Fyri fáum vikum síðani lat nýggja matstovan hjá kokkinum Poul Andrias Ziska upp í miðbýnum í Havn.
Og longu nú hevur matstovan fingið tvær Michelin stjørnur.
Tað er greitt, nú Michelin stjørnurnar vóru latnar í kvøld til norðurlendskar matstovur.
Í grundgevingini, sum verturin las upp, stendur millum annað:
"The experience is a true joy (...) You're approach is refreshingly authenthic and full of chracther..."
Hvussu kennist tað? spurdi verturin.
– Gott. Tað er gott at vera aftur! svaraði Poul Andrias Ziska.
Hann fortaldi, at nakað av trýsti hevði verið á hann, nú tey akkurát hava latið matstovuna upp, og at hetta er nýtt og øðrvísi umhvørvi enn tað, hann er vanur at arbeiða í.
– Hetta hevði eg veruliga ikki væntað. Men tá man fær eina innbjóðing til hetta, so væntar man sjálvandi okkurt, men eg var als ikki fyrireikaður uppá hetta, segði Poul Andrias Ziska.
Í videobrotinum her ber til at síggja løtuna - spola fram til 1 tíma og 25 minuttir: https://www.youtube.com/live/wO6Rd8CfZAU?si=cPUOXanCxLoLzw5u&t=5092
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##