Tað hevur verið tosað um, at fleiri spælarar eru skaddir, og at tað hjá NSÍ er neyðugt at fáa nýtt fólk.
Í kvøld eru tíðindini frá NSÍ, at ein av spælarunum, sum hevur verið við í flestu dystunum higartil í ár, nú gevst at spæla.
NSÍ skrivar soleiðis í kvøld:
Steffan Abrahamsson Løkin og NSÍ enda samstarvið.
Steffan hevur av persónligum ávum valt at gevast við fótbóltinum. Hóast vit í NSÍ eru sera hørm um tað, so er hetta ein avgerð, sum vit sum felag ynskja at virða.
Hjartans takk fyri tær mongu góðu løturnar á fótbóltsvøllinum og fyri títt stóra íkast fyri felagsskapin. Vit ynskja tær og familjuni alt tað besta í framtíðini, skrivar NSÍ.
Sambært FaroeSoccer hevur Steffan A. Løkin í ár verið við í 12 landskappingardystum, og hann hevur skorað fýra mál.
Tilsaman hevur 24 ára gamli Steffan A. Løkin spælt 122 landskappingardystir í bestu deildini og skorað 28 mál.