nú plágast hann av skaða í fótliðnum, og tað tykist ikki sum, at hann fer at sleppa av við hetta í bræði. HB hevur fingið Hans Jørgen Djurhuus úr B71, og hann fer at spæla í morgin ? um spæliloyvið verður [...] skulu teir royna at venda óhepnu gongdini. Magni Mohr er heima í summarfrí, og hann fer at spæla í august mánað. Tórður Holm hevur trupulleikar í øðrum knænum, og tað er ikki vist, at hann spælir í morgin [...] onkrir av teimum, sum plagar at vera fastir menn, ikki á liðnum, og vit frætta, at Súni Fríði Johannesen neyvan verður við í Vági í morgin. Súni Fríði hevur verið millum lítið og einki skaddur í sínum fótbóltslívi
Herfølge vann 3-0, og HB var so mikið tannleyst, at Jákup Mikkelsen í Herfølge málinum hevði millum lítið og einki at gera. Ólavsøkuaftan spældu B36 og GÍ, og tað var lívligt. B36 vann 6-3, men tað var ikki fyrrenn [...] ólavsøku, søgdu teir tað vera, tí teir ynsktu at lyfta ólavsøkufótbóltin upp á eitt hægri støði, enn tað hevur verið tey nógvu seinnu árini. Tað vóru heilt fitt av áskoðarum á Tórsvølli, men tað er ivasamt, um [...] burturúr, tí felagið skuldi rinda allar útreiðslurnar av at fáa Herfølge til Føroya. Dysturin var einki at rópa hurrá fyri. Herfølge spældi, sum tað kann roknast við av einum liði, ið hevur ein týdningarmiklan
skotska Glasgow Rangers, og úrslitið var soleiðis, at eingin ivi er um, at tað verður skotska felagið, sum fer at halda fram í kappingini. Glasgow Rangers var á odda 3-0 í hálvleikinum, og teir vunnu 4-1. FC [...] bendir á, at felagið hjá honum, ÍBV, fer úr kappingini komandi mikukvøld. Mikukvøldið í hesi vikuni høvdu teir í Vestmannaoyggjunum vitjan av ungverska meistaraliðnum, MTK úr Budapest, og ungverjarnir fóru [...] fyrra málið, tá átjan minuttir vóru farnir, og tá tað restaðu átjan minuttir økti innskifti Sandor Praisnigar. Seinnapartin av fyrra umfarinum var ÍBV væl við, og tá hálvur tími var farin hevði Allan Mørkøre
FM í 1993, 1996 og 1997, og Sílið vann FM í 1992. Í 1999 var tað eingin ivi: vestmannadreingir í nýggju Havfrúnni vóru raskastir, og á ólavsøku megnaðu teir í góðveðrinum at vísa, at tað er framtíð í k [...] munurin var lítil og eingin aftur til Junkaran og Havfrúnna. Vestmannadreingir høvdu mestu orkuna, og á málinum vóru teir eina bátslongd frammanfyri Blik. Kollur og Junkarin vóru sera javnir, og í Havnar Róðrarfelag [...] Tað var longu undan ólavsøkuróðrinum greitt, at Havfrúgvin væl og virðiliga hevði vunnið FM heitið. Hóast Vestmanna so at siga altíð hevur verið ein tann drúgvasta kappróðrarbygdin, so er hetta fyrsta
fjarbúgvunum. Tíðirnar siga, at tað var sera tætt, og tað var við einum veldugum endaspurti, at tað eydnaðist Sølmundi at vinna og harvið seta trumf á eitt sera gott kappingarár fyri NSÍ. Nógvu áskoðararnir [...] sum vóru komnir av Skálafjørðinum at taka á við Eysturoyinginum vóru ovurfegin um, at tað hevði eydnast stoltleikanum hjá teimum at vinna, og tað kendist líka sum, at sigurin hjá Sølmundi kom omaná. Sølmundur [...] seg um, at tað glapp hesa ferð, ikki minst tá teir í fyrsta umfarinum vóru vinnarar, men soleiðis eru treytirnar, og á norðoyastevnu kom tað væl við hjá teimum umborð á Hvessingi, at tað bar til at rógva
teir í vetur og tíðliga komandi vár at gera so nógv við venjingina í hesum serliga slagnum av kappróðrarbáti, sum tað ber til. Tað verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at gangast, tí tað er altíð hugaligt [...] m, at tað skuldi eydnast teimum at basa Eysturoyingi, og á ólavsøku var tað um reppið, at tað eydnaðist. Tá málið var hálvrunnið, var Vestmenningurin eina hálva bátslongd undan Eysturoyinginum, og hóast [...] um royndu og fleiri ferðir løgdu framat fyri at taka Vestmenningin, so tóktist tað sum um at vestmenningar høvdu hug at renna undan, men í evstu løtu eydnaðist tað FM vinnaranum at vinna, og munurin gjørdist
við kvinnum, og so var nýggi Suðuroyingurin eisini við. At tað eydnaðist dreingjunum umborð á Royndini Fríðu at stríða seg til eitt samantalt triðja pláss boðar kanska frá, at tað fer ikki at hilnast so [...] verið støðugar, og tá tað eftir ólavsøkuróðurin varð talt saman, skarst tað so mikið væl, at tær fóru norður aftur við bronsukrónum um hálsin. Kanska hetta fer at kveikja um áhugan og leypa brell á, so [...] kvinnunum umborð á Havfrúnni og monnunum umborð á Hvessingi mundi tað ivaleyst kennast eitt sindur hugstoytt, at tað ikki eydnaðist teimum at vinna ólavsøkuróðurin, meðan tað var plástur á sárið hjá gentunum
Jarnbardi og teir umborð á Eysturoyingi. Báðir bátarnir vunnu, og tá Anfinn Kallsberg, løgmaður, trein pallin á Bursatanga, var tað fyri at kunngera, at í ár var tað luturin hjá løgmanni at handa kvinnunum [...] Rokningin Í kappróðrarprátinum hevur verið nevnt, at tað kanska hevði verið vert at hugsa um at broytt reglarnar, soleiðis at um tað stóð á jøvnum, so átti avgerðin at verið tikin út frá, hvør bátur tilsaman í [...] Undan ólavsøkuróðrinum var greitt, at um alt gekk, sum tað hevði gingið á hinum stevnunum, og tað vil siga, at favorittarnir fóru at vinna, so fór stríðið um, hvør skuldi fáa útvarpssteypið, standa millum
stokkutu løtur. Ævinnar friður! Og tó sigur skriftin, bæði í Gamla- og Nýggjatestamenti, at okkara guðstrúgv álvarsliga nemur jørðina. Vit eru ætlaði at umseta tilbiðjan, bøn og lovsang til ítøkiligt miskunnarverk [...] løna honum tað góða, ið hann ger«. Hetta er Harrans orð, og so nærverandi er Guð, at miskunn í verki er at skilja sum eitt lán til Harran, ein tænasta Guðs vegna og í navni hansara. Lívsins sanni Guð er [...] »Tann, sum várkunnar fátækum, lænir Harranum, og hann skal løna honum góðgerð hans«. (Orðatøkini 19,17) Hvør undurfult er tað ikki at skoða himinsins dýrd. Jesu navn, hetta dýrabæra navnið yvir øll onnur
Erlendur. Tað eru ongar avmarkingar í luttøkuni. Tann, sum hug og áræði hevur, kann tekna til. Og tað er eingi skomm at gevast á fjørðinum, sigur Erlendur Simonsen. Tað var Ove Joensen, sum fyrstur fór at tosa [...] Simonsen sigur, at tað er eitt krav, at ein bátur fylgir við hvørjum svimjara. Gott hevði tí verið, um lutakararnir sjálvir høvdu havt møguleika at fingið bát til vega. Eisini er neyðugt at hava ein fros [...] sum tað stendur í Grindavísuni. So síðan Ove doyði, hava onnur roynt at ført ætlanina víðari. Nú er komið so mikið áleiðis, sigur Erlendur Simonsen, at grivið er út, og farið er undir rørlegging og stoyping