Trump heitir á øll um at fara úr Teheran beinanvegin

Trump skrivar, at Iran átti at skrivað undir kjarnorkuavtaluna - og at øll skulu fara úr Teheran beinanvegin.

Jalaa Marey/AFP/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Donald Trump, heitir á øll um at fara úr iranska høvuðsstaðnum, Teheran.

Tað gjørdi hann týskvøldið okkara tíð í einum uppslagi á sosiala miðlinum Truth Social.

- Øll skulu rýma úr Teheran beinanvegin, sigur forsetin.

Hann greiðir tó ikki nærri frá hvat hann meinar við. Tað er tí ikki greitt, um hann sipar til alt fólkið í Teheran ella til dømis amerikanskar ríkisborgarar í Teheran.

Trump byrjar uppslagið við at skriva, at Iran átti at skrivað undir eina kjarnorkuavtalu, sum samráðingar hava verið um frammanundan.

- Iran átti at skrivað undir "avtaluna", sum eg bað tey skriva undir. Hvat fyri skomm og spill av mannalívi. Í stuttum kann Iran ikki hava kjarnorkuvápn, skrivar forsetin.

Ísrael fór undir eitt álop á kjarnorkumál í Iran og millum annað hernaðarleiðsluna í landinum fríggjakvøldið. Hetta hevur havt við sær, at londini bæði hava bumbað hvørt annað fleiri ferðir síðani.

Undan álopunum samráddust USA og Iran um eina nýggja kjarnorkuavtalu.

Men eftir ísraelska álopið fríggjadagin segði Iran í fyrsta umfari, at samráðingarnar við USA vóru meiningsleysar.

Trump hevur váttað, at USA varð kunnað um álopið hjá Ísrael á Iran fríggjakvøldið, men avsannar, at landið var við í hesum.

Sunnudagin legði uttanríkisráðharrin í Iran, Abbas Araghchi, dent á, at Iran er opið fyri eini avtalu, sum forðar landinum í at ogna sær kjarnorkuvápn.

Samstundis legði Araghchi dent á, at landið ikki fer at góðtaka eina avtalu, sum frátekur Iran síni "kjarnorkurættindi".

 

/Ritzau/

 

 

Jalaa Marey/AFP/Ritzau Scanpix