Hugurnar til jørð og seyð hevur altíð eyðkent teg, og var tú seyðamaður bæði á Leiti og Bláabergi í nógv ár. Tá lembingin var fyri, skuldi tíðliga verða farið frá húsum fyri at náa runt og vera aftur til skúlan [...] 1957 kom eisini kirkjan, og var tú deknur og organistur har til í oktober 1975, tá tú fór til Havnar at búgva. Hetta stendur sum ein karmur um míni barna- og ungdómsár, og er tað ongin býarmynd ? hvørki her [...] Mær kemur til hugs ein morgun í mai ?94, okur báðir stóðu úti við Millugarðin á Økrum, tá ein slupp kom við fullum seglum inn um boðarnar í fjørðinum, og tú spurdi meg, hvat hatta var fyri eitt skip.
atfinning havi eg til sjálva framsetingina, har eg haldi, at høvundurin hevur lyndi til at brúka tann í fyrilestrum hóskiligari siðin at sleppa einum tráð við lyfti um seinni at venda aftur til evnið og gera [...] neyvan hóskað til verkheildina, sum hon er. Heldur eru viðgerðirnar intuitivar og sansandi, og stórur og djúpur kunnleiki til heimsbókmentirnar ger samstundis, at høvundurin er førur fyri við skaldskaparligum [...] vit sum lesarar eru hjá honum har. Vit síggja umstøðurnar fyri okkum, vit kenna dagsins gongd og vit fáa enntá at vita, at Janus fekk átalu fyri at »skriva vers« á pappírið, sum fangarnir fingu útflýggjað
tekur fyri fult. Og hóast vit so dekoreraðu bagatellina við 10.000 ættarsøgum, so broytir tað snøgt sagt onki! Hinvegin kenni eg meg ikki so vissan í, hvat tað er fyri heilivágur ið skal til, fyri at broyta [...] Sámal Petur í Grund sær fyri at syndra. Nakra sakliga grundgeving fyri at privatisera skotlandssiglingina, sum Strandferðslan yvir eitt drúgt áramál hevði bygt upp, var ikki til. Vit síggja eisini úrslitið [...] kristiliga propagandu, og uttan iva er altartalvan til gleði og uppbygging fyri tey, ið mistu pengar, tá bankin fór av knóranum. Men eg haldi ikki, at tað ber til at lesa nakra djúpa religiøsa kenslu burturúr
var góða undirtøkan svitaleyst prógv um: Tvær framførslur fyri fullum húsum. Hevði leitað mær niðan í Húsið til fyrru konsertina. Hetta fyri at hava møguleika at uppliva konsertina bæði í høll og á skermi [...] Væl gekst ferðin gjøgnum høllina, til Kanny Konduktørur boðaði frá, at nú vóru vit í Roskilde. Einasta atfinningin fer til myndamannin hjá sjónvarpinum, ið var ikki til reiðar at taka ímóti á farstøðini [...] land á klettunum fyri fyrstu ferð. Tónleikurin var eyðkendur filmstónleikur. Eitt einfalt tema, ið spakuliga veksur fram úr fyrruni. Kom at hugsa um Carl Nielsen og hansara »Fantasirejse til Færøerne«. Orkestrið
Hitler. Við ein danskan sjónvarpsmann segði Zakarias Wang: - Vit hava skrivað til Nyrup, at hann var hjartaliga vælkomin til Føroya um hann vildi geva okkum tey boð, at vit kundu fáa okkara frælsi frá Danmark [...] tað hann hevur gjørt, er eitt lógarbrot. - Í talu míni samanlíknaði eg Nyrup við Hitler. Hitler var hóast alt so mikið at sær komin, at hann fór ikki til Noregs at vitja Quisling. Er tað tykkara støða um [...] - Eg haldi tað vísir, hvørja vanvirðing, hann hevur fyri Føroyum og føroyingum, segði hann. - Eg trein tí eitt trin inn í bussin og takkaði honum fyri, at hann ikki reisti seg undir tjóðsanginum. Fólkaítakið
ein sjarmuoffensivur hjá Poul Nyrup Rasmussen til heiðurs fyri fjølmiðlarnar við føroyskum lesandi sum statistum. ? Hesum vilja vit sum felag ikki vera við til, men annars blanda vit okkum ikki í, hvat tey [...] ? Við at bjóða okkum til kjakfund mitt í próvtøkutíðini í januar, og við so stuttari freist, gav forsætisráðharrin okkum ongar møguleikar fyri at vit kundu fyrireikað okkum til fundin, og tí dugdi vit [...] harmast um, at felagsskapurin kortini eru misnýttur í fjølmiðlunum at píska ein stemning upp bert fyri at skaða viðurskiftini millum Danmark og Føroyar, sigur Flóvin Eidesgaard, formður í MFS at enda.
mannin. - Eg ringdi til hansara, og hann var eisini fegin. Hann segði mær, at hann hevði fingið eitt lítið ljós av, at eg var á lívi. Jógvan Glerfoss hevur síðan í heyst hildið til hjá soninum á Argjum [...] soninum á Argjum og er komin fyri seg aftur. Ætlanin er at fara norður aftur. Jógvan Glerfoss lærdi timbursmíð fyrst hjá abbanum og so hjá pápanum í Mikladali. Hann lærdi til seturskipara og førdi skip undir [...] undir krígnum, og so lærdi hann til bátasmið. Um summarið var hann til skips, og um veturin smíðaði hann bátar. - Vit eiga at gleðast yvir lívið, meðan vit hava tað. Maður skal gleðast um arbeiði sítt
fyrr, men Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, er ikki so glaður fyri tíðindafólk, sum eru ov nærgangandi. Hetta kom eisini tíðuliga til sjóndar, á fundinum í Nóatúni í gjár. Hann segði millum annað, at [...] Hatta er nýtt fyri meg, tað má eg siga. - Fyrsti parturin sendingin var um, hvussu Føroyabólkurin fyrireikaði kreppuna í Føroyum. Annar parturin var um, hvussu Nyrup legði felluna út fyri føroysku mynd [...] kunnu sleppa av við allar myturnar, og byrja at tala saman aftur. Tað er, eftir míni meting, av allarstørsta týdningi fyri okkum øll . Høgni Hoydal rættar Nyrup Høgni Hoydal, sjónvarpsmaður, sum var ein
vit eftir orsøkunum til, at tann føroyski búskapurin er betri fyri í 1997 enn í 1996, so er ein av orsøkunum, at meiri fiskur er komin uppá land, og ikki minst, at meiri er fingið fyri hann. - Hetta er alt [...] Tjóðveldisflokkinum í eini viðmerking til nýggjársrøðuna hjá Edmundi Joensen, løgmanni. - Edmund Joensen byrjar við at rósa sær sjálvum, og hinum landsstýrismonnunum fyri, at tað búskaparliga gekk betri í [...] Finnbogi Ísakson, at teir í Landsstýrinum hava verið alt ov glaðir fyri, at lata pening úr landskassanum. - Tá eg játtaði at atkvøða fyri fíggjarlógini, kravdi eg, at tað skuldi latast ein skattalætti uppá
og nappa. Tað, at eg nevni abban, er tí, at hann, saman við tykkum, hevur verið við til at gera barnaheim mítt til nakað heilt serligt. Og her er tað, at tit bæði, faðir og móðir, koma inn í myndina. [...] kvøld. Gomul fólk fara, yngri koma til og verða eisini gomul. Soleiðis er lívsleiðin. Tit eru nú bæði farin um »støvets år«, og í tí sambandi vil eg senda eina heilsan til bróðir mín við húski. Tað, at tit [...] tit eisini búgva í Dali og kunnu vera um foreldur míni, eri eg glaður fyri. Tillukku við gullbrúdleypsdegnum tann 11. og Guð signi framtíð tykkara. Heilsan frá okkum á Fuglebjerg. Tórur