Tað sigur danski kenslumálaráðharrin.
Hóast danska sjórnin ætlar seta í gildi fartelefonbann í skúlunum, so verður tað ikki í næstum.
Tað skrivar Jyllands-Posten.
Barna- og undirvísingarmálaráðið skrivar í svari til blaðið, at tey fyrireika grundarlagið undir uppskotinum og at tað væntandi ikki verður lagt fram áðrenn summarfrítíðina.
Sostatt verður lógin ikki løgd fram, áðrenn nýggja tingárið byrjar í oktober, skrivar Jyllands-Posten.
- Danskur politikkur virkar lukkutíð ikki soleiðis, at reglurnar fyri allan fólkaskúlan verða broyttar uppá so stutta tíð. Tað skal gerast rætt, uttan løgfrøðiliga óseriøsitet og við góðari involvering, sigur ráðharrin í skúlamálum, Mattias Tesfaye, í skrivligum svari til blaðið.
Stjórnin legði uppskotið um fartelefonbann fram í februar. Hetta hendi í sambandi við, at Trivnaðarnevndin legði sína frágreiðing fram.
Trivnaðarkommissiónin mælti serliga foreldrum til at seta snildfon- og teldubann í gildi fyri børn upp til 13 ár, men tann partin fer stjórnin ikki at lóggeva.
Nevndin mælir foreldrum til at taka lutirnar frá børnunum, um tey longu hava fingið teir. Í staðin kunnu børn fáa bjóðað eina einfalda telefon til at smsa og ringja, varð sagt tá.
/Ritzau/