Eitt sindur um religiøsa átrokan

Vit eru hóast alt nøkur, sum ikki eru so fegin um religiøsa propagandu. Eitt ískoyti til tað íbirtandi kjakið um hetta evni seinastu dagarnar

Tað er at fegnast um, at fjølmiðlamonopolið er avtikið her heima, og at vit eru byrja at fáa kapping á hesum øki. Frí kapping er, næstan uttan undantak, ein fyritreyt fyri effektiviteti, dynamikki og nýskapan á einhvørjum samfelagsligum øki. Søgan hevur lært okkum, at hetta bert er ein ófrávíkiligur veruleiki, og síggja vit tað eisini týðuligt úti í heimi, at har tað er hørð kapping, t.d. ímillum radioforhandlarar, har eru prísirnir á radiotólum lágir og kundatænastan í topp til stórt gagn fyri forbrúkaran og samfelagið sum heild.

T.d. kann nevnast, at tað fyri stuttum bleiv kunngjørd ein kanning í donskum bløðum, at hvør dani brúkar í miðal 12.000 kr. meiri í matvøruforbrúki enn hvør týskari. Hetta tí, at kappingin á hesum øki er nógv størri í Týsklandi enn í Danmark. Og hetta er so, hóast vit her heima vanliga meta matvørur at vera sera bíligar Danmark.

Men tað var ikki júst hetta eg ætlaði at viðgera út í æsir; men heldur tað meiri ivasomu nyttuna í tí ómetaligu hørðu kappingini ímillum religiøsar trúarbólkar her í Føroyum.

Henda kapping hevur sera stórar dimensiónir hjá okkum. So stórar, at um hetta var ein útflutningsvøra, ja, so er eingin ivi um, at vit vóru heimsins mest vælhavandi fólk.

Men hóast tað, so eru vit nøkur sum ikki brýggja okkum serliga nógv um hesa nógvu religiøsu propagandu sum floymir inn yvir okkum frá øllum heraðshornum dag og dagliga. Nýligani hendi tað gleðiliga, at vit fingu eina nýggja útvarpsrás, Atlantsradio. Tað er sjálvandi teirra fulli rættur, sum hesa útvarpsrás eiga, at avgera hvat íð varpast skal út, men um ikki ein hevur verið vitni til, at religiøs propaganda hevur trokað seg framat har eisini (t.d. sunnukvøldið t.11/7); hóast tað er blivið okkum lova, at tað skal koma ein nýggj útvarpsrás seinni í árinum, sum burturav skal senda religiøst tilfar ? ein kristin støð, sum skal senda heilar 24 tímar um døgni! (Gevi okkum luft!).


Religión og nationalisma

Tað er ein ósvitaligur veruleiki, at religión og nationalisma hava skapað óteljandi ósemjur, intoleransu, hatur, kríggj og forbannilsir í søgu menniskjunar ígjøgnum allar tíðir. Í seinastuni hava vit kunna fylgt við gongdini í Kosovo, har religiøsir og nationalistiskir spenningar hava havt ræðuleikar við sær, sum líkjast holocaust undir seinna veraldarbardaga. Eitt annað dømi er tann sera spenta støðan í Norðurírlandi, sum er eitt religiøst stríð ímillum katolikkar á tí einu síðuni, og protestantar á hinari. Líknandi dømir eru óteljandi (tíverri).

Her heima hjá okkum er tað tíanbetur ikki traditión fyri at ganga og skjóta og kasta bumbur eftir hvørjum øðrum (Gud havi lov fyri tað). Men tað er einum og hvørjum eysæð, at religiøsir spenningar, sum skapa fordómar, lygusøgur og andstygd, eru so sanniligani eisini her. Gudiligar tvíningsstøður (t.d. millum baptistar, heimamissionerar, jehova, kelda, kristus er svarið ? you name it!) hava mangastaðni bygt upp smáar ?berlinmúrar? ímillum hús og grannaløg nógvastaðni runt um í Føroyum. Hví kunnu vit ikki verða hesa sjúkuna fyri uttan?

At menniskjan hungrar eftir makt vita vit. Tað hava ymsir heimspekingar, t.d. hin týski F. Nietsche, útgreinað. Viljin til makt er ein sera grundleggjandi eginleiki í náttúru menniskjunar. Og tað er møguliga her, at forkláringin upp á religiøsan dynamikk skal finnast?

Religiónin spælir eina óvanliga stóra rollu í Føroyum samanborið við onnur lond í Vesturevropu, tað verður helst ringt at koma uttan um hendan veruleika. Men høvdu vit kunna fingið eitt vandni orðaskifti í lag um hetta, hevði tað hóast alt kanska kunnað byrgt upp fyri, at vit fingu eina støðu í Føroyum sum minnir um støðuna í Iran, har fundamentalistiskir religiøsir fanatikkarar royna at gera alt hvat teir kunna, fyri at forða fyri pressu- og talufrælsi, og tvíhalda um tað intoleranta og kúgandi prestastýri.

Hetta hevur nú í seinastuni fingið studentar at fara í hernað, at taka upp kampin ímóti teimum maktsjúku religiøsu leiðarunum ? tíansbetur. Latum okkum vóna, at tað fer at eydnast studentunum at vinna á hesum víðgongdu muslimunum, soleiðis at tey kunnu halda á fram við tí menning av ?frælsi? sum hesi seinastu árini hevur sæð út til at koma fyri seg har niðri.


Hilmar Simonsen

Stud. Scient.

Aarhus universitet