hvørjum degi. Og orðið, sum verður borið fram, er boðskapurin um Jesus, hann, sum hevur orð hins æviga lívs. Vit eiga at minnast til, at alt tað, sum vit gera í orði ella í verki er at vísa á tann upphevjaða [...] vónini um, at Guð vil geva vøkstur í sínum tíma. At orðið um hin tríeiniga Guð: Faðirin, Sonurin og Heilagi Andin, vil skapa og endurnýggja trúnna í okkum, at hann vil geva okkum eina trúgv, sum ber okkum [...] sinni, og trinitatistíðin er byrjað. Onkur hevur kallað hetta tíðarskeiðið í kirkjuárinum fyri gerandisdagin í kristinlívinum, og tað er kanska heldur ikki av leið at siga soleiðis, tí tær tríggjar høgtíðirnar
tíðina uppá at betra tað, sum vit eru harrar yvir, sigur Hannis Joensen, formaðurin í RSF. Teir, sum ferðast kring landið og hava ábyrgd av kappróðrinum, vita sjálvsagt, at tað er ymiskt, sum tað liggur [...] skjótari av Ofta hevur verið funnist at, at tað tekur alt ov langa tíð at avgreiða róðrarnar, og tað hevur verið víst á, at tað er sera lítið vinarligt fyri áskoðararnar at vera framvið róðrarøkinum í einar [...] klokkan trý og ikki, at tað verður farið undir at fyrireika fyrsta róðurin klokkan trý, sigur formaðurin í RSF. Um tað fer at eydnast seinnapartin í dag at avgreiða róðrarnar, soleiðis at alt verður liðugt
fegin ynskt, at svenski Henrik Larsson, sum spælir í Celtic, hevði eitt sindur av skotskum blóði í æðrunum. Sum kunnugt nýtast ættarbondini til Skotlands ikki at vera so ógvuliga sterk fyri at koma á landsliðið [...] Skotar síggja í álvara upp á uppgávuna í Føroyum, men tað er einki at taka seg aftur í, at tað verður til ta størru uppgávuna, at teir fara at fyrireika seg, tá teir eru komnir aftur úr Føroyum og til Glasgow [...] væl í landskappingini, at teir hava uppiborið at komið á tað, teir kalla ársins lið. Landsliðsvenjarin hevur givið sítt boð. Tað er bara møguleiki fyri at velja millum spælarar, sum hava spælt í skotsku
sær tann ómak at koma við faldara fyri at gera okkum borgarum greitt, hvat flokkurin vil í spurninginum um ríkisrættarligu støðu Føroya. Sigast má, at hetta var ótrúliga gott at síggja, at Javnaðarflokkurin [...] klárar at bjóða teimum eitt ansingarpláss, men samtíðis krevur vælferðarsamfelagið, at bæði mugu arbeiða úti fyri bara at klára at hava tak yvir høvdið, og gongur tað ikki kortini, so er bert at vóna, at [...] fyri tað. Men hinvegin so er tað eisini skiljandi, at formaður Javnaðarfloksins roynir at halda seg til tað, sum flokkurin avdúkaði í faldaranum. Tí tað, sum stendur um framtíðarætlanir fyri Føroyar, kann
tagdi, og so gekk tað, sum tað so ofta ger í sovorðnum støðum. KÍ plagar at trívast best við at spæla móti vestara málinum, men NSÍ vann lutakastið og valdi tað, KÍ plagar at ynskja sær. Men hesa ferð [...] einum landskappingardysti í Klaksvík, og frá fyrsta bríksli tóktist tað sum um, at teir so at siga høvdu innstillað seg uppá, at soleiðis skuldi tað eisini vera hesa ferð. Í stórari virðing lógu teir langt [...] Mørkøre, sum var staddur eitt vet frammanfyri miðstrikuna í høgru, slapp leysur av tveimum mótstøðumonnum, ið valdu at elta hann og ikki at takla, Kurt hevði nóg stórt sjálvsálit at halda fram at draga diagonalt
hevði boyan ? um tað ber til at siga tað soleiðis ? einki at gera, og tí kundi tað sæð út sum um, at oddabáturin ikki hevði hildið seg til sína róðrargeil, og tí var tað, at høvuðsdómarin í fyrstu atløgu [...] minni parturin ? av orsøkini til, at teir umborð á Hvessingi tóktust so ógvuliga fegnir um sigurin á norðoyastevnu. Hin orsøkin var, at teir eina løtu høvdu kent tað, sum um at allar fyrireikingarnar til hetta [...] høvuðsdómaranum at gera meiri við málið. Men um tað eru umstøður, sum manningin onga ávirkan hevur á, og sum fyrireikararnir eru upphav til, so er støðan ein onnur, og so er tað upp til høvuðsdómaran at meta um
Tað er synd at siga, at geografiska breiddin í kappróðrinum í Føroyum er stór. Á norðoyastevnu var enn eina ferð staðfest, at tað fyrst og fremst er Streymoyggin, sum eigur flestu bátarnar og uppaftur [...] manningarnar, sum eru raskast at vinna, so stendur so at siga eingin streymoyingum kurl. Undantakið er sjálvandi 10-mannafarið í Runavík. Eysturoyingar vundu enn eina ferð burtur úr øllum, sum bjóðaðu seg [...] seg fram at gera mótstøðu, og harvið kunnu vit siga, at fjarbúgvarnir enn eina ferð prógvaðu, at tað ber til at vinna, sjálvt um tað ikki verður vant á Havnarvág, Vestmanna ella í Sundalagnum. Lítil áhugi
og at vera við til at leingja óneyðugt um tíðina, sum tað tekur at avgreiða kappróðrarnar. ? Eg haldi, at hetta eigur at vera ein uppgáva, sum feløgini skulu taka sær av, tí tað er í feløgunum, at róð [...] plaga at hava við sær, at tað gongur smidligari næstu ferð, og á ólavsøku plaga manningarnar at vera heilt stinnar í at bera seg at, so tá plagar kappróðurin at ganga skjótt fyri seg. Eg vænti, at tað longu [...] ar, sum møta upp og so at siga onga uppaling hava í at bera seg at í báti. Vit leggja hetta til merkis, tá vit skulu leggja bátarnar. Tað eru tey, sum sita á toftini, ið skulu halda bátinum upp at startinum
sindur ov nógv av tí góða at hoyra allar hesar vælsignaðu jinglurnar hjá Atlantic Radio, sum blivu troyttandi at lurta eftir. Eisini var tað til tíðir trupult at hoyra tey fólkini, sum samrøður vóru førdar [...] og tað var stuttligt at síggja, hvussu øll hesi fólkini skræddu í seg, so at tomat og ostur stóð teimum heilt upp til oyruni. Eisini var ein kapping um at drekka tvær øl so skjótt sum møguligt við hjálp [...] við at ropa í mikrofonina. Eydnaðist væl sum heild Eingin ivi var um, at tiltakið í Kagganum hóskvøldið eydnaðist stak væl. Hølini vóru stúgvandi full, og longu heilt tíðliga á kvøldi var tað so at siga
flúgvingini um so er, at danska sjóverjutyrlan gevst at flúgva við Føroyar. Magni Arge, stjóri í Atlantsflog sigur, at teir í løtuni fyrireika felagið til at taka við tilbúgvingini, men at hetta arbeiði tekur [...] verður endin, at onkur verður við sviðusoð. Í Føroyum hava vit sum kunnugt eina tyrlu umframt sjóverjutyrluna. Tað er tyrlan hjá Atlantsflog, og so er ein spurningur um felagið er ført at taka við flúgvingini [...] so fer tað ikki at ganga so drúgv tíð, áðrenn svarini koma. Magni Arge sigur, at tað er neyðugt við eini størri tyrlu, sum er betri útgjørd. Krøvini til eina tyrlu skulu tí eftir øllum at døma ikki setast