Tilgongdin og frágongdin hevur verið søguliga stór á Argjum til hetta kappingarárið. Til dystin sunnudagin móti B36, sum hvítu og svørtu gestirnir vunnu 5-0, kom ein gamal kenningur hjá AB á vøllin.
Talan er um 24 ára gamla Bjarna Skála. AB skrivar, at miðvallarin ikki hevur verið partur av kappingarárinum í ár orsaka av útbúgving, men at hann hevur játtað at verða ein partur av hópinum restina av kappingarárinum.
- Bjarni Skála hevur spælt 114 dystir fyri besta liðið hjá AB. Hann er ein stríðsmaður á miðuni, sum er gull verdur fyri eitt lið í okkara støðu, sum er noytt at stríðast fyri lívinum í hvørjum einasta dysti. Bjarni er eldri beiggin hjá tvíburunum, Ragnari og Rógva Skála, og harvið hava vit tríggjar beiggjar í sama hópi, sum helst er eitt sindur sjáldsamt, skrivar AB.
AB liggur í løtuni á áttanda plássi í Betri deildini. Fimm umfør eru eftir av kappingarárinum.
(Stigatalvan/FSF)
# | Lið | D | V | J | T | MF | MÍ | MM | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | KÍ | 22 | 20 | 2 | 0 | 57 | 7 | 50 | 62 | |
2 | Víkingur | 22 | 16 | 2 | 4 | 62 | 21 | 41 | 50 | |
3 | HB | 22 | 14 | 4 | 4 | 47 | 22 | 25 | 46 | |
4 | B36 | 22 | 11 | 3 | 8 | 45 | 22 | 23 | 36 | |
5 | EB/S | 22 | 9 | 4 | 9 | 29 | 40 | -11 | 31 | |
6 | 07 Vestur | 22 | 6 | 4 | 12 | 25 | 55 | -30 | 22 | |
7 | NSÍ | 22 | 6 | 2 | 14 | 26 | 47 | -21 | 20 | |
8 | AB | 22 | 6 | 2 | 14 | 28 | 61 | -33 | 20 | |
9 | B68 | 22 | 5 | 3 | 14 | 29 | 46 | -17 | 18 | |
10 | SKÁLA | 22 | 1 | 6 | 15 | 22 | 49 | -27 | 9 |