marknaðirnir eru nýggir. Á húsamarknaðinum ber til hjá húsameklarum, advokatskrivstovum, privatfólki o. ø. at lýsa við sethúsum og bygningum, sum eru til sølu. Saman við lýsingini kann vera mynd av húsinum [...] ber til at leita eftir húsum í ávísum prísflokki, ella eftir øðrum serligum eyðkennum, ið fólk sjálv velja. Á bilmarknaðinum kunnu bæði bilasølur og privatfólk lýsa sínar nýggju og gomlu bilar til sølu [...] sølu, og her ber eisini til at hava mynd av bilunum, og verða hesar lýsingarnar eisini lagdar í ein dátabása, so til ber at leita eftir prísi, merki ella øðrum. Á arbeiðsmarknaðinum verða tveir tættir. Ein
dag, og ivist eg ikki í, at um okkara verkætlan verður til veruleika, verður ikki neyðugt at tyngja okkara skattgjaldarar við at gjalda nakað til hana, um vit ikki vilja sjálvir, tí at tað eru nógvir grunnar [...] Skulu vit bara framhaldandi sita hendur í favn og bíða til Múrurin er farin fyri skjeyti? Okkara mætasta fornminni? Nøkur orð um og spurningar til varðveitingarætlanina hjá Føroya Fornminnissavni Í veruleikanum [...] varðveitingarætlan tykkara, sum eg havi lisið gjølla, haldi eg eru nógv ymisk ting, sum eru mótsigandi og ætli eg tí at seta spurningar til okkurt av hesum. Á síðu 4 stendur: »Tískil er tað av so avbera stórum
fram í danska Uttanríkismálaráðnum fyri har at kunna seg um onnur ting, sum hava við starvið at gera, áðrenn hon í miðjum komandi ári fer til Brüssel, verður sagt í tíðindaskrivi frá Løgmansskrivstovuni. [...] Dahl sigur við Sosialin, at hetta starvið tykist passa væl ta útbúgving, hon hevur, og hon gleðir seg til at byrja. Esther Dahl sigur, at starvið er spildurnýtt, og hon skal sjálv vera við at byggja tað upp [...] at gera fleiri viðmerkingar. Hon tekur við nýggja starvinum tann 1. januar 1998, men fer helst ikki til ES-høvuðsstaðin fyrr enn einaferð mitt í komandi ári. Tað tekur tíð at seta seg inn í slíkt starv.
uppá 20 til 30 milliónir. Hóast hetta, so hava landsstýrismenninir, hvør í sínum lagi, eina ætlan um, hvat avlopið skal nýtast til. Eitt avlop, ið ikki er til, og sum neyvan heldur verður til taks. Seinasta [...] og samtykt. Í 1995 gekk enn betur. Hallið, sum varð mett til 209 mió. kr., varð í árinum vent til eitt lítið avlop. Í 1996 varð hallið mett til 159 mió. kr. Úrslitið verður umleið javnvág ella møguliga [...] fyri, at ríkiskassin framhaldandi skuldi umfíggja okkara uttanlandsskuld, hagar til øll okkara skuld í útlondum varð umløgd til ríkisskapsskuld. Tey fyrstu árini aftaná gekk støðugt framá. Longu í 1994 kundu
standa á gáttini til 21. øld standa stórbroytingar fyri framman. Um 10-20 ár er kanska koyrandi báði til Klaksvíkar og til Vágar. Hava tit gjørt nakað serligt fyri at brynja tykkum til tær avbjóðingarnar [...] avbjóðingar við sær. Tí tá verður ikki bara koyrandi til Runavíkar úr Vágum og úr Norðoyggjum. Tað verður eisini koyrandi úr Runavík til Klaksvíkar og til Vágar. Men tað skuldi tað verðið ein styrki, at vit [...] Handilsmiðdeplinum í Runavík, heldur, ein ein grund til, at handilslívið í Runavíkini stendur so sterkt, er, at tey hava altíð torað og hava havt dirvið til at farið undir okkurt nýtt. Handilsmiðdepilin varð
álvarsligum - uppskotum til viðtøkubroytingar. Tað vald, sum ein umboðsnevnd í einum lutafelag sum SEV natúrliga hevur, skal skerjast. Framyvir skal umboðsnevndin avmarkast til ein kaffiklubba. Fari eg [...] in skal hava givið sína heimild, tá ið tað snýr seg um keyp, sølu og veðseting av føstum ognum. Í dag skal leiðslan so statt kunna vísa til eina samtykt í umboðsnevndini, har handilin verður heimilaður [...] so tað. Umboðsnevndin skal taka støðu til, um umboðsnevndarfundirnir skulu vera opnir. Verður her fyrst g fremst hugsað um, at fjølmiðlarnir eiga at hava atgongd til fundirnar. SEV er alt ov afturlatið.
stóran mun um fløgurnar koma fyri jól ella til aðrar tíðir. Føroyskar fløgur selja altíð væl tá tær verða útgivnar, og hóast jólini altíð hava við sær meiri sølu, ger tað ikki so stóran mun, um fløgurnar [...] føroyskum tónleiki í løtuni. Nógvar fløgur koma út, og úrvali er fjølbroytt, alt frá rocki og poppi til gospel og kórtónleik. Undan jólum legst vanliga nógv afturat á fløgumarknaðinum og í bókarúgvunum, [...] koma tvær fløgur afturat, sum kunnu væntast at fara at selja nógv. Útvarp Føroyar útgevur uppfylgjara til vælumtóktu barnafløguna, Men minnist eina mynd, og tað er væntandi, at fólk enn einaferð fara at taka
á Eirargarði, sum fyrr hevur verið tosað um at gera til umsitingarbygningar, nú kortini fara at verða nýttar til upprunaliga endamálið. Nevniliga til heim fyri fólk, sum hava ein serligan tørv. Annars helt [...] fyri brekað. Tí kundi Húsalánsgrunnurin staðið fyri. Kommunurnar brúka nógvar pengar til óneyðug ting, segði Heini, og til átti at borið hjá teimum at gjørt nakað meira við hendan trupuleikan. Strandfaraskipini [...] ður í almannamálum, málinum frá sær og lat tað aftur til tingmenn sjálvar. Kristian Magnussen segði, undir orðaskiftinum um frágreiðing hansara til Løgtingið um støðu teirra brekaðu, at tingmenn høvdu
kjaftaslit, og soleiðis kann eitt fakfelag ikki arbeiða í nítiárunum. Men ítøkilig tiltøk, sæst onki til. Og úrslitið sæst eisini. Tí veruleikin er, at limirnir hjá Ingeborg Vinther hava at kalla ongar [...] skipini kunnu avreiða í mesta lagi 25% uttanlands, uttan at missa fiskidagar. Og eitt lóggevandi ting, sum vil takast í álvara, letur seg ikki hótta uppá henda mátan av feløgum, ið onki hava við málið [...] ikki tikið lut á vanliga samfelagslívinum, samstundis sum teir mangan hava størri útreiðslur, t.d. til arbeiðsklæðir. At vera fiskimaður er eisini óvanliga strævið arbeiði. Óli Jacobsen sigur, at helmingurin
eru tó bert privatu lýsingarnar, sum í mesta lagi telja 40 orð, har bert ein lutur verður lýstur til sølu, og har upplýsta søluvirðið ikki er hægri enn 20.000 krónur. Lýsarin velur sjálvur, hvørjum teigi [...] vikuna. Annar teigur, sum Sosialurin hevur havt í nøkur ár kallast Nøvn Nú. Her ber til hjá lesarum at senda heilsanir til persónar saman við mynd. Kostnaðurin fyri slíka heilsan er 20 krónur.