spreingjast, varð gjørt av at planera øll stykkini. Tá grundstykkini eru matrikkulerað um vónandi ikki so langa tíð, verða tey klár at selja. Støddin á grundstykkjunum liggur millum 615 og 852 fermetrar. Tað eru [...] síðan, at Sørvágs kommuna útstykkjaði seinast, og tí kann hugsast, at tað eru fleiri, sum nú bíða eftir at sleppa í gongd. Tað eru fleiri, sum seinastu tíðina hava vent sær til kommununa um grundstykki [...] at tey, sum keypa stykkini, skulu koma við umsókn um byggiloyvi í seinasta lagi umleið hálvt ár eftir tilsøgnina um grundstykkið. Tá fólk lúka hesar treytir, sleppa tey eisini at keypa stykkini og byggja
honum at hyggja eftir DR 1 og DR 2, og sum ein, ið hevur áhuga fyri náttúru og upplivingum har, er rásin Discovery altíð eina vitjan verd. - Men so dámar mær eisini sera væl at hyggja eftir Dagur og Viku [...] Gásadalstunnilin um somu tíð sum tunnilin til Kunoyar. Varð tað so, hevði nógv verið øðrvísi her hjá okkum, staðfestir Karl. Í Gásadali er miðalaldurin á íbúgvunum rættiliga høgur, eftir at fólkatalið minkaði [...] Mykinesi. Ætlan okkara er at bjóða Karli ein túr eftir teirri gomlu farleiðini til Viðareiðis og síðani koyra hann allan vegin aftur til heimbygdina eftir landsvegnum. - Jú, teir siga at tað er í fínasta
var tá staddur einar 100 metrar úr landi. Men helst kom tað óvart á Jóannes, at tað skuldi taka so langa tíð at fáa henda stóra hemaran at borði í bátinum. Í slakar tveir tímar – tað er: ein tíma og 55 minuttir [...] november mánaði í fjør, hava fleiri verið á heimaraveiðu, og tað skilst at menn eru sera spentir eftir endaliga úrslitinum. Hetta er ikki uttan orsøk, tí tað er ein rættiliga góður vinningur sum bíðar [...] og síðani fáa lívið av honum. Spurningurin er helst, hvør var mest troyttur av teimum báðum. Tá teir so komu at vektini og tummastokkinum, kundu teir – fróir og ikki sørt ernir! – staðfesta, at tað var stríðið
fyrstu tíðina, tí alt var nýtt og ókent. Men hon hevur lætt við at koma í samband við fólk, so tað tók ikki so langa tíð hjá henni at venja seg við sítt nýggja heim og land. Hon greiðir frá eini rúgvu av upplivilsum [...] stigum, men vanliga var tað mest millum 20 og 30 stig, so tað var ordiliga lekkurt, sigur Kristina. Og hóast hon ikki er so sólbrend í andlitinum longur, so sást á ørmunum hjá henni, at hon einaferð hevur fingið [...] at á Tasmania vóru ikki so nógv flogkykt, men tað var annað lív í Avstralia. ? Har vóru so nógvar flugur, og tær settu seg á teg allastaðni, har væta er. Lat tú munnin upp, so flugu tær inn í munnin, tær
havi á liðnum. Gongur hetta væl, so er vónin sjálvandi eisini at koma víðari við fótbóltinum, og hetta hevur eisini verið ein dreymur í langa tíð. Um hetta ikki hendir, so er tað kortini ikki tað heilt stóra [...] hava. Hóast tað sjálvandi kiksar viðhvørt, so hava vit seinnu árini spælt fleiri góðar dystir, og vit tapa heldur ikki so greitt,sum vit ofta hava gjørt fyrr, so alt í alt sær tað gott. Tað hongur alt saman [...] mótstøðumonnum og líkandi, so er tað kanska náttúrligt, at teir fylgja serliga væl við hesum. Tað er tó kanska torført at síggja, hvat er loyvt og ikki, tí tá vit spæla í altjóða dystum, so er dømingin aloftast
til 200 í langa tíð, og knappliga stinga tit so høvdið upp í Miðvági. Hvar hava tit verið? ? Vit hava ikki verið nakrastaði, og 200 hevur allatíðna verið har. Vit hava bara ikki brúkt tað so nógv. 200 [...] tey kriterieni, sum dómararnir vórðu settir at døma eftir. Vit spældu bara beint fram eftir nøsini. So tað kom sera óvæntað, at vit skuldu fella í so góða jørð. Politikkur, ella neyvari sagt føroyskt fullveldi [...] handan tónleikastílin og Búi og Mikael hava altíð spælt saman. So vit passa saman og eru rættiliga samdir um hvat tað er fyri tónleik, vit spæla. So tí er tað er ongantíð tann stóri trupulleikin at fáa tað at
skattasáttmálar við fleiri lond, so útlendskar fyritøkur fáa hug at koma hendavegin. T.d. kundi eg sum privatur íleggjari ikki komið til Føroya, so leingi eg verði kravdur eftir skatti fyri inntøkur í Kanada [...] reformar á arbeiðsmarknaðinum. - Eftir at verkføll í tíð og ótíð forðaðu menningini av íslendska samfelagnum, gjørdu íslendarar fyrst í nítiárunum eina fýra ára langa tjóðarsemju millum partarnar á ar [...] tjóð, sum hevur so nógvar møguleikar. - Tað eru tríggir møguleikar, um 2015-ætlanin skal gerast veruleiki. Antin gerst oljudreymurin veruleiki, ella kunnu vit leggja okkum at bíða eftir einum gýtingarstovni
ein heilt serlig tíð. Hetta er størsta hátíðin á árinum. Familjan savnast, grundarsteinarnir í kristnu trúgv okkara verða hátíðarhildnir, og vit minnast Jesu føðing. Hetta er ein tíð, har vit hava hugnaløtur [...] tollaksmessudag og omma mín jólaaftan. So, har er altíð føðingardagshald um kvøldið 23. desember og fyrrapart 24. desember. Pætur Trónd Thomsen sigur, at í ár savnast familjan hjá syskinabarninum jólaftan [...] Jóladag fara vit til Kirkjubøar í kirku til jólagudstænastu, sum altíð er ein heilt serlig løta. Eftir kirkjugongdina er kirkjukaffi á garðinum saman við presti. Síðan fer øll familjan, sum telur fýra
at tað verða so mong, sum fara suður eftir at ferðast - og so leingi, sum ruturnar hjá Atlantsflogi út í heim ikki er komnar upp aftur at koyra, verður talið av føroyingum, sum fara langa leið at ferðast [...] vit stýra ikki øllum, og í summum førum er talan um politikk landanna millum, so leingi heimurin ikki er opin aftur. Alt eftir, hvussu koronu-støðan verður kring um okkum og kring um heimin, verður talið [...] ásannar, at tað fer at taka tíð, áðrenn hjólini fara aftur at mala, soleiðis sum tey gjørdu fyri 2020. Hon væntar, at ferðavinnan millum lond fer at vera í ávísum dvala eina tíð enn. Hvussu og nær hetta fer
Vit eru vorðnir føroyingar Eftir at hava verið í Føroyum í so nógv ár, so viðgongur Henning, at familjan hevur fingið føroyskar røtur. ? Vit komu til Føroya og skuldu eftir ætlanini bert verða í tvey ár [...] ár - so kom ikki og sig, at tað ikki er gott at starvast í Klaksvík. Men upprunaliga var tað nú ikki ætlanin, at starvstíðin í Klaksvík skuldi gerast so long; tað gjørdist hon bara, tí tey trivust so væl [...] tann sum bara hevur vinir, hann er eitt »skvat«, tí so hevur hann onga meining. ? Hevur tú eina meining, so er altíð onkur, sum ikki er samdur, og so skal man bara vera ósamdur uppá ein siviliseraðan máta