avgreiddu Neistin og GÍ/Tjaldrið landskappingardystin í Havn, sum skuldi verið spældur 13. januar, men sum varð útsettur orsakað av hálvfinalunum í steypakappingini. Annars hevur landskappingin ligið still [...] Neistanum og GÍ/Tjaldrinum, so gekk ein góð løta, áðrenn hesin munurin sást aftur í dystinum týskvøldið. Liðini fylgdust í byrjanini, og einu løtuna var GÍ/Tjaldrið á odda 5-3. Tað skuldi vísa seg, at hetta [...] 14-12 til heimaliðið. Neistakvinnurnar løgdu hart út í seinna hálvleiki, og tá tíggju minuttir vóru farnir, vóru tær á odda 19-13. Størsti munurin í dystinum var, tá fimm minuttir vóru eftir ? 26-16 ? men
er í løtuni til viðgerðar í Rættarnevndini hjá fólkatinginum. Uppskot skjótt Høgni sigur eisini, at í desember mánaði í fjør hevur hann í fjølmiðlunum gjørt vart við, at møguligt virksemi hjá PET í Føroyum [...] hjá heimastýrinum hevur í brævi heitt á ríkismyndugleikarnar um at tryggja í lógini, at virksemið hjá PET í grønlendskum viðurskiftum verður kannað, upplýsir landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum. [...] og sigur m.a. í svarinum, at ríkismyndugleikarnir hava spurt landsstýrið, um uppskotið til fólkatingslóg um kanning av virkseminum hjá Politiets Efterretningstjeneste (PET) skal setast í gildi fyri Føroyar
ciffrini í vigaða meðalprísinum hava higartil ikki verið útskrivað á uppgerðina, men umhugsa vit at broyta hetta fyri at sleppa undan misskiljingum. Fasta gjaldið (500 kr. í 1997 og 1998 og 480 kr. í 1999) [...] verður altíð kravt fyri álmanakkaárið og ikki eftir avlestrartíðarskeiði í døgum fyri kundar, sum ikki verða sluttuppgjørdir í árinum. Í nevnda dømi verður endaliga uppgerðin tí hendan fyri 1998: 3.432 kWh [...] fyri 1999 byggja á dagligu nýtsluna í seinasta avlestrartíðarskeiði, men umroknað til nýtsluna í 365 dagar. Fyri vanlig húsarhald (minni enn 10000 kWh/ár.) er elprísurin í 1999 1,7 kr./kWh og fasta gjaldið
fyrireikingunum til hesa kappingina hevur liðið verið á venjingarlegu í Vági í januar. Í august mánaði verður europameistarakapping í Braunschweig í Týsklandi, og vónandi megnar onkur teirra at koma undir kravtíðirnar [...] Í vikuskiftinum 13. og 14. februar fara tríggir rørslutarnaðir svimjarar at luttaka í kappingini Malmö Open. Ymisk lond luttaka í hesi kapping: Noreg, Svøríki, Danmark, Estland, Ísland, Finnland og Holland [...] luttaka í stórum kappingum úti í heimi, eru við. Føroysku luttakararnir eru Turið Johannessen, Heidi Andreasen og Esther Gaard Hansen. Dagliga venja genturnar við Havnar Svimjifelag. Sum ein liður í fyri
arbeiddu uppá byggingina. Útbyggingin í Sautso byrjaði í 1982 og lat upp alment í 1987. Kostnaðurin gjørdist 1.1 milliard , eksl. rentur. Eitt felag við størstu byggiharrum í Noreg gjørdi arbeiðið. Byrgingin [...] gongdini í samband við byggingina av byrgingini í Alta, so er hon í stuttum henda. 1970 - Ætlanir um orkuverkið verða gjørdar. Aðrar ætlanir um størri tillagingar av Virdnejávri eru áður farnar í vaskið [...] fram - 1981 - 15. januar byrjar arbeiðið aftur og løgreglan flytir mótmælisfólk 1982 - Arbeiðið við orkustøðina byrjar 1987 - Orkuverkið verður tikið í nýtslu í mai 1995 - 1. januar yvirtekur dótturfelagið
hjúnini Mariann og M.C. Restorff í Havn silvurbrúdleyp. Fyri at geva rúmd fyri vinum, skyldfólki og kenningum, sum vilja gleðast saman við okkum hendan dagin, verður boðið í HB húsið kl. 18.30. Tey, ið ynskja [...] ynskja at koma, mugu siga frá á Hafnia tlf. 313233 innan mánadagin 1. mars. PRÓGV Tann 28. januar tók Marner av Lofti, Tórshavn, búsitandi á Herningvegi 13, 124, 9220 Ålborg, prógv sum pedagogur á Skipper
AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í gomlu lærarahúsunum. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Havn Leygardagin kl. 17 og kl. 22.30 í Tórsgøtu [...] kl. 16 í Losjuni. Sunnukvøldið kl. 20 í Tórsgøtu 5. Mánakvøldið kl. 20 í Tórsgøtu 5. Al-Anon Fundur fyri avvarðandi av alkoholikarum er hvønn leygardag kl. 15.30 á Brandstøðini á Oyrarbakka. Bahá?í Miðstøðin [...] Várgleði (børn 4-12 ár) er í KFUK hvønn týsdag kl. 17.00?18.30. Bíbliufundur er í KFUK hóskvøldið kl. 19.30 v/ Sólbjørg Símunarson. Evni: Hans Nielsen Hauge. Opið hús er í KFUM hvørt fríggjakvøld. Børn
18. januar fingu Henrietta V. Winther og Jens Hendrik Thomsen, Tórshavn, ein son. Hann var 58 cm langur og vigaði 5720 gr. 27. januar fingu Unn og Marner av Lofti, Ålborg, eina dóttur, sum hevur fingið [...] Sørensen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3550 gr. 11. februar fingu Fía og Jákup í Horni Øregaard, Stavanger, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 5040 gr.
Færri fólk hava ferðast um flogvøllin í januar í ár í mun til januar í fjør. Í januar í ár ferðaust 7.839 fólk um flogvøllin, meðan tað í januar í fjør ferðaust 7.975 fólk um flogvøllin. Hetta er ein minking [...] floglíkindini í januar í ár at hava verið orsøk til minkingina í ferðafólkatalinum. Vánligu floglíkindini gjørdu, at nógvar seinkingar og avlýsingar komu fyri í føroysku flogferðsluni í ár.
silvurvinnararnir frá í fjør koma í øllum førum ikki hægri upp enn tað sama í ár. Úrslitini hava verið ov óstøðug bæði í grund- og í endaspælinum. Hjá VÍF hevur tað bert gingið niður á bakka í endaspælinum. Fyri [...] úrslit var í hondbóltskappingini hetta vikuskiftið, og meðan Kyndil stormar fram í kvinnudeildini, har tær nú hava vunnið átta dystir á rað, er tað framvegis sera javnt millum ovastu liðini í mansdeildini [...] moralinum. So er beint øvugt við VÍF, sum nú aftur blandar seg í oddastríðið, eftir at føroyameistararnir hava verið í einum djúpum aldudali fyrr í kappingini. Sigurin hjá teimum móti Neistanum lyfti teir upp