Fýrverkið var ikki lent Undan dystinum var greitt, at skuldi ÍF gerast føroyameistari, var bara eitt at gera, og tað var at vinna. Vann ÍF sín dyst, so var tað líkamikið, um nærmastu kappingarneytarnir úr TB [...] málið kom eftir steðgin, og tað fekk ÍF. Sostatt vunnu fuglfirðingar dystin 3-1, og harvið fingu teir tað fyrsta og higartil einasta føroyameistaraheitið í 1. deild hjá monnum í søgu felagsins. Hóast ÍF [...] javnur, og í bløðunum stóð eftir dystin, at málverjin hjá ÍF, Ove Joensen, hevði staðið ein frálikan dyst, og at hann kanska var munurin. Ungt lið við nógvum javnaldrum Kristian Petersen greiðir frá, at tað
fingurin á lofti og landsbankastjórin hevur eisini mælt til at tálma nýtsluni. Sjálvandi skulu vit veraá varðhaldi, men í fyrstu atløgu eiga vit at taka tað róligt og gera sum Karsten Hansen: at fylgja væl við [...] íløgur í hetta og hata. Fyri stuttum fekk almenningurin at vita, at Landssjúkrahúsið skal út- og umbyggjast fyri 200 milliónir krónur. Harafturat koma fleiri hundrað milliiónir krónur at umvæla og nútímansgera [...] skulu vera á varðhaldi, so nýtslan ikki veksur, men ein orsøk til at nýtslan veksur, er hon, at ov nógvar íløgur verða gjørdar samstundis. Tað er tí heilt greitt, at hesar íløgur mugu raðfastast og toyggjast
oktober og vetrarferðaætlanin frá 1. november til 30. apríl. Reidar Nónfjall viðgongur, at tað er í seinna lagi at koma við summarferðaætlanini nú. Men hann sigur, at tað eru ymsar orsøkir til, at ferðaætlanin [...] forarbeiðið gjørt, so at hereftir skuldi tað verðið munandi lættari og skjótari at gjørt ferðaætlanina. Hann sigur, at hendir onki óvæntað, er ætlanin at fáa ferðaætlanina lidna longu í mars ella apríl [...] verður hon at fáa ókeypis hesuferð. ? Tað er ikki rætt, at fólk skulu gjalda fyri at fáa upplýsingar um, hvussu tey kunnu koyra og sigla við okkum, sigur hann. Ferðaætlanin verður ikki borin í hørt hús, men
Vágum, sigur, at sum hann hevur skilt, er talan um eina ógvuliga neyva skipan. Hann fær tó ikki sagt, um hon fer at gera, at tað ber til at lenda í Vágum í svartasta mjørka. Hetta sigur hann vera nakað, ið [...] skipaninaø. Ætlanin er, at ein sendi- og móttakarastøð skal setast í flogfarið hjá Atlantsflog og ein í tyrluna. Tað serliga við sendi- og móttakarastøðunum í flogførunum er, at hesar virka sum repeatarastøðir [...] loftferðslumyndugleikarnir mugu meta um og avgera. Men hann sigur, at hann hevur sæð, hvussu neyv skipanin er. Tað ber til at seta hana í bilarnar á flogvøllinum og síggja júst hvar hvør bilur er staddur
Helgu, tá ið tær vera á kvinnuliðnum hjá KÍ, sum skal spæla steypafinalu ímóti HB, ið fer at hava Helgu á liðnum. HB er favorittur Tað er einki dulsmál, at tað er HB, sum er favorittur til at vinna finaluna [...] ikki eydnast henni at vinna finaluna, so nú skal tað vera, sigur Malena. At Andreasen-tvíburðarnir fara at styrkja munandi um liðið hjá KÍ, er eingin sum helst ivi um, og Malena sigur, at haraftrat er Johanna [...] fatan, at skulu kvinnurnar hjá KÍ vinna nakað í ár, so má tað vera steypakappingina, tí í landskappingini er møguleikin helst farin. Møtið fjølment Bæði Eyðvør úr Dímun og Malena Josephsen vóna, at tað fara
ræddist fyri at geva øðrum burturav. Einki við at rópa upp og klappa og larma. Nei, hetta var álvarsligt. Og einki er at ivast í, at Ditlev, nú hann seinnu tíðina meira enn einaferð varð mintur á, at vit bert [...] lærdi elska, æra teg. At Ditlev hevði hoyrt og skilt kirkjuklokkuna, lat hann ongantíð nakran iva vera um, hóast hann ikki gekk og lýsti við tí í tíð og ótíð. Fyri honum var tað nakað persónligt, sum hann [...] sær og var vorðin pensionistur. Nú skuldi hann rættiliga njóta øll síni ítriv. Serliga væl dámdi honum at flóta. Og tað merktu vit eisini dagliga, sum starvaðust saman við honum. Tað var líkasum, at alt
eum. Harald Hamre fegnast um tað samstarv, sum er millum Føroya Fornminnissavn og Stavanger Sjøfartsmuseum. Og serliga nú, sambandið millum Føroyar og Stavanger tykist at batna. Atlantsflog hevur stovnað [...] við »Wyvern« komin til Føroya at vitja. Talan er um tvey avgomul seglskip, sum Stavanger Sjøfartsmuseum eigur, og brúkar at sigla við um summarið. »Wyvern« er smíðað í 1897 og »Anna« í 1848. »Anna« af Sand [...] verka, og segl verða sett. Spakuliga glíða vit niðan gjøgnum Fjørðni. Kósin er móti Boðanum, so vit munnu helst fara eysturum, verður tosað. Meðan vit sigla, fer skiparin upp á kappan at standa og sigur eitt
varhugan av, at okkurt sovorðið fór at henda. ? Tí tá ið uppskotið varð til viðgerðar í tinginum nevndi eg, at tað átti at verið meiri ítøkiligt fyri nettupp at sleppa undan slíkum. ? Tá vóru tað tingmenn [...] sigur, at hann ivast stórliga í grundgevingunum fyri ikki at sigla á Vág. ? Tað hevur fyrr borið væl til at fáa fram íland og umborð í Vági. So hví tað ikki skal bera til nú, veit eg ikki. ? Tað er rættiliga [...] samgonguni, og vit hava spurt hann, um hann ætlar at taka málið upp. ? Eg veit ikki, hvat fer at henda. Men eg havi nú nakrar dagar at umrøða meg í, til tingið kemur saman aftur. ? Men tað er ómøguligt
Smyril fær ikki lagt reyvina at. ? Eg kann verða samdur í, at í summum førum, at tað kann verða trupult at fáa farm í land og umborð í Vági. ? Men tað er avgjørt undantaksvís, tí tað er rættiliga nógvur farmur [...] er heilt einfalt at halda Føroya Løgting fyri tað turra spott. Ferðaætlanin hjá Strandferðsluni hevur mangan verið keldan til politiska ósemju og kjak. Og tað er longu nú greitt, at tað verður ferðaætlanin [...] um hetta leingi. ? Tað er nakað síðani, at Smyril fór at sigla tvær ferðir um dagin mánadag og mikudag og frammaundan sigldi hann hósdag og fríggjadag. ?So nú fóru møguleikarnir at fækka, so eg havi havt
kostar. - Ella fyri at vera diplomatiskur - at tað kostar ikki so nógv. Hvíta bók Í løtuni sita øll (vanligi føroyingurin og politikararnir) og bíða eftir »Hvítu bók«. Hon skal hjálpa okkum at taka støðu til [...] fullveldinum. Men um niðurstøðan verður, at tað kostar pengar, og at livistøðið í Føroyum fer at lækka, so er støðan ein onnur. Jú sanniliga. Í hjørtum okkara býr frælsi. - Tað má bara einki kosta. Helgi Abrahamsen [...] einum politiskum fundi og siga við áhoyrararnar, at vit í Føroyum eiga at vera fíggjarliga sjálvbjargin. Fyri hesum fært tú vanliga fullan stuðul frá fólkinum. Men tá tú so sigur, at treytin fyri sjálvbjargni