Fyri nøkrum árum síðani vóru tað mong, sum hildu, at hóskvøldini vóru bestu býarkvøldini í høvuðsstaðnum. Síðani kom ein tíð, har hesi kvøld vóru púra deyð, men seinnu árini hava hóskvøldini endurvunnið sítt góða umdømi, og nógv fólk eru í býnum hvørt hóskvøld. Í rúma tíð hevur tað nærum einans verið Club 20, sum hevur havt dans hóskvøld, men hesa seinnu tíðina hevur Kaggin eisini havt alment opið við dansi hesi kvøldini. Seinasta hóskvøld var so skipað fyri einum forvitnisligum hugnakvøldi í Kagganum, har eisini nýggja radiorásin, Atlantic Radio, tók lut og sendi beinleiðis av Dalavegnum.
Fýra tónleikabólkar
Tað hevði eydnast fyrireikarunum at savna fýra tónleikabólkar, sum skuldu skipa fyri tónleikarliga undirhaldinum hetta kvøldið. Teir fýra bólkarnir vóru teir tríggir Prix Føroyar finalistarnir, Flux, Diatribes og Tangz, umframt bólkin JoJo.
Tað var bólkurin JoJo, sum legði fyri. Bólkurin var mannaður við teimum báðum Jóan Magnus Johannesen og Johan Ziskason. Teir báðir høvdu ikki havt nakað serligt av tíð til at fyrireika seg í, men teir komu stak væl frá sínum framførslum. Johan Ziskason, sum tey flestu óivað kenna frá Mark No Limits, ger ikki so nógv við tónleikin longur, meðan Jóan Magnus, sum er forsangari í Moonshots og av mongum verður mettur at hava bestu røddina í landinum, er rættuliga virkin.
Aftaná at JoJo hevði spælt nøkur løg, var tað so Flux í stóð fyri tørni. Flux hevur av álvara vunnið frama millum ungdómin, og tað merktist eisini á áhoyrarafjøldini, at hetta var ein bólkur, ið teimum dámdu væl. Lagið hjá teimum á Prix Føroyar fløguni, Mr. Headless, er sera væl dámt, og tey vóru nógv, ið sungu við, tá ið Flux framførdi hetta lagið. Tá ið Fluxmanningin við teimum litføgru hárunum var liðug við sína framførslu, fekk Johan í Kollafirði sær eitt lítið prát við teir, men tá ið hann royndi at spyrja trummusláaran um gullringin, ið hann fyri kortum hevði fingið á fingurin, segði hesin, at tað var so ?flovisligt?, at hann vildi ikki tosa um tað.
Næsti bólkurin á lítla pallinum í krókinum í kjallaranum hjá Kagganum var Diatribes. Tá ið teir royndu seg í Prix Føroyar finaluni, var forsangarin Líggjas Olsen júst komin við í bólkin og vantaði kanska eitt sindur av veniing tá, men hetta tóktist at vera batnað munandi. Diatribes er uttan iva ein bólkur á veg fram í føroyska tónleikaheiminum, og tað verður spennandi at fylgja gongdini hjá teimum.
Tann fjórði og seinasti bólkurin, sum spældi í Kagganum hóskvøldið, er uttan iva best umtókti bólkurin í landinum í løtuni. Tangz hevur av álvara sligið navn sítt fast millum ungdómin, og tá ið teir løgdu fyri við kenda filmslagnum ?Ghostbusters? var tað ikki sørt, at man sá hvussu áhoyrararnir sungu við og fluttu eitt sindur runt við beinunum.
Celebrity Pool-kapping
Samstundis sum tónleikabólkarnir framførdu síni kynstur í kjallaranum, var eisini skipað fyri ymsikum øðrum tiltøkum aðrastaðnis í húsinum. Á loftinum var skipað fyri eini sokallaðari pool-kapping við ?celebrities?. Fýra politikkarar og fýra fótbóltsspælarar skuldu royna seg, og tey blivu býtt í lið við einum politikkara og einum fótbóltsspælara á hvørjum liði. Liðini vóru mannaði soleiðis: Býráðslimurin Ingi Mohr og Sólvá Joensen úr B36, býráðslimurin Heðin Mortensen og Eyðvør úr Dímun úr HB, landsstýrismaðurin Helena Dam á Neystabø og Hallur Danielsen úr HB, og so løgtingslimurin Anita á Fríðriksmørk og Bjarni Prior úr B36.
Fleiri av luttakarunum høvdu ikki roynt seg í pool áður, men tað var skjótt, so var tað, sum høvdu tey aldrin gjørt nakað annað. Endin á stuttligu kappingini var, at finalan kom at standa ímillum liðið hjá Heðin og Eyðvør ímóti liðnum hjá Helenu og Halli. Finaluna vunnu Heðin og Eyðvør, og fyri tað fingu tey hvør sína fløsku av brúsandi løgi.
Pizzaát og øldrekking
Í miðhæddini var eisini skipað fyri onkrum kappingum. Millum annað var skipað fyri ein kapping, har eitt konufólk og eitt mannfólk í felag skuldu gera enda á einari 16 tumma stórari pizza frá Pizza 67 og tveimum stórum gløsum av øl. Fýra pør kappaðust, og tað var stuttligt at síggja, hvussu øll hesi fólkini skræddu í seg, so at tomat og ostur stóð teimum heilt upp til oyruni.
Eisini var ein kapping um at drekka tvær øl so skjótt sum møguligt við hjálp av súgvirøri. Hetta sá út til at vera alt annað enn lætt, men tann eini av teimum trimum luttakarunum gjørdi tó sera skjótt av, og tá so umboðsfólkið frá Atlantic Radio spurdu hann, hvussu hann hevði borið seg at, svaraði hann við at ropa í mikrofonina.
Eydnaðist væl sum heild
Eingin ivi var um, at tiltakið í Kagganum hóskvøldið eydnaðist stak væl. Hølini vóru stúgvandi full, og longu heilt tíðliga á kvøldi var tað so at siga ógjørligt at finna sær ein sess í Kagganum. Hóast tey flestu hildu til í kjallaranum, har livandi tónleikurin var, so gjørdu tær ymsu kappingarnar sítt til, at fólkið eisini spjaddist eitt sindur runt í húsinum.
Hátalararnir í húsinum vóru knýttir til Atlantic Radio, so at tað sum var í luftini eisini hoyrdist í Kagganum. Um onkur samrøða fór fram uppi á loftinum, so hoyrdu fólkini í kjallaranum tað eisini. Hinvegin horydu fólkini á loftinum so tann livandi tónleikin úr kjallaranum í einum hátalara. Tað var tó eitt sindur ov nógv av tí góða at hoyra allar hesar vælsignaðu jinglurnar hjá Atlantic Radio, sum blivu troyttandi at lurta eftir. Eisini var tað til tíðir trupult at hoyra tey fólkini, sum samrøður vóru førdar við í radionum.
Tað frættist hóskvøldið, at vit kunnu rokna við fleiri líknandi tiltøkum, og tað er gleðiligt, tí tiltakið var stak væl eydnað, og hatta er nakað, sum ungdómurin heilt víst tekur undir við.