reyvina at í Vági, og tískil ikki so væl fær lastað stórar trailarar, men hann vísir á, at tað ofta kemur fyri, at Smyril er noyddur at leggja at bryggjuni við flakavirkið á Tvøroyri, orsakað av, at tað er [...] fyri at fáa Smyril á Vág leygardagar. Og harafturat verður atløguplássið, har Smyril plagar at leggja at, nýtt til annað endamál leygardagar, so tað ber rætt og slætt ikki til hjá Smyrli at leggja at í Vági [...] gingist væl, og er Martin vísur í, at manningin á Smyrli kennir seg trygga at sigla inn eftir Vágsfirði. ? Eg havi fult álit á, at eingin av manningini umborð á Smyrli heldur tað vera vandamikið at sigla inn
samrøðu at gita, at hann sigur ja. Hann vil sjálvur sleppa at siga monnunum tað. Men hann lovar, at hann fer at svara skjótt. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur, at hann fyrst vil vita, hvussu tað gongur [...] hann er farin at umhugsa málið. Jørgen Niclasen sigur, at svar kann væntast stutt eftir ólavsøku. Hvat hann fer at svara monnunum, vil hann ikki siga beinleiðis. Og av tí, at tað er skeivt at gita, hvat fólk [...] við trimum japanskum skipum. Tað fyrsta japanska skipið hevur boðað frá, at tað væntaði at vera her í gjár, sigur Jørgen Niclasen. Í viðmerking til at trolararnir eru farnir at selja uttan um uppboðssølurnar
trolarunum sigur hann, at hann er við at koma aftur í vanliga legu. Tað vil siga, at upsin er um at koma aftur. Í fjør var at kalla ikki upsi at fáa. Alt var toskur. Men nú líkist tað aftur meira vanligum [...] eru tveir upsakeyparar í Føroyum. Tað eru Kósin og Fiskavirking. At so illa stendur til er tí, at upsamarknaðurin í Europa er fallandi. Og við fallandi marknaði er tað beinleiðis ov hættisligt a fara á [...] Grundin til, at partrolararnir ikki selja upsa um uppboðssølu er tann einfalda, at eingi boð koma. Tað sigur Bjarti Mohr, sum er reiðari hjá trimum partrolarum. Bjarti Mohr sigur, at tað í løtuni bara
spurningar, t.d. um Kristina skuldi arbeiða og hon mátti lova, at hon ikki hevði ætlanir um at giftast. Kristina og Scott búgva í Tuscon, Arizona, og tað er ikki sørt, at hetta er rættiligt country umhvørvi, [...] Tað er sama gamla søgan, the same old story. Kristina Nordendal fór til USA sum genta í húsi. Konan í húsinum metti, at hon átti at funnið sær vinfólk, og grannakonan hevði ein son, so tað hóskaði so væl [...] in spældi og sang, og soleiðis hitti hon countrysangaran Scott Lowell Sind. Hetta eru nú 3 ár síðani, og hóast tað ikki var kærleiki við fyrsta eygnabrá, so giftast 23 ára gamla Kristina og 28 ára gamla
teir fara at klára tað? Og onkur kanska hugsaði, at slíkt fór Gud aldrin at loyva. Men tá ið klokkan var fýra minuttir í trý hoyrdist á røddini í radionum, at nú var okkurt við at henda ? og rætt var [...] mannaættina,« og við tað sama varð Stars and Stripes reist í húnar hátt uppi á mánanum, og er tað ikki dottið av mánastormi, so flaggar tað enn. Hesa náttina skrivaði eg í dagbók mína m.a. »??Tað er undarligt [...] undarligt at hugsa sær, at menniskjan nú er komin uppá mánan. Tað verður stuttligt, um nokk so nógv ár, at kunna fortelja teimum ungu tá, at eg hoyrdi og fylgdi við, tá ið menniskjan fyrstu ferð kom upp á mánan
fyri at læknar rýma Hendan støða ger, at tað er sera trupult, fyri ikki at siga ógjørligt at lokka yngri, danskar læknar til Føroyar at arbeiða. ? Og tað vísir seg, at tað eisini verður verri og verri [...] einum í starvi. ?Í Havn er tað hinvegin at kalla ógjørligt at fáa børnini í ansing og somuleiðis er tað sera trupult og dýrt at fáa nakað at búgva í. Jens Andreassen vísir á, at viðvíkjandi barnaansing eru [...] uppá sítt, at hann útihýsir ikki arbeiðssteðgi, hóast hann ikki vónar, at tað kemur so langt. ? Men vit føla á okkum hvønn dag, at nú má okkurt henda, og at tað er sera umráðandi at fáa eitt gott úrslit hesuferð
Bournemouth, gav Claus Bech Jørgensen sera gott skoðsmál eftir fyrsta dystin. Blaðið vildi vera við, at Claus spældi ein framúr góðan dyst á miðvøllinum, og hjálparvenjarin hjá Bournemouth, hann eitur [...] Müller áður hevur spælt, og hann hevði eina frágera góða kapping. Hann skoraði 19 mál og var triðbesti málskjúttin í 1. deild. ? Síðsta ár var gjøgnumbrotið hjá mær, og eg vóni, at eg kann standa meg eins [...] Claus Bech Jørgensen. ? Málið hjá mær er at vinna mær pláss á besta liðnum hjá Bournemouth, og at klára meg væl. Venjarin hjá Bournemouth, Mel Machin, ætlar at nýta Claus Bech Jørgensen aftanfyri teir
staddur, og bólturin var ikki har, tá ungi maðurin kom haltandi út móti síðulinjuni og boðaði frá, at tað bar honum ikki til at spæla. Seinni vísti tað seg, at beinið var brotið, og tað fer ivaleyst at hava [...] sær, at kappingarárið verður heilt gamalt, tá Christian Høgni verður við aftur, um tað yvirhøvur fer at eydnast honum at sleppa uppí part aftur í ár. Trygvi Mortensen, venjari hjá NSÍ, ásannar, at hetta [...] summarsteðgin og at spæliloyvið hjá honum longu skuldi vera komið til árstalsfelagið í høvuðsstaðnum. Vit hava spurt okkum fyri bæði hjá NSÍ og FSF, men har hevur okkum verið upplýst, at Christian Høgni
Ólavsøkan 1999 fer ivaleyst at standa frammanfyri tær flestu aðrar í huganum á Óla Johannesen. Í morgin fer hann til Danmarkar, og kanska verður tað sjálvan ólavsøkudag, at hann fer at skriva undir sáttmála [...] ára gamal, og tí var tað nú um reppið, at barnadreymurin ikki fór at gerast veruleiki, segði Óli Johannesen við útvarpið á døgurða í gjár. Óli vónar, at Peter Rudbæk, venjarin hjá AGF, nú fer at geva honum [...] onkrum venjingardysti, og í vikuskiftinum komu síðstu smálutirnir uppá pláss, og nú fer spæliloyvið hjá tvørámanninum úr TB og umvegis FSF og DBU til AGF. ? Eg eri ógvuliga fegin um, at hetta gjørdist veruleiki
høgru, og sekundvísarin var ikki komin eina ferð runt, tá tað stóð 2-0. Tað kann hugsast, at onkur í leguni hjá FCK í sambandi við seinna málið iðraði seg um, at teir ikki heldur høvdu valt at fáa Jákup [...] undanvind í fleiri ár, og teir hava verið langt niðri í røðini, men nú eru teir so at siga komnir uppá pláss aftur, og teir ætla sær ikki at flyta niður aftur. Tað var sera óvæntað, at OB í fjør flutti niður [...] Kanska var tað ikki óvæntað, at Silkeborg, sum hevur fingið fyrrverandi FCK venjaran, Benny Johansen, at loysa Sepp Piontek av, skuldi vinna í Vejle, men tað mundi koma óvart á fleiri, at teir skuldu