Færri fólk hava ferðast um flogvøllin í januar í ár í mun til januar í fjør. Í januar í ár ferðaust 7.839 fólk um flogvøllin, meðan tað í januar í fjør ferðaust 7.975 fólk um flogvøllin. Hetta er ein minking á 136 ferðandi, ið er tað sama sum 1,7 prosent.
Flogvallarstjórin, Finnbogi Niclasen, metir vánaligu floglíkindini í januar í ár at hava verið orsøk til minkingina í ferðafólkatalinum. Vánligu floglíkindini gjørdu, at nógvar seinkingar og avlýsingar komu fyri í føroysku flogferðsluni í ár.