Heilsupolitiskur reformur

Uppskotið hjá Aksel V. Johannesen um heilsutrygd fær góð skotsmál frá øllum flokkum, og ikki minst frá framsøgumanninum hjá Javnaðarflokkinum, Hans Paula Strøm, sum kann sigast at vera faðir at uppskotinum

Talan er um eitt uppskot, sum hevur verið leingi á veg, og sum hevur fingið drúgva viðgerð og hevur verið til hoyringar hjá øllum viðkomandi instansum.
Talan er í nógvar mátar um eitt kollveltandi uppskot, og sambært Hans Paula Strøm kann tað býtast upp í fýra bólkar.
- Fyri tað fyrsta er tað sjálvur bygnaðurin, sum verður broyttur. Vit hava havt eina sjúkrakassaskipan í fleiri enn hundrað ár, og tá sigur tað seg sjálvt, at tíðin er komin til broytingar, sigur Hans Pauli Strøm.
Nýggja heilsutrygdin skal avloysa ellivu ymiskar sjúkrakassar við ellivu ymiskum avrokningarstøðum, ellivu ymiskum roknskapum og ellivu ymiskum limagjøldum. Nú verður so alt savnað á einum stað.
- Nú verður alt meiri rationelt og einfalt, og eg rokni við, at tænastan til borgaran av somu grund kann gerast betri, sigur Hans Pauli Strøm.
Ein annar fyrimunur verður, at nú fæst ein telduskipan í staðin fyri tær ellivu, sum eru í dag, og hendan skipanin kann so koplast upp á ta talgildu skipanina, sum er á teimum trimum sjúkrahúsunum.

Nýggj gjaldsskipan
Eitt er, at tær tænastur, sum sjúkrakassarnir hava veitt, verða veittar av nýggju skipanini, men har kemur nógv aftrat.
- Í verandi skipan fáa limirnir stuðul til lækna, tannlækna, tannrøkt, fysioterapeut og kiropraktor. Í nýggju skipanini verður eisini veittur stuðul til ergoterapi, og fólk við diabetis fáa stuðul til fótarøkt. Eitt annað, sum hevur verið rættiliga fløkt, er hjálpartól, men nú verða hesi umfatað av nýggju skipanini, sigur Hans Pauli Strøm.
Eisini sum nakað nýtt fer hvør einstakur limur at fáa eitt heilsutrygdarkort tá eitt ár er farið soleiðis, at hann altíð hevur eina váttan uppi á sær um, hvat heilsutrygdin dekkar, og tað kemur ikki minst væl við uttanlands.
Triði parturin í nýggju skipanini er, at tað kemur ein heilt nýggj stuðulsskipan til heilivág.
- Har hevur verið eitt óskil seinasta árið, tá tað upp undir jól í fjør vórðu gjørdar nakrar sparingar, sum serliga rakti pensjónistar og varandi sjúk. Hartil hava eisini verið fleiri misskiljingar millum sjúkliingar, apotek og kommunulæknar og tað hevur ført við sær, at summi eru sloppin bíligari, meðan tað hjá øðrum er vorðið so dýrt , at fólk hava ikki ráð til heilivág, sigur Hans Pauli Strøm.
Eisini verður skipanin so, at tey, ið brúka minst, gjalda mest, meðan tey, ið brúka mest fáa størstan avsláttur.

Kostískoyti
Børn og ung undir 18 ár og pensjónistar gjalda við nýggju skipanini ongantíð meiri enn 1195 krónur um árið, meðan fólk millum 18 ár og pensjónsaldur gjalda í mesta lagi 1600 krónur um árið.
Hetta merkir so, at barnafamiljur og pensjónistar sleppa sum best, meðan tey har ímillum draga eitt sindur tungari less.
- Alt, sum fer upp um hesar upphæddir, fær sjúklingurin so ókeypis frá heilsutryggingini, sigur Hans Pauli Strøm.
Nakað annað, sum nú aftur fer at verða umfatað av heilsutrygdini, er kostískoyti, sum var strikað í fjør.
- Tá varð sagt, at slíkt var ikki reseptskyldugt, og tí hevði fólk haldur ikki rætt til stuðul. Hetta var ein stórur smeitur fyri pensjónistar og viknaðar bólkar, tí tað eru kostískoyti, sum hesi fólk hava tørv á fyri at kunna liva eitt gott lív, sigur Hans Pauli Strøm.
Hetta kemur nú aftur at verða umfatað av heilsuskipanini, so at pensjónistar og varandi sjúk fáa stuðul til kostískoyti og annað.

Javnt gjald
Tað fjóðra, ið fyrrverandi landsstýrismaðurin í heilsumálum fegnast um, er gjaldsskipanin.
- Tað eru sum nevnt ellivu ymiskir sjúkrakassar, allir við ymiskum gjøldum. Nú verður eitt gjald, sum verður tað sama uttan mun til hvar í landinum tú býr. Tvey tey fyrstu árini verður hetta gjaldið kravt inn umvegis gjaldstovuna, men frá 1. januar 2012 verður tað ein partur av skattinum, sigur Hans Pauli Strøm.
Hetta er sum nevnt eitt uppskot, ið hevur verið fyrireikað leingi.
- Vit byrjaðu longu í fyrstu ABC-samgonguni, men tá var ætlanin bara at umskipa teir ellivu kassarnar til ein kassa, sum framvegis skuldi vera ein sjúkrakassi. Men tá vit síðani tóku málið upp aftur, gjørdist tað undir hesum forminum, sum uppskotið nú er lagt fram í, sigur Hans Pauli Strøm.
Tíðliga í vár bleiv so ein politisk avtala gjørd millum samgonguflokkarnar um, hvussu uppskotið skuldi síggja út.
- Eg eri sera fegin um, at vit hava megnað at hildi fast um ta avtaluna, sum varð gjørd í apríl, og tað er eftir tí leisti, at vit hava arbeitt. Aksel Johannesen hevur so fullført tað arbeiðið, so vit eiga øll ein fingur við í spælinum, eisini andstøðan, sigur Hans Pauli Strøm.
Arbeiðið hevur gingið skjótt, tí talan er um eitt sera víðfevnt mál, sum er fingið frá hondini eftir seks mánaðum.
- Nú liggur uppskotið so her, og hvørt einasta framsøgufólk hevði bara gott at bera uppskotinum, so eg vænti, at uppskotið fær ein blíðan byr, bæði í trivnaðarnevndini og í Løgtinginum, sigur Hans Pauli Strøm.