Fakfólk eru mestsum á einum málið um, at eldrarøktin er tann mest álvarsami, heilsupolitiski trupulleikin at loysa tey komandu árini. Men tað tykist ikki sum um fíggjarlig, ella politisk orka er til at [...] tey á stovni. ? Lønin var ikki stór, einar 5.000 - 6.000 krónur um mánaðin. ? Hinvegin kostar eitt pláss á røktarheimi einar 30.000 krónur um mánaðin. ? Eg skal leggja høvdið á blokkin uppá, at verður an [...] Signar Dam. Takið avmarkingar av Men hann heitti samstundis á politikarar um at taka ymsar óhepnar avmarkingar av. Hann vitsti t.d. um konu, sum var hildin uppat at arbeiða við fólkapensjón, men hon ansaði
Føroya Banki gjørdi avtalu við Per Holst film um at fíggja búnarnar, varð dentur lagdur á, at búnarnir í størst møguligan mun vórðu gjørdir í Føroyum. hetta varð gjørt fyri at stuðla og menna føroyska [...] . Faldari um klæðini Føroya Banki hevur eisini givið út ein faldara, sum í stuttum greiðir frá filminum og meira gjølliga sigur frá klæðunum ?í filminum og kædnadraktini annars í Føroyum um tað mundið [...] týsdagin, fekk Havnar Sjónleikarfelag sum gávu frá Føroya Banka. Havnar Sjónleikarfelag varð valt, tí hetta felag hevur góðar umstøður at varðveita búnarnar og kann so læna ella leiga teir út til onnur sjó
Uppskotið hjá okkum um eina sjálvstýrslóg hevur sum so ikki so nógv við búskaparligu støðuna at gera, og vit hava ikki nakrar ætlanir um at fremja nakra kollvelting innan ríkisfelagsskapin Hetta sigur Jóannes [...] hevur misskilt hetta málið, og als ikki skilir, hvat høvuðsmálið í ríkisfelagsskapinum er. ? Fyri javnaðarfólk er ríkisfelagsskapurin ikki ein spurningur um krónur og oyru. Talan er ikki um viðurskifti, [...] osten sigur í oddagreinini mánadagin. Jyllands-Posturin skrivar um »Færøsk smertegrænse«, og er tað fráboðanin frá Javnaðarflokkinum um eina sjálvstýrislóg, teir viðgera. Blaðið vísir á, at støðan í Føroyum
at henda lógin kann møguliga setast í verk við árslok. Eitt uppskot um kolvetnisskatt er vorðið skotið út til seinni. Hetta snýr seg um, hvussu ein best kann skapa javnvág millum ætlanina at tryggja áhuga [...] aráðharranum umrøður í seinastu frágreiðing síni eisini spurningin um olju við Føroyar. Nevndin sigur, at tað framvegis er óvist, um tað finst olja og gas á føroyskum øki í mongum og av slíkum slag, at [...] peikar á, at málsetningurin hjá føroyskum myndugleikum - um so er at forkanningarnar eru lovandi - er at øki kunnu latast oljufeløgum at leita á í 1999. Um so er at møgulig fund vísa seg at verða lønandi, kann
eftir síðsta kappingarár og fyri at bøta um hetta var samstarv fingið í lag við íslendingar og grønlendingar. So frá at vera eitt føroyskt lið var nú talan um eitt norðuratlantiskt lið. Trý vóru tungumálini [...] Kappingin í seriunum er soleiðis skipa, at liðini á fyrsta plássi skulu leika um Fynsmeistaraheiti í seriu 5. Eisini hetta gekk framúr væl, og tá avtornaði var Magn fynsmeistari í seriu 5. Á leiðini luttók [...] tungumálini og har var ein málageipan. Føroyskt, íslendskt og grønlendskt hvørt um annað. Tó má sigast, at tá liði var samanspælt og tær málsligu forðingarnar vóru burtur fekk liðið bara heilt væl burturúr
peningin eftir fáum vikum. Hetta eru viðurskifti sum hoyra til 1. hálvár í roknskapinum fyri 1997. - Viðvíkjandi hallinum í Fiskavirking, so er talan um eina tillagingarprosess og um útbygging, sum tók longri [...] Hansen. Hann sigur um at yvirtaka virkir við halli, at tað er fyri at tillaga tey til eina nýggja framtíð. Og tað eru eisini aktiv í Fiskasøluni, sum geva yvirskot. Talan er ikki bert um undirskot. Tapini [...] várs. - Skaðar tað ikki grunnin úteftir, at politikararnir seta treytir fyrivirksemið? - Um teir halda, at hetta gagnar føroyska samfelagnum, so er tað ikki annað enn tað, sum veljararnir ynskja. - Eg havi
frá ymiskum útelndskum feløgum um at lýsa í bókum av ymiskum slag, og at tað alt ov ofta verður sagt ja uttan at kannað verður, hvat tú fært fyri pengarnar. ? Talan er ofta um útlendskar telefon-, telefax- [...] stovnar brøv við postkrøvum fyri luttøku í einhvørjari útgávu, uttan at tey nakrantíð hava biðið um upptøku. Um innaneftirlitið á virkinum ikki er nog gott, kemur meira enn so fyri, at hesi postkrøv verða [...] og var ringur at sleppa av við, og hetta gevur úrslit: Hópin av føroyskum virkjum og stovnum vóru í telduskrá hansara. Seinasta dømi sum Arbeiðsgevarafelagið veit um, er eitt postkrav frá virkinum United
føroyski keyparin sleppur í hvussu so er at vera við í kappingini um fiskin. Tó ivast hann í, um tað er rætt at avmarka skipini fyri tí um fiskivinnan á landi er í trupulleikum. Í øllum førum heldur hann [...] føroysku fiskivinnuni bara um seg sjálvt. ? Men eru øll undir sama hatti, ber til at hugsa um heildina. ? Tvs, at tað ber til at hava undirtskot í einum liði eitt ávíst tíðarskeið, um tað tænir heildini, tí [...] tíðina. Egil Olsen sigur, at teir hava fingið upp ímóti 300 sentnarar um dagin frá útróðrarbátunum. Tað eru 15 tons av útróðrarfiski um dagin. Eitt sindur er eisini keypt á uppboðssøluni á Toftum. Hesa vikuna
útvaskaðum cowboybuksum, um tú ætlar tær út at eta saman við vinfólki eitt vanligt gerandiskvøld. Fólk eru klødd sum til brúdleyps. Og tað skapar virðing. Bæði um fólkini sjálvi og um staðið, komið verður [...] arbeiði Tað tykist vera nakað um tað, sum Einar segði, at íslendingar arbeiða bara so mikið meira. Bæði leygardag og sunnudag eru handverkarar og aðrir arbeiðsmenn til arbeiðis um allan býin. Tað undraði eitt [...] settur á pinnar, stóð ein ung genta. Spurd, hvat hetta á pinnunum var fyri nakað, svaraði hon: »Whale.« Nú. Eg royndi at siga henni, at hvalur var hetta ikki, men tað vildi hon líkasum halda uppá. Ein eldri
partar av Landssjúkrahúsinum verið afturlatnir ein part av árinum, bæði um summarið og um jólini, og soleiðis verður aftur gjørt nú um jólini. Tað er tó tann munur, at hesu ferð verður væl meira afturlatið [...] til Landssjúkrahúsið - Heldur enn at minkað um virksemið á sjúkrahúsinum ein part av árinum, átti tað at fingið víðari ræsur. Tað kostar, og tað krevur, men hetta er neyðugt. Politikararnir áttu at gjørt [...] tað er uttan mun til, um tað eru læknar, sjúkraystrar. fysioterapeutar ella onnur. Hvør tímir at søkja starv á einum sjúkrahúsi, sum partvís er afturlatið samanlagt fleiri mánaðir um árið. Væntar økt læknatrot