Víkingur – Skála 0-0 Løgmanssteypið seinna hálvfinala Fyrra hálvfinalan endaði 1-1, og Víkingur vinnur seg í finaluna
triðja setti streyk ÍF avstað og vann sær alt fyri eitt stóra leiðslu, men SÍ stríddi seg so við og við innaftur í settið og kom á odda 14-13. SÍ var fyri tað mesta á odda og hevði tveir settbóltar við [...] setti, og við rygginum ímóti múrinum reisti SÍ seg og við 25-19 javnaði til 2-2 í settum. Nú var neyðugt við einum fimta og avgerandi setti. SÍ legði fyri sum eitt ódnarveður í avgerandi settinum. Skjótt [...] meistaradeildini hjá monnum var talan um eina heldur serliga finalu, har B-liðið hjá SÍ hevði spælt seg í finaluna við einum sigri á A-liðnum hjá SÍ í hálvfinaluni. Tað væl mannaða B-liðið, har royndir menn
kærkomin sigur hjá U17-landsliðnum, sum í bólkaspælinum hevði tapt fyrst 0-3 fyri Finnlandi, ið altíð stendur seg væl, og síðani 1-3 fyri Onglandi, sum við stórum og støðugum spælarum og betri samanspæli vann [...] ímóti Íslandi tíðliga í morgun, tí tær høvdu sett í seg, at nú skuldi altso vinnast. Vanliga plaga Føroyar at hava munin á Íslandi, og tað vísti seg eisini at vera so hesa ferð. Byrjanin var tó einki serlig [...] 17-25, 15-25, 25-20 og 20-25. Ongland kom sostatt í hálvfinaluna, har tað tó gjørdist eitt 1-3 tap fyri Svøríki, meðan Finnland í síni hálvfinalu vann 3-1 á Danmark. Sostatt skuldi finalan í kappingini