Anna í Nólsoyarfirði

Hóast daman er eitt ár eldri enn danska grundlógin, sær hon út sum ein ungmoy. Smurd og vælhildin, so gomlu knarkarnir gerast púra forelskaðir og verða heilt burtur í afturhvarvinum

Edvard Joensen


Gamla »Anna« er av Sandi. Vit møta henni í Vágsbotni, og hon býður okkum ein túr í fjørðin.

Tikið verður sjálvandi av, og hendan gamla daman, sum er eitt ár eldri enn danska Grundlógin, snarar sær, sum ein knarvi, á millum brúnna í Vágsbotni og flótibrúnna.

»Anna« af Sand er saman við »Wyvern« komin til Føroya at vitja.

Talan er um tvey avgomul seglskip, sum Stavanger Sjøfartsmuseum eigur, og brúkar at sigla við um summarið.

»Wyvern« er smíðað í 1897 og »Anna« í 1848. »Anna« af Sand er elsta skip í Europa, sum framvegis siglir.


Norskt í Nólsoyarfirði

Hendan seinnapartin vit fara út um molan, er veðrið av tí allarbesta. Tað andar norðaneftir, so ivasamt er, um seglini yvirhøvur fara at standa frá.

Vit glíða spakuliga út um molahøvdið. Fram við ísmolanum. Hinumegin liggur eitt týskt ferðamannaskip, skrásett í Nassau, og lítur so yvirberandi niður á hesa gomlu skútuna, sum smoykir sær útum.

Ája, vit koma út á streym, og maskina verður steðgað. Nú skal siglast við seglum.

Sera fryntliga manningin fer til verka, og segl verða sett.

Spakuliga glíða vit niðan gjøgnum Fjørðni. Kósin er móti Boðanum, so vit munnu helst fara eysturum, verður tosað.

Meðan vit sigla, fer skiparin upp á kappan at standa og sigur eitt sindur um søguna, hjá hesum gamla skipi.


Elst í Europa

»Anna« af Sand er elsta skipið í Europa, sum framvegis siglir.i.

Eftir at »Anna« varð smíðað, var hon í farmasigling meira og minni heilt fram til 1968.

Tá keyptu tveir bretar hana og ætlaðu til Englands við henni, har hon skuldi brúkast til stuttleikaskip.

Men »Gamla Anna« var ikki so at fara við. Hon vildi líkasum ikki av landinm, og komnir stutt út um Stavanger streikaði hon.

Eigararnir fingu hana so inn aftur til Stavanger, har teir lótu hana liggja.

Seinni keypti ein norskur reiðari hana. Hon var sett so nær upprunastandinum, sum gjørligt, og er síðan endað hjá Stavanger Sjøfartsmuseum.


Borðreitt á kappanum

Vit koma niðan í Íðuna, og kósin er framvegis móti Boðanum.

Men so rópar skiparin, at nú verður vent. Øll ferðafólkini verða flutt fram um mastrina, og so venda teir.

Aftur verða vit flutt. Hesa ferð afturum, tí nú skal fokkan vendast.

Og spakuliga glíður Anna suður gjøgnum Fjørðin. Hesa ferð við kós móti Kirkjubønesi.

Teir stákast niðriundir. Og upp gjøgnum kappan koma føt við ábiti og drekka, sum sett veða á lúkuna, meðan aðrir ganga runt og bjóða upp í munnin.

Hetta er ein framsýningartúrur, har fólk frá ymsum stovnum og fyritøkum í Føroyum eru við.

Umborð er eisini »reiðarin«, Harald Hamre, sum er stjóri á Stavanger Sjøfartsmuseum.

Harald Hamre fegnast um tað samstarv, sum er millum Føroya Fornminnissavn og Stavanger Sjøfartsmuseum.

Og serliga nú, sambandið millum Føroyar og Stavanger tykist at batna.

Atlantsflog hevur stovnað rutu til Stavanger, og Tvøroyri og Sola eru vorðnir vinarbýir.

Saman við jaktini Onnu er, sum áður sagt, eisini eitt annað far, sum er smíðað í 1897. Hetta er ein stuttleikabátur burturav, sum nevndur er Wyvern.

Hetta skipið lat ein enskur ríkmaður smíða í Larvik. Og tað er so eisini í nýggjari tíð vorðið ogn hjá Stavanger Sjøfartsmuseum.

Sum onkur av manningini á Onnu tók til, er Stavanger Sjøfartsmuseum nú ivaleyst eitt tað størsta seglskipsreiðaríðið, sum er. Við tveimum skipum.