Nú verður ein skipan sett í gildið, har tað skal prógvast, at tey, sum arbeiða við børnum og ungum undir 15 ár at gera, ikki hava gjørt seg kynsliga inn á børn og ung. Sostatt verður ein skipan við barnaváttanum nú sett í gildið í Føroyum.
Hetta er eitt mál, sum politikarar á Løgtingi hava tosað um seinastu 10 árini, men tað hevur gingið strilti at fáa tað sett í verk. Ein grund til tað er, at leingi var ivi um, hvørjum landsstýrisfólki hetta hoyrdi undir. Men talan er eisini um danskt malsøki, og myndugleikarnir í Danmark hava ligið á málinum í fleiri ár, og tað er eisini ein orsøk til at málið hevur drigið út.
Men nú er málið avgreitt og tískil hevur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum skrivað eitt uppskot um barnaváttarnir, sum skal leggjast fyri Løgtingið. Tað er eingin ivi um, at tað verður samtykt, tí seinast málið var til umrøðu í Løgtinginum, var full semja um tað.
Ætlanin er, at skipanin kemur í gildið fyrsta apríl og tað merkir, at tá skulu arbeiðsgevarar, sum seta fólk í starv, har tey hava við børn og ung undir 15 ár at gera, fáa eina barnavátta frá løgregluni um, at viðkomandi ikki hevur gjørt seg kynsliga inn á børn.
Eitt dømi er, at ein kommuna, sum setir ein pedagog, ella eitt hjálparfólk í starv, skal útvega eina barnaváttan, Onnur dømi eru, at eisini ein samkoma skal útvega eina barnaváttan, áðrenn eitt fólk verður biðið at verða sunnudagsskúlalærari. Tað sama skulu ítróttafelag gera, tá ið tey seta venjarar ella onnur hjálparfólk. Og tað kann gera tað er sama um arbeiðið er lønt ella ólønt.
Í summum førim verður kravið um barnavátttan víðkað, so at eisini fólk, ið hava tætt samband við tann, sum verður settur í starv, skulu hava barnaváttan. Talan kann vera um hjúnafelaga, sambúgva, ella heimabúgvandi børn yvir 15 ár.
Her verður hugsað um dagrøktarar, og onnur, tí í slíkum førum skal arbeiðsgevarin eisini útvega barnaváttan frá húsfólkinum hjá dagrøktaranum. Orsøkin er, at dagrøktarin ansar børnum í sínum egna heimi, og at í hesum heimi eru onnur fólk, ið eru 15 ár ella eldri, og sum sostatt fáa beinleiðis og regluligt samband við børnini.