Vágsfjørður er tryggur

Havnarfútin í Vági er sannførdur um, at einki hald er í grundgevingin hjá Strandferðsluni fyri at tað ikki er trygt hjá Smyrli at sigla Vágsfirði á vetri

? Vágsfjørður er tryggur.

Hetta sigur Martin Andreasen, havnarfúti í Vági, í sambandi við, at Strandferðslan í brævi til Vinnumálastýrið greiddi frá, at tað er ótespiligt at sigla eftir Vágsfirði í myrkri á vetri.

? Eg skilji als ikki hesar grundgevingarnar hjá leiðsluni í SL, og eg vænti ikki, at tað er manningin, ið hevur givið leiðsluni hesa fatan.

Martin Andreasen vísir á, at Smyril fleiri ferðir er komin av Drelnesi til Vágs óveðurskvøld á hávetri, tí tað er tryggari at liggja við bryggju í Vági á nátt enn á Tvøroyri. Hesir túrarnir til Vágs hava gingist væl, og er Martin vísur í, at manningin á Smyrli kennir seg trygga at sigla inn eftir Vágsfirði.

? Eg havi fult álit á, at eingin av manningini umborð á Smyrli heldur tað vera vandamikið at sigla inn á Vágsfjørð, og tískil kann eingin av teimum hava givið leiðsluni í Strandfaraskipum Landsins fatan av, at tað er vandamikið. Tí skilji eg ikki, hvaðani leiðslan hevur fingið tær grundgevingarnar frá, ið eru skrivaðar í svarið til Vinnumálastýrið.


Væl kendur

Havnarfútin í Vági sigur seg vera vísan í, at skiparin á Smyrli aldri so mikið sum hevur givið leiðsluni í SL eina ábending um, at tað er ótrygt at sigla við einum skipi sum Smyrli inn á Vágsfjørð.

? Skiparin á Smyrli er vaksin upp kring Vágsfjørð, og hann, sum tann skilamaður hann er, veit væl, at Vágsfjørður er eins tryggur, um ikki tryggari enn Tvøráfjørður.

Martin Andreasen nevnir, at hann bert veit um eitt skip, ið er farið á Vágsfirði, og er her talan um eina fransaskonnart, og eftir hansara tykki, er Smyril munandi betri útgjørdur enn ein fransaskonnart.


Síðuprotrið

Havnarfútin í Vági ásannar vansan við, at Smyril ikki fær lagt reyvina at í Vági, og tískil ikki so væl fær lastað stórar trailarar, men hann vísir á, at tað ofta kemur fyri, at Smyril er noyddur at leggja at bryggjuni við flakavirkið á Tvøroyri, orsakað av, at tað er ov ókyrt at leggja at á Drelnesi, og tá er støðan tann sama, tá fær skipið bert nýtt síðuportrið.

? Tað sum undrar meg er, at als einki verður nevnt um hetta. Strandferðslan ynskir bert, at vísa á vansarnar við at sigla á Vág, uttan at komið verður við øðrum grundgevingum enn, at fjørðurin er vandamikil og at Smyril bert fær lagt síðuportrið at bryggjuni.

Havarfútin í Vági kann tó ikki siga, um nakað verður gjørt við bryggjuna í Vági, so at tað fer at bera til hjá Smyrli at leggja reyvina á Smyrli at bryggjuni. Hetta er ikki nakað, ið hann hevur heimild til at taka støðu til. Hetta liggur í hondunum hjá býraðnum í Vági.


Stórt tap

Vágs Havn fær væl av peningi fyri tann eina túrin um vikuna hjá Smyrli. Talan er um eitt gjald á 14.000 krónur um mánaðin. Men fer Smyril ikki at sigla á Vág, kemur hesin peningurin ikki í kassan hjá Vágs Havn. Spurningurin er tí, hvussu tað ber til, at Smyril ikki fær atløgupláss í Vági leygardagar, eins lagt er til rættis í nýggju ferðaætlanini.

? Vit hava als ikki brúk fyri at fáa Smyril á Vág leygardagar. Og harafturat verður atløguplássið, har Smyril plagar at leggja at, nýtt til annað endamál leygardagar, so tað ber rætt og slætt ikki til hjá Smyrli at leggja at í Vági leygardagar.


Politisk avgerð

Tað var ein politisk avgerð, ið gjørdi, at ein túrur á Vág varð settur í ferðaætlanina í ár. Men havnarfútin í Vági er sannførdur um, at avgerðin hjá leiðsluni í Strandfaraskipum Landsins um at leggja túrin á Vág leygardag, tá minst er brúk fyri Smyrli í Vági, er væl stuðlað av ávísum politikarum, ið ynskja, at Smyril bert skal sigla á Tvøroyri.

Hvussu er og ikki, Smyril sleppur ikki at leggja at í Vági leygardagar og SL vil ikki flyta túrin til nakran annan dag. Men tó stendur fast, at samtykt er at hava ein túr um vikuna á Vág.