spælir við AB í 2023. Bartal er av Argjum og hevur ongantíð spælt í øðrum felagi. Hann hevur verið partur av bestaliðshópinum síðani 2017 og er á hendan hátt komin upp á sítt høga dystartal, sigur AB og leggur [...] vinna fast pláss á Betrideildarliðnum hjá AB, so er bara eitt at gera: Halda fram við at stríðast, taka tær røttu avgerðirnar og taka av møguleikanum, tá hann kemur. AB hevur fyri tað mesta longt við teir ungu [...] AB boðar í dag frá, at Bartal Skaalum Petersen hevur gjørt nýggjan sáttmála við felagið. Rokaligi áleyparin er 21 ára gamal og hevur longu spælt 106 dystir barndómsfelagið, men hann manglar enn at vinna
AB hevur leitað eftir nýggjum høvðusungdómsvenjara og í dag er hevur felagið kunngjørt, at tað verður Allan Mørkøre. Hann er bæði fyrrverandi venjari og spælari á Argjum. AB skrivar: Nýggjur høvuðsung [...] hvør. Nýggi høvuðsungdómsvenjarin hjá AB er nevniliga eitt av heilt kendu nøvnunum í føroyskum fótbólti, Allan Mørkøre, sum hevur skrivað tvey ára sáttmála við AB. Allan, sum er blivin 51 ára gamal, er [...] hann føroyameistaravenjari við okkara U21-liði í 2018. Harafturat hevur Allan somuleiðis spælt við AB í bæði bestu og næstbestu deildini sum leikari. Seinastu árini hevur klaksvíkingurin verið høvuðsu
AB hevur leingi leita eftir einum áleypara. Í kvøld boðar felagið frá, at avtala er gjørd við Ahmed Keita, sum skiftir frá B68 til AB upp á ein eitt ára sáttmála. Keita er 25 ára gamal, ættaður úr Senegal [...] Ahmed Keita við heimasíðan hjá AB. - Vit hava leingi havt eyguni eftir Keita, sum er ein tann besti áleyparin í Føroyum. Vit eru sera fegnir um, at hann valdi at koma til AB, sigur Sjúrður Olsen, formaður [...] niður í 1. deild, og tað gjørdi so, at eg fór at hyggja at onkrum øðrum felag í bestu deildini. Tá AB bað meg koma út á Argir helt eg, at tað var ein góður kjansur at fáa. Eg kenni onkrar av spælarunum
Argjum, har AB hevur vitjan av HB. Grannauppgerðin er síðsti dystur í triðja umfari. Tølini siga, at HB er stórfavorittur. HB hevur vunnið fulla úrtøku í tveimum teimum fyrstu umførunum, meðan AB hevur vunnið [...] ímóti Víkingi. Tølini siga eisini, at tað eru sjey ár síðani, at AB síðst vann stig á heimavølli ímóti HB. 25. September í 2013 vann AB 2-1 á heimavølli ímóti HB, sum síðani hevur vunnið seks ferðir á [...] Tað er hann ídag. Tá ið AB fyri einari viku síðani tapti 3-0 í Gundadali ímóti HB, var Adeshina Lawal á beinkinum í fyrra hálvleiki. Í dag er hann millum teir fyrstu ellivu. AB-HB: Rúni Gaardbo kl. 15
verður seinnapartin. AB er topplið, og alt bendir á, at argjamenn aftur næsta ár vera at síggja í fremstu røð. Einasta liðið, sum higartil í ár hevur megnað at vunnið fulla úrtøku ímóti AB, er KÍ. 22. apríl [...] apríl fóru argjamenn úr Klaksvík við 3-1 tapi. Síðani tá hevur AB vunnið tíggju ferðir og einaferð spælt javnt. AB er topplið við 37 stigum, og KÍ er næstfremst við 36 stigum. Klaksvíkingar hava tapt tveir [...] Hoyvík-Víkingur: Jóhan P. Michelsen kl. 17.30 AB-KÍ: Súni Fríði Johannesen kl. 17.00 Suðringar-HB: Janus Fossdalsá kl. 15.00 Støðan undan seytjanda umfari AB 37 KÍ 36 B68 29 NSÍ 26 Víkingur 25 HB 24 Giza
deild, AB og 07 Vestur komu aftur á slóðina í dag. AB vann ein knúsandi 7-1 sigur á B68 á Svangaskarði á Toftum. Støðan í hálvleikinum varð 2-0 til AB. Bjartur Kjærbo skeyt bæði málini hjá AB í fyrra [...] minkaði um munin til 1-5, meðan Nicolai Eriksen og Ebbe Kristinn Thomsen staðfestu stórsigurin hjá AB. Tað stóð á gomlum nøglum hjá 07 Vestur í Leirvík í dag. Emil Mikkelsen legði 07 Vestur á odda stutt [...] B71. Viggo Johannesen og Albert Róin Johannesen tryggjaðu NSí sigurin ímóti dystarenda. Støðan : 1. AB 30 stig 2. 07 Vestur 28 stig 3. Skála 20 stig 4. Víkingur 19 stig 5. HB 17 stig 6. B71 17 stig 7. KÍ
Víkingur-FC Suðuroy 4-1 (3-0) NSÍ-B36 4-3 (1-2) AB-B68 1-2 (1-2) Støðan NSÍ 35 HB 31 EB/Streymur 28 ÍF 28 Víkingur 24 B36 21 B68 18 B71 16 AB 10 FC Suðuroy 10 ÍF og AB hava spælt 17 dystir, og hini liðini hava [...] undan hesum umfarinum. Í toppinum er NSÍ fýra stig frammanfyri HB, og í botninum hava FC Suðuroy og AB 10 stig í part. Tá ið tað gongur javnt á, so kann tað í síðsta enda verða avgerandi, hvussu tað sær [...] málmunurin hjá NSÍ +17, meðan hann hjá HB er +11. Í botninum er málmunurin hjá FC Suðuroy -17, og hjá AB er hann -12. Hesa ferð var talan um fýra heimasigrar og ein útisigur. Í næstsíðsta umfari var talan
fimm minuttir. Tá var tað Sofía Purkhús, sum staðfesti sigurin. AB hevði vitjan av Skála, og eisini á Argjum var tað leingi spennandi. AB liðformaðurin, Mona Breckmann, var ikki við, og tað var smeitur [...] sjálvmál 34. 2-0: Rakul M. Johannesen 51. AB-Skála 3-0 (1-0) 1-0: Rakul Jógvansdóttir 18. 2-0: Solveig Arge 75. 3-0: Doris í Garði Olafsdóttir 90. Støðan KÍ 49 AB 41 B36 24 Víkingur 17 Skála 11 HB 5 18. [...] tá ið 17. umfar í bestu kvinnudeildini í fótbólti var á skránni í góðveðrinum seinnapartin ídag. KÍ, AB og B36 eru á ávikavíst fyrsta, øðrum og triðja plássi, og tey spældu ímóti ávikavíst Víkingi, Skála
B36, sum hvítu og svørtu gestirnir vunnu 5-0, kom ein gamal kenningur hjá AB á vøllin. Talan er um 24 ára gamla Bjarna Skála. AB skrivar, at miðvallarin ikki hevur verið partur av kappingarárinum í ár orsaka [...] Skála, og harvið hava vit tríggjar beiggjar í sama hópi, sum helst er eitt sindur sjáldsamt, skrivar AB. AB liggur í løtuni á áttanda plássi í Betri deildini. Fimm umfør eru eftir av kappingarárinum. (Sti [...] partur av hópinum restina av kappingarárinum. - Bjarni Skála hevur spælt 114 dystir fyri besta liðið hjá AB. Hann er ein stríðsmaður á miðuni, sum er gull verdur fyri eitt lið í okkara støðu, sum er noytt at
bjargaði liðnum hjá Hørði H. Askham, AB plássinum í ovara grundspælinum. AB tapti í dag 1-3 fyri Middelfart á heimavølli. Middelfart var á odda 3-0 í steðginum. AB endaði á sætta plássinum í grundspælinum [...] Thisted í dag høvdu teir farið framum AB á stigatalvuni. Hørður H. Askham fekk bara fimm minuttir á vøllinum fyri AB í dag. Hann er einasti A-landsliðsleikarin AB hevur, so tað er rættiliga margháttligt