sita í andstøðu, eru tey ofta sera upptikin av breiðum semjum. Sjálvandi kundi mann freistast til at sagt, tí tað er einasti møguleikin, fyri at fáa nakað av sínum politikki ígjøgnum. Men tá somu fólk so [...] í hugsjónarligum ástøði. Tað verður altíð ein blanding av hugsjónarligum innihaldi, sum í síðsta enda verður úrslitið, í eini politiskari skipan, har vit hava val 4. hvørt ár. Alt annað er utopi at fyristilla [...] Nær fór politikkurin av sporinum? Ella hevur føroyskur politikkur í heila taki nakrantíð verið á tí breiða sporinum? Eg havi altíð haft tað áskoðan, at fyri at flyta landið framá, soleiðis at fólkið kennir
frá landsstýrinum í sambandi við koronu, í gildið. Eitt av hesum tilmælum er, at ein skipan við koronupassi verður sett í gildið. Ein partur av hesum er, at í mesta lagi 200 fólk kunnu savnast innandura [...] týdningin akkurát nú, tí tað var longu uppundir seinasta vikuskiftið, at tey, sjálvboðin, settu eina skipan við koronupassi í gildið. Tað hendi tann 3. november, tá ið løgmaður mælti til, at skeinkistøðini [...] i lótu aftur um náttina fyri at basa smittuni. Tað vildu tey ikki, men afturfyri settu tey eina skipan við koronupassi í gildið. Men hetta er so fyrsta vikuskiftið, at landsstýrið hevur beinleiðis mælt
spælararnar, sum taklaðu neyvt og við tyngd, sum fluttu seg væl fyri hvørjum øðrum, sum tordu at bjóða av og sneiða framvið mótstøðumonnum, og sum spældu seg til málmøguleikar, samstundis sum teir hildu m [...] steðgin var tað um reppið, at Føroyar skoraðu. Tað var í 57. minutti, at Jonn Johannesen við heilfluktara av brotsteigarmarkinum og eitt vet til høgru smekkaði til. Bólturin fór framvið málverjanum, men tíverri [...] tíverri fór hann eisini dygst framvið handara stóla. Liðformaðurin Magnus Holm Jacobsen noyddist skaddur av vøllinum, tá ið ein tími var farin. Tað var sjálvandi harmiligt, men teir, sum vórðu skiftir inn, vóru
verður ein skipan sett í gildið, har tað skal prógvast, at tey, sum arbeiða við børnum og ungum undir 15 ár at gera, ikki hava gjørt seg kynsliga inn á børn og ung. Sostatt verður ein skipan við barnaváttanum [...] tað er eisini ein orsøk til at málið hevur drigið út. Men nú er málið avgreitt og tískil hevur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum skrivað eitt uppskot um barnaváttarnir, sum skal leggjast fyri
mælt til at matstovur, frisørar, og onnur, seta eina skipan við koronupassi í gildið. Men tað hava hvørki løgmaður, ella Miðflokkurin viljað vitað av, men nú er støðan brádliga broytt. – Eg havi tikið í [...] váttar Jenis av Rana, at tey hava góðtikið støðuna, sum hon er. Bárður á Steig Nielsen sigur, at tá ið landsstýrið setti nýggj koronu-tilmæli í gildi fyri eini viku síðani, fór nógv av kjakinum at snúgva [...] komu inn. Eisini Arbeiðsgevarafelagið gjørdi av at krevja koronupass í samband við tiltøk hjá teimum. Eisini farsóttarnevndin mælti til at vit fingu eina skipan við koronupassi og annars var løgmaður fyri
altíð verið harðliga ímóti eini skipan við koronupassi, tí tey góðtaka ikki, at vit gera mun á fólki. Les eisini: Her eru nýggju koronu-tilmælini frá landsstýrinum Men eitt av hesum tilmælum er nettupp tað [...] hendan spurningin. Jenis av Rana úr Miðflokkinum, sum er landsstýrismaður í uttanlandsmálum og í mentamálum, sigur fyri okkum, at Miðflokkurin er framvegis ímóti, at vit fáa eina skipan við koronupassi. Mi [...] spurningurin var frammi, og har var niðurstøðan, at tey taka ikki undir við eini skipan við koronupassi. Men samstundis ásannar Jenis av Rana, at her er Miðflokkurin komin í minniluta. Hann sigur eisini, at hetta
vilja vita av tí. Og ráddi Miðflokkurin einsamallur, høvdu vit neyvan fingið eina skipan við koronupassi, sigur hann. Men sum støðan er, heldur hann, at vit eiga at góðtaka eina slíka skipan. – Tað hevur [...] Tað er landsstýrið, sum ger av, hvørji tiltøk verða sett í verk fyri at basa koronu, og vit skulu stuðla landsstýrið í teimum avgerðum, sum verða tiknar. Tað sigur Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri [...] fyri Miðflokkin. Miðflokkurin hevur tvíhildið um, at vit skulu ikki gera mun á fólki, men eitt av tilmælunum frá landsstýrinum er nettupp at vit skulu hava koronupass fyri at fara á matstovur, á skeinkistøð
Fólkaheilsumyndugleikastovnin á stovn fyrst í 2022. Yvirtøkan av landslæknaembætinum, farsóttarlóggávuni og restini av lógarpakkanum er natúrligur partur av einum Fólkaheilsustovni. Skal stovnurin fáa ta tyngd [...] partur av okkara heilsulóggávu er ikki á føroyskum hondum. Hetta er á ongan hátt nøktandi. Heilsuøkið er at meta sum reinur innlendispolitikkur og má sjálvsagt stýrast úr Føroyum. Vit hava hópin av væl skikkaðum [...] tað er bæði gott og neyðugt. Men tað er púra óskiljandi, at vit ikki hava egnan landslækna men eina skipan, har vit fáa tænastu x-tal dagar um mánan úr Danmark. Menningin á økinum gongur við rúkandi ferð
landsstýrisfólk mæla til koppseting, onnur eru beinleiðis ímóti, so sum Jenis av Rana. Tað argar Kaj Leo Holm Johannesen, at Jenis av Rana gav kopsetingartilgongdini eitt ógvusligt skot fyri bógvin, og við in [...] in.fo fríggjadagin segði Kaj Leo Holm Johannesen, at hann var »heilt óalmindiliga skuffaður av Jenisi av Rana«. Men tað tykist løgmaður ikki vera, tí hann vil ikki leggja trýst á tey fáu, sum ikki eru [...] Tí Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, mælir nú til at seta í gildi skipan við koronupassi, sum løgmaður er hart í móti. Bárður Nielsen hevur fleiri ferðir gjørt greitt, at hann fer ikki at býta
sera stórt á nøkrum av okkara aliøkjum í Skotlandi. Hettar komst av at hesin fiskur hevði ringa toknuheilsu og brádliga eisini varð raktur av øðrum avbjóðingum sum t.d. stórar stimar av pinkuhvalspyggjum [...] Bakkafrost miðar eftir at nýta umleið 40% av tikna laksinum í Føroyum til framleiðslu av liðugvørum. Bakkafrost hevur gjørt sáttmálar um sølu av liðugvørum fyri umleið 34% av væntaðu samlaðu tøkuni í Føroyum og [...] altjóða tøkan av laksi øktist umleið 4,6% í triðja ársfjórðingi 2021 í mun til sama ársfjórðing árið fyri. Samanlagt við frysta laksinum, ið varð seldur av goymslu, øktist samlaða útboðið av laksi við umleið