royna at gera alt hvat teir kunna, fyri at forða fyri pressu- og talufrælsi, og tvíhalda um tað intoleranta og kúgandi prestastýri. Hetta hevur nú í seinastuni fingið studentar at fara í hernað, at taka [...] Tað er at fegnast um, at fjølmiðlamonopolið er avtikið her heima, og at vit eru byrja at fáa kapping á hesum øki. Frí kapping er, næstan uttan undantak, ein fyritreyt fyri effektiviteti, dynamikki og nýskapan [...] okkum vóna, at tað fer at eydnast studentunum at vinna á hesum víðgongdu muslimunum, soleiðis at tey kunnu halda á fram við tí menning av ?frælsi? sum hesi seinastu árini hevur sæð út til at koma fyri seg
er upp á tíðina, at føroyski fløgukeyparin fer at seta treytir til tey, sum geva tónleik út. Tað er gott, at keyparin kann lata tey, sum ikki gera sær ómak, vita, at so ber ikki til at selja fløguna. LUKKUTÍÐ [...] TÁ ÚRVALIÐ er so stórt sum tað nú er, er vandi fyri at fløgurnar drukna í mongdini, og tað eru tað eisini nógvar sum gera. Men um tað eru tær góðu útgávurnar sum yvirliva og standa eftir, so er komið langt [...] tónleikarar hava so brennandi hug at geva tónleik út, so skulu keypararnir krevja, at tað er gott. Tað er einasti vegurin fram fyri føroyskan tónleik, sum má miðjað fram ímóti at fáa eitt altjóða navn tíðliga
Olsen og hansara hátt at reka vinnuvirksemi uppá. Jákup lat ikki sita á sær tað, sum í greinini stóð, og stevndi teimum báðum fyri ærumeiðing og kravdi, at tíggju brot í greinini verða dømd deyð at vera [...] sigur, at teir báðir saksøktu viðurkenna, at áðurnevndu tíggjubrot í greinini eru ærumeiðandi sambært grein 267, 1. stk., í revsilógini og tí vera dømd deyð at vera. 16.000 kr í endurgjaldi Umframt at brotini [...] brotini í greinini vera dømd deyð at vera, so eru teir saksøktu eisini dømdir at rinda Jákupi Olsen eitt endurgjald upp á 16 túsund krónur fyri sakarkostnað, tortendurgjald og almannakunngerðing av rætta
Tað er ikki loyvt bara at seta bilin frá sær onkustaðni. Heldur ikki, tá ein fer til fótbólt í Gundadali. Men kortini eru tað nøkur, sum gera tað allíkvæl, og viðhvørt verða tey revsað av løgregluni, aðrar [...] gongubreytini omanfyri gamla HB-húsið, og tað er ikki tað, sum løgregluni dámar best. Løgreglan hevði nógv fólk í Gundadali mikudagin, og tá teir nú vóru til arbeiðis, so kundu teir eins væl geva parkeringssyndarunum [...] aðrar tí verða tey tað ikki. Mikukvøldið leikti HB altjóða dyst á Tórsvølli, og fitt av áskoðarum høvdu leitað sær niðan í Gundadal. Eins og so ofta fyrr, settu fleiri teirra bilin frá sær á gongubreytini
farin fram í hugburðinum á fólki, - tað kennist enn at vera eitt stórt niðurlag at viðganga, at ein og eins næstu mugu hava hjálp, men ein bati er at hóma í so máta, og fólk eru vorðin meiri opin um hesi [...] bæði likamligur og sálarligur harðskapur. Árið fyri komu 387 áheitanir og tá vóru 72 av harðskapsávum. Í 1996, 1995 og 1994 vóru tølini ávikavist 434, 518 og 316, og harðskapstølini 76, 94 og 123. Hvørja ferð [...] Kvinnuhúsinum í styttri ella longri tíðarskeið. - Orsøkirnir kunnu vera rættiliga nógvar og ymiskar til, at fólk koma í kreppu. Tað kunnu vera fíggjarligir trupulleikar, sundurlesing, hjúnaskilnaður, samverurættur
fyritøkan eitur, verður sagt, at teir fyrst og fremst fara at leggja dent á at bjóða føroyingum eina skjótari og betir internettænastu. Men tað merkir ikki, at fyritøkan bert fer at arbeiða við internetinum [...] Men kann tað hugsast, at tit fara at samstarva við útlendskar fyritøkur? ? Tað er møguligt, sigur Ólavur Ellefsen og vísir á, at um teir fara at bjóða eitt nú fartelefoni út, so er neyðugt, at samstarva [...] byrjast, og tá eigararnir eru somu menn, sum eiga KT-fyritøkuna VIT, so er tað næstan ein sjálvfylgja, at teir byrja við internettænastunum. Ólavur Ellefsen sigur, at VITA fer at leggja seg eftir at bjóða
eldrasambýli í Vági, og sigast má, at tað var heppið, at hon var funnin nú, og at eingin skaði stóðst av henni, tá hon kom undan kavi. Tað hevur vakt miklan ans, at bumban varð funnin, og eisini donsk bløð [...] Tað, sum vágbingar og annað gottfólk ikki kláraði undir seinna heimsbardaga, kláraði ein broytførari í vikuni. Tað var nevniliga at finna fjórðu bumbuna, sum eitt týskt bumbuflogfar slepti yvir Vágs bygd [...] hava gjørt burturúr, at ein bumba, sum stavaði frá krígnum var funnin so nógv ár aftaná. Sum tá slíkar bumbur vera funnar, verða tær beindar so langt burtur frá fólki sum møguligt, og soleiðis var eisini
bygdini. Komin at húsum aftur sigi eg við konuna, at tað var so hugaligt at síggja Helmu aftur, nú hon sá so birg og væl uppløgd út, og kundi ganga uttan at nakar stuðlaðI henni. Eg fekk at vita, at Helma hevðI [...] var altíð blíð og fryntlig at koma inn til, og altíð gav hon sær stundir at tosa við ungdómin. Tað var ikki nakað pátikið, nei hon hevðI áhuga fyri tí ungdómurin tókst við, og dugdi at síggja týdningin [...] eldhugaðI fyri ítróttini, og nýttu bæðI tíð og orku at menna hana. Og væl dugdu tey at fara við ungdóminum, so ítróttin dróg alsamt fleiri at sær. Heim teirra stóð tætt við fótbóltsvøllin. Eitt heim Ið hevðI hjartarúm
nógv fólk eru heima og áhugaverd fólk vitja, so ein fær eina breiðari lurtarafjøld. Brandur sigur, at eins og áður, so fara nógv tiltøk at vera í gongugøtuni í Havn og í Grasagarði og Listaskálanum. Tón [...] heimlondum og væntandi verður løgd til rættis ein túrur fyri vinnarar, ið ikki hevur nakað við norðurlond at gera, men kanska verða heldur t.d. Berlin og París á skránni. Høvuðsnøvnini Hyggur ein at at skránni [...] ABC-sjónleikarhúsinum, har Klaus Pagh biður hana um at leika við í tveimum leikum, Godspell og Touch. Hon byrjar at gera upptøkur sjálv og er í sjónvarpinum og verður brátt nevnd Lille Sanne Superstar. Í árunum
tyrluferðum millum flogvøll og Suðuroynna enn í dag. Hann metir tað heldur ikki vera nakar trupulleiki at fáa arbeiðsfólk til at byggja upp ein basa, og heldur ikki tá talan er um at fáa tak yvir høvdið skuldi [...] royndir frá tíðini í Esbjerg, og annars meta vit okkum at vera professionellar á økinum. Dygd og 1. floks tænasta 24 tímar um samdøgrið, 365 dagar um árið er tað vit hava at bjóða okkara kundum sigur Steen [...] tíð tað tekur at sigla til og frá einum leitipalli til eina útgerðarhavn. Steen Hansen roknar við, at fleiri tænastufyritøkur fara at stinga seg upp kring Drelnes, sohvørt ein oljuleiting økist og ein