klára í Hoyvík, soleiðis at skipast kann fyri skeiðum í knívssmíði. Einki er at ivast í, at mangir ungir menn hava hug at læra hetta tignarliga handverk. Gævi tað fer at eydnast at síggja rættiligar grindaknívar [...] ella minni arbeiðsleysir. Vandi kann vera fyri, at hendan handverksmentanin gleppur okkum av hondum. Feløgini Greipur, Naddoddur og Dvørgamoy hava til endamáls at skapa áhuga fyri tí klassiska føroyska [...] gamal smiður er á lívi enn, ið dugir at leggja stál í eggjarn. Men skal hendan mentan varðveitast, má nakað gerast beinanvegin. Tað er í tøkum tíma, at Heimavirkisfelagið og Fornminnissavnið nú gera smiðju
hesum øki. Tað er at fegnast um, at áhugin tykist aftur vera vaksin fyri at taka ullina til høldar, sum eitt nú nýggja spunavirkið í Suðuroy er tekin um. Og áhugin er enn livandi millum manna fyri at hava sum [...] tilfarinum, størri verður fatanin og ansurin fyri at kunna skilja ímillum gott og vánaligt. Tí er tað so umráðandi, at tann, ið fæst við heimavirki, sjálv tekur ullina upp, vaskar og skilur hana, handfer hana [...] heimavirkaðar ullvørur, ikki at vera ruslhandlar, men í staðin at leggja dent á at vísa, at her fæst einans tað besta. Alt annað er ein háð bæði ímóti teimum, ið gjørt hava lutirnar, og teimum, ið keypa skulu
er ikki at gloyma tað, sum eg havi hug at kalla verkmentan. Tað er eitt nú handverk við rót í siðaarvi okkara, sum mangt tykist vera í vanda fyri at detta niðurfyri, tí tað er illa ført fyri at kappast [...] henda framsýning hevur at bjóða fram. Mentan er eitt lykilorð nú á døgum, og tá verður eina helst hugsað um hugtøk sum bókmentir, tónlist, myndlist og annað tílíkt, og tað er alt gott og væl, men í teirri umrøðu [...] átti at verið kær skylda at stutt og styðjað alt tílíkt yrki, so at tað ikki datt fyri bakka, men kundi menst til at gjørst drúgt íkast í landsbúskap okkara. Mær er eina fremst í huga, uttan at lítilsvirða
Men er tað ikki tá ein vandi fyri, at tú selir tað tú gert við ov lítlum vinningi? ? Tað kann gott vera, men eg dugi bara so illa at meta um hvat tað skal kostað. Tað er ógvuliga torført. Hevði tað kanska [...] hugurin fyri seymingini - og handaverkinum. Henda spurningin settu við Hallfríð. ? Eg haldi, at eg altíð havi havt hug at seyma, og tá hugurin er til staðar, tá er tað torført at lata vera. Men hevur tú so fingist [...] sindur torført við at seta prís á tað sum hon ger. ? Tað er so ótrúliga ringt. Eg havi torført við at krevja nógvar pengar fyri tað sum eg geri, tí eg eri sjálvlærd, og tí tori eg illa at seta prís á, sigur
við í fjør, eru við í ár, og soleiðis skal tað eisini vera halda tey trý. ? Hjá nøkrum er tað tí, at tað ikki hava stundir tí tey hava so nógv at gera, og hjá øðrum er tað tí, at tey heldur vilja bíða eitt [...] framsýningini er at menna listhandverk og heimavirking í Føroyum. Tað eru nógv fólk kring alt landið, sum sita og virka eitthvørt, og tað er fyri at stuðla teimum, at halda á fram, at henda framsýningin [...] við aftur. Men hóast tað, so halda fyrireikararnir, at tað eisini er neyðugt við íblástri uttanífrá. ? Vit hava tað fatan, at tað kann vera gagnligt fyri føroysku framsýnararnar at síggja hvussu útlendingar
Føroyar og Skotland, sum nú er. ? Men tað skerst ikki burtur, at tað er dýrt at flúgva og familjuferðir verður tað neyvan um tann vegin. So tá ið hendan siglingin verður tikin uppaftur, fer tað at víða ræsurnar [...] vónar bara, at tað fer at bera til hjá teimum feløgum, sum hava flutning ímillum Føroyar og umheimin at samstarva. ?Tað hava fyrr tvey ferðamannaskip siglt ímillum Føroyar og umheimin. Og tað kunnu tey gera [...] ? Tað er at fegnast um, at stig nú verða tikin til, at taka siglingina ímillum Føroyar og Skotland uppaftur. Tað heldur bretski konsulin í Føroyum, Johan Mortensen. Hann sigur, at tað var ein sera illa
veðrið er til vildar. Helena Dam á Neystabø sigur, at nógv er gjørt við húsini og at kømurini og onnur høli eru ljós og góð. Tað, sum er eftir at gera, er at gera rúm fyri køki, matstovu, felagshølum o.s.fr [...] væntar, at tað verður klárt at flyta inn í oktober í ár. Umframt felagsshøli o.a. skal m.a. eisini samráðast um tað ber til at gera ídnaðarkøk í nýggja hotellinum, ella um tað verður neyðugt at fáa avtalu [...] møguleikar at gista nakrar nætur á Hotell Tórshavn fyri ein bíligan penga. Tað nýggja hotellið liggur væl fyri í Keypmannahavn. Tað liggur upp at ?Fælledparken? og út ímóti ?Østerbrogade? og tað er bara eitt
portugisarar verið her og umskipað og eru síðan farnir aftur til fiskiskap. Jónsvein Lamhauge, havnarstjóri, heldur, at tað er ein staðfestan av, at samband okkara við útheimin er í lagi, at øll hesi fremmandu [...] eins og nógv umskiping hevur verið á redini. Men eisini onnur hava funnið útav, at tað loysir seg at umskipa í Føroyum. Til dømis skip, sum fiska á Rygginum. Í summar hava bæði týskarar, spaniólar og po [...] hendanvegin. Umframt tað, sum Tórshavnar Havn fær burturúr, liggur eisini ymiskt annað eftir hesi skipini. Tað verður bæði olja, proviantur og onnur útgerð keypt. Umframt, at fólk skal til at lossa. Onkuntíð
hesum, og mongum øðrum spurningum. Og vit mugu bera skjótt at, soleiðis at tað vera tey, sum framvegis búgva her, hava sínar røtur og sínar kenslur her, at tað vera tey, sum vera við í hesum arbeiðsbólki [...] virkjum og skipum, sum bert hava landskassan at liva av. Henda uppskriftin kostaði bæði landskassanum og bygdamenningini lívið. Og fer at gera tað aftur. Hesi dømi verða nevnd til tess at minna á, at tað ikki [...] Eg fari tí at endurtaka, at tá ið vit tala um at menna útjaðaran og útoyggjarnar, so eigur almenni leikluturin ikki at vera at veita vinnuni rakstrarstudning og veðhald, men at tryggja neyðuga útbúgving
bíða - og kann vera ein áminning um, at tilveran líkist árstíðunum: tað eru myrkari og ljósari tíðir. Vit høvdu ikki stundir og ráð at bíða eftir, at kreppan loysti seg sjálv, men tóku ógvuslig tøk fyri at [...] til at menna samfelagið og samstundis tryggja, at neyðugu atlitini verða sýnd náttúru og umhvørvi. Á henda hátt ber til at varðveita stórbæru føroysku náttúruna. Okkara fjøll, áir og vøtn, firðir og sund [...] fari eg at takka fyrireikarunum fyri at hava boðið mær suður higar til oyggjastevnu tykkara. Tað var her í oynni, at fyrsti fólkafundurin varð hildin fyri meira enn hundrað árum síðani og tað er hugaligt