og arbeiðsgevarar hava goldið síðan 1. januar 1992 í grunnin, lønmóttakarar 1/2% av lønini so hvørt og arbeiðsgevarar 1/2% av lønunum í undanfarna ári. Eitt ársinngjald frá 1. apríl 1993 - 31. mars 1994 [...] mánaðin - ella 6.300 krónur um árið. Ásetingin er galdandi fyri árið 1998, og fáa øll, sum hava fylt 67 ár, eftirløn úr grunninum. Løgtingslógin um eftirlønargrunn er frá 1991, men hon er brytt nakrar ferðir
dystirnir vórðu styttir til tvær ferðir 15 minuttir, tí seinkingar vóru í kappingini. VKF-Århus II 1-2 Samansetta liðið úr Vejle, Kolding og Fredericia kláraði seg væl fyrsta dystin. Lungu og bein vóru [...] røttum stað einar 3-4 ferðir, og bjargaði góðum royndum. Esbjerg-Horsens 1-0 Hesi liðini hava í fleiri ár havt javnar dystir í FM-kappingum, og hesin dysturin var einki undantak í so máta. Bæði liðini eru [...] sindur í álopsspælinum, tí liðið fekk ikki mál. Tað dugdi Esbjerg betur og vann 5-0. Århus II-Århus I 1-2 Lokaluppgerðin hevði teir flestu áskoðararnar, og spælarar sóu fram til dystin. Og dysturin gjørdist
Grundað á tilmæli frá ICES um at minka veiðuna frá 1,5 mió. til 1,2 mió. tons ella 20% samtyktu strandalondini, at heildarveiðan fyri 1998 ikki skal fara upp um 1,3 mió. tons. Hetta er ein niðurskurður [...] ICES viðvíkjandi fiskiskapi í norðuratlantshavi, ACFM, viðgjørdi norðurhavssildina á fundi í mai í ár. Stovnurin verður mettur at vera oman fyri tað lívfrøðiliga lágmarkið. Stovnsmetingin verður ikki hildin [...] tvørturímóti fer stovnurin at minka. Verður hildið fram við verandi heildarkvotu (1,5 mill. tons) nøkur ár fram, er sannlíkt, at stovnurin fer niður um lívfrøðiliga lágmarkið upp á 2,5 mill. tons. Verandi avtala
virkinum. Tvs, at virkið hevur føtt og klætt 80 húski, ella næstan 300 fólk. Tað vil aftur siga eini 11-12% av vágafólki, tí í Vágum búgva 2.586 fólk. Tí reageraðu vágafolk ógvuliga harðliga ímóti ætlanini [...] at Fiskavirking hevur lovað at brúka virkið so nógv sum gjørligt hesa tíðina. Fáa útvið eitt hálvt ár Johannes Klein sigur, at tað er ikki avtalað, akkurát, hvussu leingi, Fiskavirking skal hava virkið [...] heldur hann, at tað lá í kortunum, at teir hava fingið eitt skotbráð út í februar, kanska mars, komandi ár. Hetta gevur okkum tað, skotbráið, vit hava biðið um. Vit hava all tíðina tvíhildið um, at tað var
irnar ov mikið at brenna, og veksur nøgdin við somu ferð sum síðan seinasta ár, koma báðar brennistøðirnar í neyð um tvey ár. Tað metir Poul Andrias Joensen, stjóri á brennistøðini í Leirvík. Beint sum [...] tí nú millum støðirnar um framtíðar samstarv. Í 1995 tók støðin í Leirvík ímóti 12,227 tonsum, og í fjør 13.722 tonsum. Í ár væntaðu tey, at nøgdin fór at verða umleið 14.000, men hon verður nærri 14.500 [...] 5%, fáa báðar stðirnar trupulleikar við at brenna alt burturkastið ár 2000. Verður vøksturin 8% sum nú, koma trupulleikarnir um tvey ár. Meira endurnýtslu - Tað besta, vit kunnu gera, er at arbeiða meira
Dreingir 12-14 ár 1. Bjartur Lamhauge 300 2. Hanus Eliasen 280 3. Jonhard Hansen 260 4. Steinar Jacobsen 240 5. Dánjal P. Joensen 220 Bjartur er úr HBF, meðan hinir eru allir úr ÍF Dreingir 10-12 ár 1. Tummas [...] Dreingir 14-16 ár 1. Aksel Poulsen 300 2. Tommy Jacobsen 280 3. Teitur Ellingsgaard 260 4. Leivur á Lækjuni 240 5. Jens Norðberg 240 Leivur er úr ÍF, meðan hinir eru úr HBF Gentur 14-16 ár 1. Karin Hansen [...] Gunnar Poulsen 280 3. Jákup á Lækjuni 260 Jákup er úr ÍF, meðan hinir báðir eru úr HBF Gentur 10-12 ár 1. Elin Hansen 300 2. Una Nielsen 280 3. Guðrun Poulsen 260 4. Birita Nielsen 260 5. Sára Arge 240
kostaði 27 milliónir krónur at reka. Av hesum rindaðu føroyingar 15 milliónir, meðan danir rindaðu hinar 12 milliónirnar. Danski parturin av rakstrinum fer til at halda prestagarðarnar, og til lønir til biskup [...] lítli áhugin fyri hesum starvi speglast aftur í valluttøkuni, tá val er til kirkjuráðini fjórða hvørt ár. Hesi val eru skipað eins og kommunu- og løgtingsval, men luttøkan er at kalla eingin. Seinast, tá [...] handlingar. Ein onnur uppgáva hjá kirkjuráðnum er at velja prest. Og verður tað, sum tey, ið nú í fleiri ár hava arbeitt við dagføring av kirkjulógunum, ætla, fer kirkjuráðið at fáa víðkaðar heimildir og ábyrgd
Elsti maðurin á Svínoynni, Kaj Thomasen úti á Bø, fylti næstseinasta sunnudag 90 ár. Og frá øllum okkum í familjuni á Gerðareiði í Klaksvík skal ljóða eitt hjartaliga tillukku til skyldmannin. Fólkaslagið [...] fragd at fáa upplýsingar frá Ólavi Clementsen, Jukim Olsen og Óla Johannesen. Teir hava allir í mong ár verið á Matrikulstovuni, men nú er bara Óli eftir. Hinir báðir eru farnir frá fyri aldur. Heini Joensen [...] Thomas Sigurd, sum var føddur í 1890, Anna Sofía, sum var fødd í 1896 og Axel Marius, sum var føddur í ár 1900. Í fólkateljingini í 1911 er bara Poul í Havnini. Tað er tann Poul Niclasen, sum seinni var blaðstjóri
Rituvík og á Glyvrum. Hann er útbúgvin lærari og teologur. Helgi hevur virkað sum trúboðari í uml. 25 ár. Fyrst í Etiopia, síðani í Senegal og so aftur í Etiopia, hagar hann eftir ætlan aftur skal sendast [...] Møtini verða eftir ætlan hildin í hesi røð: Týskvøldið 11. nov. í missiónshúsinum á Argjum, mikukvøldið 12. nov. í missiónshúsinum við Landavegin, hóskvøldið til og við sunnukvøldið í Meinigheitshúsinum í Havn
oktober í ár, er eginognin í Framtaksgrunninum negativ við 16,1 mió. krónum. Fíggjanevndin heldur, at heimild Landsstýrissins eigur at avmarkast, og skýtur tí upp av avmarka heimildina soleiðis,at 12,5 mió [...] at danska stjórnin somuleiðis leggur 12,5 mió. krónur av lánsupphæddini um til stovnsfæ soleiðis, at samlaða upphæddin verður 25 mió. krónur. Skulu meira enn 12,5 mió. krónur av landskassans lánspeningi [...] Semja er um at geva Landsstýrinum heimild at leggja upp til 12,5 mió. krónur av lánsupphæddini til Framtaksgrunnin um til stovnsfæ, treytað av, at viðtøkurnar fyri Framtaksgrunnin verða broyttar. Umframt