nøgd við tiltakið. Tað var sera hugnaligt inni í høllini. Pallurin var sera vakur, og handlanir á eystara armi á Skálafjørðinum vístu, at teir ikki standa aftanfyri nakran, tá ið tað ræður um at vísa mótaklæðir [...] Síðani var borðreitt við grýturætti v/flutes og dessert. Øll høvdu á munni, at dessertin var góð, men grýturætturin gagnaðist ikki øllum. Tað er sjálvandi trupult at gera mat til so nógv fólk, men tað er óheppið [...] á pallin Nú var tann løtan komin til at The King skuldi koma á pallin. Kjell Elvis var ílatin sum Elvis, í einari ljósabláari drakt við belti, og skjúrtan var knappað upp. Kjell Elvis var sera væl móttikin
kanningar, sum høvdu til endamáls at samanbera djóralívið við støðuna, sum hon var um ár 1930. Tíverri vísti tað seg, at fjørðurin var so mikið illa fyri, at tey støðini, sum í gomlu kanningunum høvdu víst seg [...] kann bæði tað sum doyr, skarn og annað avfall søkka niður á botn. Inni á firðum legst ofta nógvur tari, og hesin er ofta eitt týðandi ískoyti til samlaðu nøgdina av lívrunnum tilfari á botni. - Inni á firðunum [...] vóru við bátinum hendan dagin, var Jan bæði blíður og fryntligur, og Guttormur Djurhuus er altíð áhugaverdur at lurta eftir, ti hann veit ein hóp um alt, sum livir og andar. Tað tekur sína tíð at kanna alt
renna avstað, men eg toygdi meg eftir tí, fekk fatur og togaði tað til viks, í tí ein bilur kemur framvið. Tað hevði nokk onki hent uttan tað, at klæðini hjá barninum vórðu dálkaði. Í tí eg tók í barnið [...] kostar júst tað sama kaffi í plastik 8 krónur. Eg var eftirhondini vorðin eitt sindur kaldur av øllum hesum óbehagiligu og váttligu klæðunum, men royndi mítt besta at verða um børnini. Tað rullaði nokk [...] Hóast eg royndi, eydnaðist tað mær ikki at fáa blund í eyguni, men børnini deysaðu kortini. Vit komu til Leirvíkar 20 minuttir áðrenn Dúgvan skuldi fara. Spilt bíðitíð hugsaði eg, tað hevði ikki verið so galið
sum eisini var útleigaður frá NSÍ til AB ein dyst í 2007, sigur seg stórtrívist á Argjum, hóast tað slett ikki lá í kortunum, at tað var her, hann skuldi spæla fótbólt hetta kappingarárið. – Tað hevur verið [...] aftur eftir skaða og ger tað gott. Persónliga stíli eg ikki eftir at gerast nummar fimm ella nummar átta, men vil bara vera við til at bjarga liðnum frá at fara niður. Tað var tað, vit avtalaðu, tá eg kom [...] tann 24. mai, var AB-málverjin, Heðin Stenberg, so óheppin í einum samanstoyti, at knæskelin fór úr lið. Hann var borin av vølli og beinanvegin koyrdur suður á Landssjúkrahúsið, og greitt var, at her stóð
Kvikleikin er trupulleikin Longu fyri steðgin var rættiliga skjótt greitt, hvønn vegin tað bar, og tað var somuleiðis greitt, hví hoyvíkingar so oftani hava tað so trupult móti júst StÍF. Hóast H71 rættiliga [...] Gerster. Nakrar ferðir varð roynt at spæla tunt, men tá gjørdist tað í flestu førunum júst so spískt, sum strandingar vildu hava tað, og so var tað sjáldan, at Rasmus Magnusson hevði stórvegis trupulleikar av [...] ferðir var við til at bróta ígjøgnum fløtu verjuskipanina hjá hoyvíkingum. Rutinan avgjørdi Kanska vóru tað fleiri, sum í steðginu hildu, at hetta fóru strandingarnir at koyra heim, og kanska var tað eisini
skeltingin var nøktandi. Tað kundi ganga, tá ið koyrt var í vanliga sporunum, men av tí at eg møtti bilum, mátti eg út í síðuna og har fór bilurin á glið, uttan at eg fekk gjørt nakað sum helst. Tað var myrkt [...] og tá ið tað harafturat hevði regnað illa, var tað sum at koyra á ísi. Hon sigur, at umframt at hava gjørt vegin til eitt runudíki, høvdu teir eisini grivið heilt inn undir vegjaðaran, so har var onki var [...] kanna málið. Byggifelagið má eisini innast inni hava viðurkent sína ábyrgd, tí aftaná óhappið var beinanvegin farið at spula og sópa vegin og tað var eitt arbeiði, sum vardi alla náttina.Nú eru eisini endurskin
politisku skipanini í nógv ár, sum akkurát hetta. ? Og tað er ikki longri síðani enn 16. november í fjør, at Poul Michelsen fyri opnari mikrofon í Løgtinginum var mær sera takksamur fyri at eg hevði lagt uppskot [...] at vit hava longu lagt upp fyri øllum tí, sum hann finst at. ? Og var tað nakað, sum Poul Michelsen ivaðist í, eri eg ongantíð longri burtur enn eitt telefonkall. Men í hesum sambandi hevur Poul Michelsen [...] sambandi við Postflutning. ? Tí fær Postverkið tað alt annað enn lætt, nú tað skal laga seg til at arbeiða undir vanligum marknaðartreytum. ? Sostatt er tað ikki so, at vit sleppa einum almennum risa leysum
fyritøkan tó størri í dag, enn hon var í tíðini hjá pápa hansara. - Tað vóru øðrvísi tíðir tá, og tá var tað mest ymisk vegarbeiðir, ið góvu arbeiði til bilarnar. Soleiðis var, tá eitt nú vegurin til Rituvíkar [...] bygdur, og soleiðis var eisini, tá grótkastið á Toftum varð bygt. Mortan dylur ikki, at fyri slíkt virksemi hevði tað stóran týdning, hvussu langt var til løgtingsval. - Tá var tað soleiðis, at ávísar [...] bil aftrat, tá mest var at gera, men eg valdi at tillaga kapasitetin til broyttu umstøðurnar. Í løtuni eru vit 3-4 mans sum taka sær av tí, ið er at gera. Mortan sigur, at tað var pápi hansara, Dánjal
Hann var gamal maður, tá íð eg var smádrongur og hann stóð fullkomiliga mát við myndina inni í mínum minni. Ein maður við serligari útstráling, giftur við langabbasystir míni Ebbu. Tað var høgtíðsdámur [...] ættarlið skuldi eisini til prest. Hetta var í 1971. Nú var vent í holuni. Undirvisingarcellan var kjallarin í missiónshúsinum á Strondum. Allur leikur var skúgvaður til viks. Her gekk nýggi ka [...] beinanvegin. Inni í stóra salinum sótu oyndfirðingar og supu suppu. Salurin er so stórur, at tað sá tómligt út, men skjótt fekk eg varðhugan av, at meginparturin av bygdini var her. Eg kendi
ikki gjørt tað. Teir hava ikki viljað farið undir tað stóra stríðið, tað krevur. Teir hava ikki viljað rindað tann politiska prís, sum tað kostar. Teir hava ikki havt dirvið til at staðið við tað, teir hava [...] klárað tað. Tey hava tveitt handklæðið í ringin. Tá hesi somu fólk nú leika í um tað, sitandi samgonga ger, skal tað síggjast í hesum ljósinum: Tey settu sær fyri at loysa uppgávuna, men megnaðu tað ikki [...] ikki. Tað, tey í veruleikanum eru so ill um, er teirra egnu ómegd. Tí tað er hendan ómegd sum hevur gjørt, at Høgni nú hevur ábyrgdina. Ikki perfekt Eg haldi persónliga, at tað var ómetaligt spell, at eingin