Í nátt er Russland í holt við eitt ógvusligt dronuálop á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv.
Hetta veit tíðindastovan, Reuters at siga. Lagt verður aftat, at fleiri býarpartar í Kyiv eru raktir av dronum - ella leivdum frá dronum.
Í minsta lagi níggju fólk vórðu løstað, tá ein íbúðarbygningur í Solomiansky-býarpartinum nærindis miðbýnum varð raktur.
Sagt verður, at bargingarfólk eisini eru send til tríggjar aðrar býarpartar í Kyiv, sum eru raktir í russiska álopinum.
Loftverjan yvir Kyiv er aktiverað.
- Fleiri dronur eru framvegis á veg móti miðbýnum, sigur borgarstjórin í Kyiv, Vitali Klitchko, í einum boðum á Telegram.
Borgarstjórin leggur aftrat, at leivdir av niðurskotnum dronum hava elvt til eldar í útryðjuni av býnum, og her hava fimm fólk fingið løstir.