verða. Drekin Reyði og Havnarbáturin kappaðust um at sleppa undan at vera aftastur. Ta kappingina vann Drekin Reyði. Hóast tað eingin kapping var um at vinna, so megnaði Ormurin Langi at kappast við seg sjálvan [...] Tað var als ongantíð spenningur um úrslitið á vestanstevnu. Ormurin Langi sprakk avstað, í eini handavend var hann eina hálva bátslongd undan hinum báðum bátunum, og so var spurningurin bara, hvussu s [...] sjálvan. Tað sást, tá ið hann kom skúmandi fram ímóti málinum. 1 Ormurin Langi - RK 04:23.09 2 Drekin Reyði 04:32.37 3 Havnarbáturin 04:34.24 1 Ormurin Langi 42 2 Havnarbáturin 34 3 Drekin Reyði 17
Sjálvt um ein arbeiðsbólkur hevur arbeitt síðani í vár, so er langt eftir á mál, til vit hava eina nýggja fiskivinnuskipan í Føroyum. Nýskipanarbólkurin letur mánadagin álitið frá sær til Høgna Hoydal [...] eitt hart stríð millum flokkarnar um hetta málið. Allir vita teir at okkurt má gerast, men tað verður torført at finna eina semju, sum allir taka undir við. Hinvegin, so hevur nýskipanarbólkurin viðgjørt [...] spurninginum. Bæði løgmaður og landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum hava sagt, at uppskot um nýskipan skal leggjast fram áðrenn tingið fer í summarfrí næsta vár.
londunum rundan um okkum, men í Føroyum hevur ikki verið siður fyri slíkum tiltøkum. Í fjør var Løkshøll tó karmur um eitt stórt kemishow, og eftirsum undirtøkan var so góð í fjør, so verður hetta tiltakið [...] Løkshøll aftur í ár. Ásbjørn Berthelsen og Petur Lamhauge, sum eru menninir aftanfyri Kemishowið, sýna fram spennandi royndir við eldi, gassi, skúmi, spreingingum og nógvum litum. Teir fara eisini at vísa nakrar [...] áhuga hjá børnum og ungum. Løkshøll, við síni sera góðu ljóð- og ljósútgerð, er tann perfekti karmurin um eitt sovorðið show. Showið er fyri fólk í øllum aldri.
Tá tosað verður um føroyskt vinnulív so tengja vit tað næstan altíð saman við fiski. Men vinnulív er so nógv annað eisini. Føroyskir listamenn umboða t.d. eisini ein part av okkara vinnulívi. Og tá hugsað [...] hugsað verður um at branda Føroyar, at selja mentan og list av landinum og harvið eisini at fáa fremmandafólk henda vegin, tá eigur okkara myndlist og okkara myndlistafólk ein týðandi um enn lítlan sess [...] sendingini týsdagin klokkan 16. Jan Müller hevur vitjað tríggjar føroyskar listamálarar, sum í løtuni sýna fram í Keypmannahavn, allir í hvør sínum gallarríi. Teir eru Øssur Mohr, Zacharias Heinesen og Bárður Jákupsson
So skarpur var Poul Nyrup Rasmussen í talu, tá tíðindamenn vildu hava at vita, hvørja støðu hann hevði til tað, sum Arne Larsen hevur borið fram í fjølmiðlunum um búskaparstøðuna í Føroyum. Arne Larsen [...] landsstýrið var ov góð fyri føroyingar, tí tað nú gongur so væl í Føroyum. ? Eg haldi at hatta var óklókt av honum at siga. Tað ber ikki til at meta um avtaluna út frá tí, at tað júst nú gongur væl í Føroyum [...] Føroyum. Vit vita øll, hvussu svikaligur fiskiskapurin kann vera - tí kunnu vit ikki meta um støðuna út frá hesum. Poul Nyrup Rasmussen legði kortini dent á, at hann ikki hevði tosað við Arna Larsen umhetta
styrkur hjá liðnum úr Klaksvík. - Eg havi hoyrt sera nógv gott um Føroyar, so eg gleði meg at koma til Føroya at spæla fótbólt. Eg kenni ikki so nógv til føroyskan fótbólt, men mítt mál verður at hjálpa KÍ [...] KÍ. Nevndarformaðurin í sp/F KÍ, ið rekur Formulaliðið hjá KÍ, fegnast um avtaluna við danska álopsspælaran. - Vit eru fegnir um, at vit hava fingið ein royndan álopsspælara, sum hevur spælt á hægsta stigi [...] her og nú, og samstundis arbeiðir leiðslan í felagnum við at finna varðandi styrk til Formulaliðið fram ímóti næsta kappingarári, sigur Aksel Johannesen við heimasíðuna hjá KÍ.
kjaktorgum eru fleiri viðhaldsfólk, ið geva ilt av sær um venjaran. Men sambært nevndarformanninum í KÍ, Aksel Johannesen, so verður talan ikki um nakað venjaraskiftið her og nú. - Tað er slettis ikki eitt [...] taka nakra avgerð í óðum verki. Hevur nevndin tosað ítøkliga um, hvat kann gerast fyri at venda gongdini? - Í løtuni verður eingin broyting fram. Vit hava fult álit á, at venjari og spælarar í felag kunnu [...] Fótbóltur Sum tað framgongur aðra staðni á síðuni, so er Tony Paris helst tann venjarin, sum í løtuni situr leysastur í venjarasessinum. Eitt áttanda pláss var neyvan tað, sum áskoðararnir høvdu væntað
við at hesi møtini vóru sera væl vitjað, so føddist eisini ein visjón um eitt føroyskt, kristiligt sjónvarp. Á møtinum fríggjakvøldið bað høvuðstalarin Rodney um at norðmaðurin, Jan Hanvold, sum er maðurin [...] maðurin aftanfyri sjónvarpsrásina Visjon Norge um at koma á pallin og bera fram boðskap sín. Henda rásin hevði nevniliga sett sær fyri at senda beinleiðis frá møtunum í Kelduni í Skálafirði. - Tá Jan skuldi [...] var stigin upp í Jan Hanvold, nú hann var í Føroyum. Hann var skjótur at taka avbjóðingina til sín. So nú verður spennandi at frætta seinni.
skulu vera burtur um vikuskiftið. Eisini skulu ferðaseðlarnir vera keyptir í seinasta lagi eina viku, áðrenn farið verður avstað. Tað er avmarkað pláss við flogfarinum, so tað ræður um at vera fyrstur á [...] Eisini verður boðað frá, at tað fara at koma onnur tilboð í næstum. Talan er um tilboð til onnur ferðamál hjá Atlantsflog so sum Reykjavík, Aberdeen og London. [...] í tíðindaskrivi frá, at felagið fer at bjóða viðskiftafólki sínum bíligar feðrir til Danmarkar til fram móti jólum. Frá 28. oktober til hálvan december fer tað bert at kosta 1.600,- krónur at flúgva millum
ára gamli leikarin hevur verið í Onglandi fyri at tosa um sáttmála. Við evstamark okkara var trupult at fáa neyvt at vita, júst hvat er farið fram í málinum, men eftir øllum at døma er okkurt ítøkiligt [...] ferðini. Í øllum førum skuldi tíðindafundur verða í B36 húsinum klokkan 15.30 mánadagin, so uttan iva frætta vit meira um hetta í mikudagsnblaðnum. [...] Yrkisfótbóltur Tað sum Todi Jónsson hevur droymt um í skjótt fleiri ár, tykist nú vera gingið út hjá bert 15 ára gamla havnardreinginum, Inga Højsted. Hann hevur í tveimum umførum verið og vant við enska