milliónina Av tí, at felagið var eitt smápartafelag, er eingin persónur, sum kemur at hefta fyri skuldini. -Poengið við at hava smápartafelag er, at tað ikki er nakar fysiskur persónur, sum kemur at hefta fyri [...] Fólkini handan partafelagið skulu seta 80.000 kr í, tí tað er kostnaðurin av at stovna eitt smápartafelag. Men útyvir tann peningin, er einki mist, staðfestir Peter Flugge. Spurdur, hvørjar vánirnar fyri [...] komandi ár. Men tað er einki sum forðar fólkunum handan G! í at stovna eitt nýtt smápartafelag og royna aftur, sigur Peter Flugge at enda. Hann vil ikki siga hvussu stór samlaða skuldin er, og heldur ikki
litinum, er eisini formaður í einum av hagunum í Nólsoy, Junkarshaganum, sum er mittasti hagin í oynni. Hesin hagin verður rættiliga nógv merktur av ætlanunum, verða tær til nakað. - Hetta er eitt frálíkt [...] Nólsoy, so verður neyðugt eisini at gera ein undirsjóvartunnil út í oynna. Tað er eftir øllum at døma nakað, sum í hvussu er summir nólsoyingar ganga og droyma um. Tað vóru spennandi møguleikarnir heldur [...] árin, ein slík ætlan annars hevði havt á umhvørvið og oynna sum heild, ið fólk tóku fram. Og tað er einki at taka seg aftur í, at ein slík ætlan gevur óánaðar møguleikar fyri fólkið í oynni, tað sigur seg
tikið seg upp í fjølmiðlunum. - Tað er einki hald í, at Bristow hevur kravt, at vit nýta nýggju tyrluna í flúgvingini í Onglandi. Tað einasta, málið snýr seg um, er, at teir hava sett eitt krav fram um [...] settur í gomlu tyrluna, og tað er avgjørt ikki tí, at hetta er nøkur góð forrætning fyri okkum, tvørturímóti, sigur stjórin á Atlantsflog. Magni Arge vísir á, at fyri tað fyrsta er gamla tyrlan bíligari í drift [...] sigur Magni Arge, at teir valdu hesa loysnina, tí summar er og ljóst í veðrinum, og tí er ikki brúk fyri teirri serligu útgerð, sum nýggja LOB-tyrlan er útstýrd við. Vit royndu at fáa eina viðmerking frá stjóranum
flogskipararnar. ? Men tað er lítið afturímóti tí, sum herurin skal ígjøgnum. Næstan allar deildir hjá teimum skulu flytast, so hetta er lítið av miklum, sigur Alex Jensen. Men úrslitið er tó, at fleiri flogskiparar [...] sjóverjuni er ein góður tryggleiki hjá smærri plássunum, men spurningurin er nær broytingarnar koma í gildi. Men tað kann verða, at vit ikki flyta tyrlutænastuna fyrr enn um eini trý ella fýra ár, og tí er ikki [...] Tað er í Danmark lagnan hjá tyrlutænastuni hjá sjóverjuni verður avgjørd. Tyrlutænastan er partur av donsku sjóverjuni, og tí verða tað teir, sum skulu avgera hvussu leikur fer. Men í løtuni fæst einki
Einligur 6.046,- Í % g. 74,68 ? e. 70,7 Er ein føroyingur so lítið verdur í dag, hvussu verður, tá loysingin er rokkin? Vit byrjaðu á sama støði! Í einum samfelag, har gott er at liva, verður fyrst bøtt um hjá [...] Sum nú er, hava politikararnir gjørt uppskot um eftirløn til 1 persón í fimti árunum, 2-3 persónar í sekstiárunum o.s.fr. (afturvirkandi). Hetta er óhugsandi í øllum framkomnum londum, tí tað er frameftir [...] donskum prístali. Danskir tænastumenn í Føroyum fáa ájavnt við danir. Tá nú talan er t.d. um fólkapensión fær ein dani, sum einki annað hevur av inntøku Giftur: kr. pr. mð 6.264,- Einligur: kr. pr. mð 8.552
Tjóðirnar hava ymiskar vinnur, so einki er at ivast í, at føroyskar fyritøkur hava nógv at vinna við at økja um útflutningin til Íslands. Talan er sjálvsagt um vinnuøki, har vit eru á odda, eitt nú innan fisk [...] fyritøkur, seg upp so av og á, og hesin óttin fer ikki at minka av avtaluni. Til hetta er í fyrsta lagi at siga, at alivinnan er tryggjað við einum føroyskum fyrivarni, um forðar útlendskum fyritøku í at eiga [...] føroyskari alifyritøku. Í øðrum lagi er at siga, at soleiðis eru nú einaferð treytirnar í nútímans altjóðagjørdum búskapi. Tí vinnulívið, ið ikki kann liva upp til hesar treytir, er ikki lív lagað í tí marknaðarbúskapi
og kappingar á uttanfyri heimbygdina. Enn er ógreitt, hvussu verður komandi vikuskiftið, tá dystir og kappingar aftur eru á skránni. Orsøkin er, at einki pláss er í bussunum hjá bygdaleiðum, og aðrir bussar [...] ikki fáast uppá pláss, er vandi fyri, at kappingar verða niðurlagdar. Eykajáttan krevst Játtanin á fíggjarlógini til flutning av ítróttarfólki er í ár 1,7 milliónir krónur. Tørvurin er í veruleikanum 3 milliónir [...] egna flutningi. Trygdin er ikki altíð í lagi, tá fleiri fólk kroysta seg inn í ein bil. Hesum er ÍSF harðliga ímóti og mælir frá, at fólk skipa fyri flutningi, har trygdin ikki er í lagi.
dyst eru nakað serligt. - Tað er tó einki at ivast í, at hetta er ein uppgáva, sum vit gleða okkum til. Sjálvt um vit hava dømt fleiri av teimum stóru dystunum í ár, so er ein steypafinala altíð nakað serligt [...] so tað er nakað heilt serligt. Hava hug at halda fram Spurdur, um tað ikki eisini er eitt slag av bonus fyri eitt gott kappingarár, at teir nú skulu døma steypafinaluna, sigur Kári, at tað er tað sjálvandi [...] døma dystin, men sjálvandi er tað eitt herðaklapp. Nú hann sjálvur nevnir altjóða uppgávurnar hjá Hjalmari og Kristiani, er sjálvandi nærliggjandi at spyrja, hvørt hetta eisini er nakað, sum dómaraparið hjá
nýgerð. Samtykt er at byggja Hoyvíkar skúla út við tveimum-trimum skúlastovum afturat fyri at fáa skúlan tveysporaðar frá 1. til 7. flokk. Tá er Hoyvíkarskúli fult útbygdur. Somuleiðis er eisini samtykt [...] Realskúla, har skúlastovurnar eru ov lítlar. Eysturskúlin er nóg stórur sum er, men hevur tørv á hølunum, sum Frítíðarskúlin ræður yvir í løtuni. Ætlanin er, at Frítíðarskúlin skal út, men so leingi onnur høli [...] Frammalaga stendur eisini ein nýggj skúlabygging í Hoyvíkshaganum, men ætlanin er ikki komin longur enn á tekniborðið. Enn er ikki greitt, hvussu nógvir næmingar fara at ganga har ella hvussu nógv skúlin
fyri bógvin, og vandi er fyri, at skipanin verður boykottað í nógvum londum. Tað er nevniliga avdúkað, at Windows 2000 hevur beinleiðis samband við felagsskapin Scientology, sum er sera umstríddur í fleiri [...] danska útgávan av Windows verður tillagað, kenna tey einki til sambandið millum Windows 2000 og Scientology. Tað er danska útgávan av Windows, sum er vanligast í Føroyum. - Vit hava sum grundleggjandi sjónarmið [...] (KEYPMANNAHAVN) Windows er líka vanligt á teldu, sum margarin uppá breyð ella kavi á vetri. So at siga allar heimateldurnar í Føroyum brúka Windows sum stýriskipan, og tað er trupult hjá flestu teldubrúkarum