Atli av tilvild sama dag Í Sosialinum var samrøða við Finnboga Arge, sum fór úr Sambandsflokkinum fyri sløkum tveimum árum síðan. Tað greiddi Finnbogi Arge frá, og var í hesum práti rættiliga atfinningarsamur [...] sum ikki rættiliga hevur hug at gera fleiri viðmerkingar til orðaskiftið um Sambandsflokkin. Tað var av tilvild, at Sambandsflokkurin næst seinasta leygardag kom undir sjóneykuna í bløðunum. Tvær atf [...] fáa síni sjónarmið fram? Tað er hóast alt egoisman sum yvirlivir, sigur Atli Hansen. Í somu samrøðu var eisini nevnt, at Sambandsflokkurin kundi gerast so livandi, at hann dettur sundur?? - Eru ikki allir
Skipið var ógvuliga reint og væl hildið. Og væl var tað eisini útgjørt á brúnni við øllum teimum tólum, sum til hoyra. Umframt var eisini ein heilur fuglaflokkur í búri og eitt altar. Tað var sjónligt [...] Koyggjurnar tóktust stuttar, og dúrkið var ikki meira enn eitt vanligt skrivaraborð í vídd. Og ikki var hægri enn í mesta lagi 1,80 m. millum dúrk og loft, so neyðugt var hjá blaðmanninum at bukka seg niður [...] dálka dúrkið. Soleiðis. Sama var allastaðni umborð. Ikki ein blettur nakrastaðni. Og í maskinrúminum var so reint, at til hevði borið at lagt tunguna á allastaðni. Á brúnni var ein føroyingur, sum hevði verið
løgtingsins var í Noregi og hugdi at oljuvinnuni har, báði á sjógvi og landi. Henda ferðin hevur givið mær eina heilt aðra, og bjartari mynd av oljuvinnuni, enn eg hevði frammanundan. Henrik Old var ein av [...] teir vóru á boripallum til havs. Eru altíð frammanfyri trygdarkrøvini Henrik Old sigur, at tað, hann var serliga hugaðir í, er trygdin, báði hjá fólkinum í oljuvinnuni, men ikki minst umhvørvistrygdini. Hann [...] r áttu at blivið broyttir, so vandastøða ikki tók seg uppaftur. Henrik Old sigur, at á henda hátt var tað eydnast summum pallum at forða fyri, at skaði yvirhøvur hendi. Og tað heldur hann er heilt ótrúligt
vitjaðu í altjóðadeildini hjá AlÞinginum og á Ríkisgrannskoðanini ? Endamálið við ferðini var í tveimum. Annað var at frætta um, hvussu tey í Íslandi skipa tingarbeiðið, og hvussu tey loysa tær praktisku [...] annskoðanina, og at tað tí var sera áhugavert at tosa við fólkini á íslendsku ríkisgrannskoðanini. Annars siga tey bæði, at tey vóru sera væl móttikin í íslandi. Ferðin var sera væl løgd til rættis. Tingfólk [...] ? Tað var ein sera áhugaverd vitjan í Íslandi í seinastu viku, siga bæði Bjarni Djurholm og Marita Petersen, sum saman við Signari á Brúnni vitjaðu í Íslandi saman við Sjúrða Rasmussen, fulltrúa og Súsonnu
atkvøtt verður um besta spælarar hjá kvinnum, og annað árið á rað var hesin spælarin at finna í KÍ. Í fjør var tað Margit Joensen og í ár var tað suvereni topskjúttin í kvinnudeildini Rannvá Andreasen. KÍ [...] Um vikuskiftið var innandura kapping í Vági, og í tí sambandinum var atkvøðugreiðsla millum spælararnar, um hvør skuldi verða ársins spælari hjá monnum og kvinnum. Fyri fyrstu ferð varð eisini atkvøtt [...] og á landsliðnum var hann fleiri ferðir besti maður. Julian orkar væl, er skjótur og sterkur, og tað eru kvalitetir, sum koma føroyska A-landsliðnum til góðar í altjóða dysti. Julian var fyrr í ár í Italia
venjaranum. Tá hevði hann lagt Esbjerg á odda 1-0 í dystinum móti Roskilde, og málið hjá Jan Allan var grundarlagið undir einum 2-0 sigri. Michael Køhler økti til 2-0, tá tað manglaði stívliga korter.
ár, og fyrsti dysturin gav eisini ábendingar um, at liðið var ikki væl fyri. Men longu í næsta dystinum var myndin heilt ein onnur, og liðið var meiri enn óheppi við ikki at vinna. ? Vit hava ein tunnan [...] sunnudagin. Hansara lið tóktist hava fullkomiliga tamarhald á dystinum, og var langt á odda í seinna hálvleiki. Í hálvleikinum var støðan 15-10 til Neistan, og teir bláu øktu um leiðsluna so hvørt sum seinni [...] av dystinum var støðan 8-2 til Neistan. Og restina av fyrra hálvleiki helt Neistin fram við at hava trygga leiðslu. StÍF tók seg eitt sindur inn á Neistan, men tá liðini fóru til hálvleik var støðan 15-10
Fótbóltskappingin var langt frá av, tá fleiri feløg høvdu sett venjaran, sum skuldi taka sær av liðnum næsta kappingarár. Og nú tríggjar vikur eru síðani seinasta leikumfar, hava øll feløgini, sum spæla [...] skal standa á odda fyri liðnum. Gongdin er broytt munandi seinnu árini. Fyri bara fáum árum síðani var púra vanligt, at feløgini fóru at søkja eftir venjara einaferð eftir ársskiftið. Slíkar lýsingar gerast [...] seinast Seinasta felagið, sum alment hevur fingið venjaraspurningin uppá pláss, er NSÍ. Í síðstu viku var fundur millum nevdina í felagnum og verandi venjaran, Petur Mohr, og tað, sum lá í luftini, varð staðfest
vóru dystirnir millum Neistan og StÍF heldur løgnir. Og ið hvussu so er var talan um leikgongd, sum ikki so ofta kemur fyri. Víst var bragdið hjá mansliðnum hjá StÍF meiri eyðsýnt enn tað hjá kvinnunum hjá [...] av fyrra hálvleiki gekk javnt á, og liðini skiftust um at gera mál. Fyrst var Neistin frammanfyri, men StÍF javnaði, og síðani var gongdin tann øvugta. Seinastu fimm minuttirnar fyri hálvleiki gekk væl hjá [...] sum støðuga hóttan. Mildrið Jacobsen var neyv, tá hon slapp ígjøgnum á vonginum, og úti frá royndi Inga Danberg seg fleiri ferðir við skotum, sum góvu mál. Langt var ímillum málini hjá StÍF. Tey gjørdust
álopsspælið var ikki so flótandi og neyvt, sum tað vanliga er. KÍF helt sær frammanfyri meginpartin av fyrra hálvleiki, men so hvørt sum tíðin leið nærkaðist VÍF, og tá liðini fóru til hálvleik, var VÍF frammanfyri [...] fast um leiðsluna, og teir drógu frá KÍF. Tá 10 minuttir vóru eftir at spæla var eingin ivi um hvør fór at vinna, tí tá var VÍF frammanfyri 29-21. KÍF skoraði nøkur mál móti endanum av dystinum, men at [...] liðini. Hjá VÍF vóru tað Ingi og Áki Olsen, sum gjørdu flestu málini, Ingi gjørdi 11 og Áki 10. Hjá KÍF var Eddie Joensen topskjútti við átta málum, og Petur Martin Johansen gjørdi sjey mál.