Seinasti dysturin

Grundspælið hjá monnum endar í kvøld, tá VÍF og KÍF spæla dystin, sum varð fluttur frá seinasta vikuskifti

Hondbóltur


42. og seinasti dysturin í grundspælinum hjá monnum verður leiktur í Vestmann, har fremsta og aftasta liðið hittast.

At siga aftasta liðið um kollfirðingar, er kanska dekan ov nógv sagt, tí hóast teir í løtuni eru niðastir, so fara teir fram um Tjaldur, tá stigini verða hálvbýtt. Hetta tó treytað av, at teir ikki tapa við 45 málum.

Tað kann neyvan hugsast, at tapið verður somikið stórt, men einki er at ivast í, at VÍF eru stórfavorittar undan dystinum. Vinnur VÍF dystin, merkir tað samstundis fyri teir, at teir enda grundspælið við fullum stigatalið, og at javnleikurin móti Kyndli sostatt var kostnaðarleysur.

Tá hesin dysturin er fingin frá hondini, verður farið í drúgva jólafri. Fyrstu mansdystirnir eftir hetta verða ikki fyrr enn 28. januar. Hetta tí landsliðshondbólturin ger, at kappingin verður løgd still trý tey fyrstu vikuskiftini í nýggja árinum.