Sølmundur setti prikkin yvir i?num

Kappróður 6-mannafør menn: Mjørkin gjørdi, at tað var neyðugt við umróðri, og tá megnaðu FM vinnararnir umborð á Hvessingi ikki at endurtaka sigurin, sum teir høvdu vunnið í fyrra umfarinum

Ólavsøkuróðurin í 1998 verður minstur fyri, at áskoðararnir so at siga einki fingu fyri pengarnar, tí tað var so tjúkt í mjørka, at tað sást ikki framum stavn. Í 1999 var nógv øðrvísi, men tá 6-mannaførini við monnum skuldi royna seg var so mikið tjúkt, at næstan allir bátarnir fóru av kósini og í staðin fyri at halda inn við Molanum, so stýrdu teir flestu inn móti Viðarnesi. Í hesum róðrinum vóru tað leingi Strálan, Kollfirðingur og Hvessingur, sum kappaðust, men á málinum var Kollfirðingur dottin burturímillum í kappingini, og FM vinnararnir umborð á Hvessingi vóru drúgvastir.

Høvuðsdómararnir gjørdu av, at róðurin skuldi rógvast umaftur, og tá 10-mannaførini vóru komin á mál og 6-mannaførini róðu um aftur, gekk tað nógv øðrvísi.


Mest óvæntaða úrslitið

Sølmundur hjá NSÍ vann, og hetta var mest óvæntaði sigurin á ólavsøku, og tá tað gongdin í róðrunum á hinum stevnunum verður havd í huga, so var talan kanska um ein hin mest óvæntaða sigurin í øllum róðrarárinum, sjálvt um Sølmundur undan ólavsøkuni lá á triðja plássi í FM kappingini og við ólavsøkusigrinum smoygdi sær framum Stráluna og vann silvur.

Hvessingur var væl við í kappingini mesta partin av teininum, men á síðsta teininum var kappingin hørð frá kollfirðingum og fjarbúgvunum. Tíðirnar siga, at tað var sera tætt, og tað var við einum veldugum endaspurti, at tað eydnaðist Sølmundi at vinna og harvið seta trumf á eitt sera gott kappingarár fyri NSÍ.

Nógvu áskoðararnir, sum vóru komnir av Skálafjørðinum at taka á við Eysturoyinginum vóru ovurfegin um, at tað hevði eydnast stoltleikanum hjá teimum at vinna, og tað kendist líka sum, at sigurin hjá Sølmundi kom omaná. Sølmundur vann eisini ólavsøkuróðrarnar í 1983, 1986 og í 1990.

Hvessingur misti í fjør FM heitið til Snopprikkin, men nú tóku teir í Hvalvík/Streymnesi FM heitið aftur. Teir vunnu ólavsøkuróðrarnar bæði í fjør og í fyrraárið, og sjálvandi iðra teir seg um, at tað glapp hesa ferð, ikki minst tá teir í fyrsta umfarinum vóru vinnarar, men soleiðis eru treytirnar, og á norðoyastevnu kom tað væl við hjá teimum umborð á Hvessingi, at tað bar til at rógva umaftur.