frá túnum og urtagarðum hjá fólki og at fáa seyðin av vegnum, bæði innanbíggja og uttanbíggja. Teir fimm tingmenninir, Magni Laksáfoss, Helgi Abrahamsen, Eyðgunn Samuelsen, Tórbjørn Jacobsen og Sjúrður Skaale [...] til at krevja av teimum, sum eiga , ross, neyt, geitir og flogfenað, at stika fyri, soleiðis at dýrini ikki sleppa á vegin og inn í urtagarðar og tún hjá fólki. Men orsøkin til, at teir fimm løgtingsmenninir [...] mannalív? Tað er eisini ein royndur lutur, at nógvur seyður og stórdýr verða løstað og láta lív í ferðsluni. - Vit eisini at hugsa um ta sváru og sera ósømiligu dýrapínslu, ið stendst av hesum umrøddu vi
arbeiðsroyndir og avbjóðingar í útlondum. Mær dámar sera væl at búgva í Føroyum, tí familja og vinir altíð eru nær við. Men ein er bert ungur eina ferð, og eg vil gjarna nýta ta tíðina væl og uppliva umheimin [...] ár. Dreymar og hugsanir, ið ein hevur nú, eru møguliga horvin um nøkur ár, og nýggir eru komnir í staðin. Á hendan hátt broytist putlispælið alla tíðina, og brotmyndir verða bygdar upp og tiknar niður [...] mentan og einum vøkrum, útbreiddum, men eisini torførum máli. Eitt heilt ár við eini fremmandari familju og eini ókendari mentan, vænti eg, verður ein rættilig uppliving, ið fer at menna meg nógv og fer at
durðavørurin í kovboyhattinum og nakrir av barrvørurum lupu út á gólvið, og áðrenn vit vistu av, var dansigólvið ein stór leindansing framførsla. Hetta var ordilig kontri og vestern. Í barrini niðrið undir [...] Dansigólvið fyltist stútt, og lagið gjørdist alt betur. Við løgum hjá Johnny Cash, Garth Brooks, Kenny Rogers, Shania Twain og øllum hinum stóru kontrinøvnunum hildu The Reverends ung sum gomul á dansigólvinum [...] kendi, men sum onkur kendi, sum eg kendi. Hon sat við borðið, har eg sat og hvíldi seg eina løtu. Hon hevði dansað alt kvøldið og orðini lýstu ómetaliga væl sjálvan andan í øllum føroyskum dansitiløkum
Hon var sterk, rann skjótt, hoppaði høgt og langt og henni dámdi væl at kappast. Inga royndi seg í fleiri ítróttargreinum, millum annað spældi hon flogbólt og fótbólt. Hennara dagliga starv kom eisini [...] 16 ár, kvinnuunglingum og í 1. deild. Inga var neistakvinna við stórum N, um tú kanst siga tað soleiðis. Umframt at ganga á odda í venjing og dystum, so sat hon við dómaraborðið og var til dystin fús, tá [...] skuldu fyriskipast. Inga var bersøgin. Hon hoyrdist og sást, tá ið hon var í hallunum. Hon legði nógv í venjingina og kravdi nógv av sær sjálvari og viðspælarum í dystum. Tað var onkuntíð torført hjá teimum
kirkjufólk og møtifólk eru teskandi og larmandi børn eitt, sum ger, at tey ikki kenna ta góðu upplivingina og friðin, tá tey fara hagar. Fyri hana er púra greitt, at alt skal vera við máta og tekur fram [...] sum er ættað úr Hoyvík og síðani gift til Syðrugøtu, var sunnudagurin merktur av andaligum tiltøkum. – Eg varð leidd í kirkju – Havnar kirkju og Vesturkirkjuna og í sunnudagsskúla og á møti í Meinigheitshúsinum [...] eisini tá ið tey vitjaðu ommur og abbar í Gøtu og í Sandavági. – Eg havi tí eitt serligt pláss í mær til júst hesar kirkjurnar, og so eisini Hoyvíkar kirkju, sum kom seinni, og har vit somuleiðis vórðu gift
leiðreglurnar og kunningin á ongan hátt skulu gera næmingarnar bangnar, og hann heldur, at næmingarnir duga at skilja tilbúgvingarætlanina: - Børn og ung í dag síggja so nógv á netinum, í filmum og í sjónvarpi [...] tey hoyra og síggja í gerandisdegnum, og ein reaktión upp á kunningina um, hvussu tey skulu gera, um onkur kemur inn í skúlan við byrsu, kann verða, at børnini fara at reagera upp á menn og uppfata teir [...] Hetta er alt ov dramatiskt og ger uttan iva ein stóran part av næmingunum ótryggar, sigur Tóra Petersen, sum í løtuni er undir víðari útbúgving innan sálarlig trauma hjá børnum og ungum. Skulu kenna mannagongdina
verða til allar hendur og øll hava javnbjóðis møguleikar og rættindi. - Tað er mín greiða sannføring, at hvør einstakur skal hoyrast. Gjógvin millum rík og fátøk er ov stór í løtuni, og tað eru millum knútarnar [...] kríggið í Irak og Afganistan brast á, myndirnar av Mohammed og greiða høgravenda meirilutan í Danmark, hevði Annika sæð nógmikið. Hon tók blaðið frá munninum og ritaði seg inn í SF í 2007. Sum ung var hon annars [...] sbólkinum og limur í landsleiðsluni hjá SF Útbúgving: Kandidatur í menning og altjóða viðurskiftum Arbeiðsroyndir: Í ST í New York, í Norðuratlantsbólkinum á fólkatingi, í ES-kommisiónini og føroysku
størstan avsláttur. Kostískoyti Børn og ung undir 18 ár og pensjónistar gjalda við nýggju skipanini ongantíð meiri enn 1195 krónur um árið, meðan fólk millum 18 ár og pensjónsaldur gjalda í mesta lagi 1600 [...] hevur verið leingi á veg, og sum hevur fingið drúgva viðgerð og hevur verið til hoyringar hjá øllum viðkomandi instansum. Talan er í nógvar mátar um eitt kollveltandi uppskot, og sambært Hans Paula Strøm [...] avrokningarstøðum, ellivu ymiskum roknskapum og ellivu ymiskum limagjøldum. Nú verður so alt savnað á einum stað. - Nú verður alt meiri rationelt og einfalt, og eg rokni við, at tænastan til borgaran av somu
Ismar var tað ofta við at hava eitt orð, og hjá Elsu við at taka ímóti gestum til Siloa. Ein fastur gestur og góður vinur var Petur Háberg. Ismar var eisini skald, og so var hann eisini virkin í politikki [...] Ellis- og Røktarheiminum í Runavík, har hon hevur tað gott. Hetta skal fyrst og fremst vera ein persónlig heilsan til Elsu. Vit hava nevniliga kenst alla mína tíð. Foreldrini vóru vinir við Elsu og Ismar [...] hóast hon var fleiri og 80 ára gomul. Tað kundi gingið báðar vegir hjá Jóannes. Men hann kom fyri seg aftur, og vit eru mong, sum eru takksom fyri tað. Tað komu nógv fólk inn til Ismar og Elsu. Ein nokk so
av útbúgving og mentan Ført verður fram, at útbúgving er nógv raðfest seinnu árini og skal raðfestast enn hægri. Tosað verður um, fleiri útbúgvingar á setrinum og miðnámsskúlatilboð til ung við serligum [...] vænti eg, at bæði løgmaður og Sambandsflokkurin vakna við kaldan dreym. Teir hava jú samtykt at skerja útbúgving og mentan við tilsamans 56 mió. komandi árini og almanna og heilsuøki við 170 mió. Breiðar [...] at fremja og samtyktu fíggjarkarmarnir fyri komandi ár. Tá ið onki samsvar er, ímillum ætlaninar hjá samgonguni á fíggjarliga økinum og orðafloyminum í løgmansrøðuni, tá verða orð bert orð og missa sín