Sjómansheiminum í Havn 1. november í fjør. Vit prenta her tað, løgmaður bar fram tá. Hann segði: -Havið er okkara lívsgrundarlag og tann fongur, sum sjófólk okkara fær á havinum, bæði er og hevur leingi [...] kvinna á sjónum. Men í ár er talið yvir tey, sum doyðu á havinum, tvífalt so stórt, nevniliga 12. Teir, sum eru farnir á havinum seinasta árið, eru: Birgir Ryan, Klaksvík, 54 ár. Druknaði við danska skipinum [...] Var við »Palla hjá Marionnu«. Doyði 5. mars 1998. Fimm mans fórust við »Sjóborgini«, 2. apríl 1998. Teir vóru: Tonny Thomsen, Strendur 56 ára gamal. Símun Pauli á Fríðriksmørk, Strendur, 31 ár. Poul Johannes
SÍF við einum. Teir báðir risarnir í føroyskum manshondbólti brustu sunnudagin saman í ítróttarhøllini á Hálsi. Seinastu árini hava vestmenningar sum oftast verið við yvirlutan, og teir hava eisini vunnið [...] og fyri aðru ferð á rað noyddust føroyameistararnir úr Havn við ongum. Herfyri taptu teir móti H71, og nú lógu teir eisini undir móti Kyndli. Fyri tey uttanveltaðu kann hetta bara vera gott, tí tað skapar [...] á odda í kappingini. Komandi vikuskifti spæla teir móti Neistanum, sum eisini er komin óvæntað væl frá byrjan í ár. Vestmenningar noyðast at ásanna, at teir ikki eru heilt so væl fyri sum seinasta kappingarár
avrikini hjá Pálli og Jens Martini, og tað hava teir eisini víst, nú teir hava havt ábyrgdina av U-18 landsliðnum. Áðrenn fráferðina úr Føroyum vandu teir 55 tímar, og spælararnir fingu allar tær ákoyringarnar [...] Guðlaugsson er venjari, og Jens Martin Knudsen er hjálparvenjari. Teir hava báðir verið í Íslandi mesta partin av árinum, og tað var ikki fyrrenn teir vóru komnir heimaftur, at tað av álvara var farið undir at [...] í felagnum, sum teir koma frá, og onkrir hava spælt í 1. deild. Hetta hevur havt við sær, at venjingarstøðan var ikki av leið, tá Páll og Jens Martin fóru undir sítt arbeiði, men teir báðir hava heldur
samstundis sum jørðarbeiðið verður fingið frá hondini. Í býráðið hósdagin Fyri einum fjórðingsári síðani tók Tórshavnar býráð stig til at seta eina fýra manna nevnd at taka sær av fyrireikingararbeiðnum ígjøgnum [...] keypast á sama stað í Danmark, sum toftamenn keyptu sítt flag, og somu donsku ráðgevarar, sum vegleiddu teir á Toftum, eru við í ætlanini í Gundadali. Hesir hava arbeitt í samstarvi við ein tekniskan bólk í
so tað kom at standa sum ein forðan. Mikukvøldið tók kranabilur so og flutti Undirhúsið í heilum líki niðan á nýggju grundina, har tað nú stendur. Teir eldru, ið hittast í Undirhúsinum, sleppa nú undan
M.a. hendir tað javnan, at teir ?missa? skip norðureftir, tí teir klára ikki at bjóða ímóti virkjunum, sum eru stovnað við almennum studningi. Fara so logandi á heysin Teir tríggir virkiseigararnir í Vági [...] fara á heysin. Teir siga, at í hvussu so er standa øll tey smáu fiskavirkini í Vági so illa í tí, at tey eru øll somul farin á heysin komandi summar. Men teir leggja afturat, at eftir tí, teir hava tosað við [...] marknaðarprísinum, - um virkini høvdu havt vanligar íløgurnar at svara fyri eisini, leggja teir afturat. Teir siga, at teir eru ikki úti eftir at fáa prísin niður fyri at fáa taðverri hjáskipunum. - Men prísurin
fundur, har teir fingu at vita, hvussu landið lá. Hann sigur, at roynt verður nú at fáa fund í lag ímillum landsstýrismannin í vinnumálum, Finnboga Arge, og virkisleiðararnar í Vági, har teir sleppa at greiða [...] burturúr fundinum, sum virkisleiðarar í Vági høvdu við løgtingsmenninar úr økinum nú um vikuskiftið. Teir, sum hava fiskavirkini í Vági høvdu boðsent løgtingsmonnunum úr syðru helvt í suðuroy á fund leygarkvøldið [...] greiða honum frá støðuni og har teir fáa at vita frá honum, hvat ætlanin er at gera við trupulleikan. Henrik Old sigur, at hann er samdur við vágbingunum í, at virkini uttanfyri tær almennu stuðulsskipanirnar
lata upplýsingar um okkara innastu loynidómar til ein ?privatan, útlendskan spekulant?, sum onkur tók til. Og fyri at skera vandan og álvaran út í papp, varð m.a. víst til, hvussu stór mótsøðan var Íslandi [...] ymsar royndir í sambandi við ymsa gransking. Tað er ein partur av fría granskingarrættinum. - Men teir fara av landinum við úrslitinum. Sostatt gleppur ein vitan okkum av hondum, uttan at tað føroyska [...] gikt, ella parkinson, ella aðrar sjúkur seinni í lívinum? Er tað vert at vita slíkt? - Hetta reisir teir stóru spurningarnar. Men bíblian hevur lært okkum, at menniskja hevur etið av kunnleikans træi. Og
Verkætlanin hevur gingið sera væl. Havið er tveir triðingar av jarðarflatuni og er eitt tilfeingi, sum ikki rættiliga verður virt. Áhugin hjá teim ungu sigur okkum, at havið í framtíðini verður hægri raðfest [...] Oslo sýnir flokkurin eina undirvísingartilgongd, ið tey gjøgnumførdu í 8. flokki og sum tey kalla: Havið, okkara matvøruframleiðari. Tveir næmingar, Erik Jespersen og Beinta Johansen, og lærarin Evald Rasmussen [...] Oslo saman við lærugreinarráðgevaranum Lissi Hansen. Tey seta framsýningina upp, og vísa Føroyar og havið rundan um sum ein hin besta og reinasta matvøruframleiðaran. Tey vísa í myndum og teksti eina undirvísing
og lívga um hana inni í tær. »Hvussu gongst uppi á Langanesi«, plagdu teir gomlu sjómennirnir at spyrja meg, so títt og knapt teir hoyrdu mítt føroyska mál, úti á Landssjúkrahúsinum. »Ísland, vælsignaða [...] tá ið teir birtust, Tróndur og Ivan. Alt gekk siðiliga og høviskt fyri seg, ein ektaður fundur við skrá. Leiðslan skilti sjálvandi sjónarmið okkara, men forðingar vóru av ymiskum slag, og teir gjørdu [...] vera væl brynjaðar og lótu mótsagnir fúka aftur um oyru. Men, gakk! Teir takkaðu fyri vístan áhuga, tørvur var als ikki á hjálp. Prátið tók eina tøkniliga vend, og um satt skal vera satt, so var tað hvørki