Peary II og eg hava valt at steðgað í Føroyum, og Anders og Frederik eru nú, meðan eg skrivi, umborð á Olgu á veg til Íslands. Søgan aftan fyri hendan støðgin er long og fløkt, og eg veit, at tað er ov tíðliga [...] greiddi eg róliga og skjótt frá míni avgerð at fara av bátinum fyri hesa ferð. Eg segði, at eg varð verandi eftir í Føroyum og vónaði, at teir gjørdu sum eg. Eg segði eisini, at eg visti, at tað fóru teir ikki [...] eftir av bensini og hvussu langt var eftir at sigla til Íslands. Anders stríddist ímóti máttloysi og ørkymlan. Eg sá, at hann var móður og at hann arbeiddi harðari enn vanligt fyri at loysa henda nýggja
Hansen. Men er endamálið at taka skipanina av? ? Tað er eitt sindur torført at siga í løtuni, men tað er hugsandi. Tað verður ikki gjørt í einum, tað sigur seg sjálvt. Vit mugu gera tað yvir eitt tíðarskeið [...] veg við hesi skipan. So stórar broytingar, at vit kunnu vænta, at skipanin fer í søguna, øll sum hon er. ? Eg haldi at vit eiga at seta spurnartekin við hvør tað er sum fær gagn av skipanini, sigur Karsten [...] rokna fólk við hesum tá tey fara út at keypa hús, og av tí sama gerast húsini í nakað væl dýrari, vísir Karsten Hansen á. ? Tí kunnu vit siga, at tað er seljarin og ikki keyparin, sum upprunaliga ætlað
fyri at finna út av hvussu føroyski búskapurin hevur tað, og nú hon fer avstað aftur er niðurstøðan, at búskapurin hevur tað gott. Hann kundi havt tað betri, men kortini hevur hann tað gott. Og tað, sum [...] So tað er lætt at fata um meinigi maðurin ikki veit hvat tað er sum vendur upp og hvat vendir niður. Neyðugt at tátta í Fyri stuttum varð dúgliga kjakast í fjølmiðlunum um hvørt tað var neyðugt at tátta [...] føroyskar politikarar at spíla oyruni eyka nógv er, at ráðgevandi nevndin rósar teimum fyri at vísa vilja at halda tørn við útreiðslunum ... ? Eg haldi tað er fyrstu ferð í søguni, at ráðgevandi nevndin sigur
sær, og fíggjarmálaráðharrin hevur ilt við at skilja hví. ? Eg haldi tað vera sera løgnan framferðarhátt. Nevndin segði í úrskurði sínum, at teir mettu ikki trupulleikan vera so átrokandi, at tað ikki [...] er frægasta loysnin, at SvF sleppur at avdraga peningin aftur til landskassan. ? Tað er í grundini tað, sum SvF hevur biðið um. Stovnurin ætlar sær ikki at renna undan ábyrgd, og tað haldi eg ljóðar skilagott [...] num, og meiri ella minni ger av hvat fer úr kassanum, og hvat fer í hann, so er hann ikki heilt greiður yvir hvussu málið um gjaldføristrupulleikarnar hjá SvF eru loystir. Karsten Hansen veit, at peningurin
sparingar«. Í skjótt eina fjórðingsøld hevur Dagblaðið og Fólkaflokkurin skriva um, at almenni tátturin skal skerjast og at tað skal sparast. At vera sparsamur er ein dygd, men ta dygdina hevur Fólkaflokkurin [...] KREPPUNI, og í kjalarvørrinum frá henni, var annars eitt gott høvi at umskipa og gera almenna sektorin einfaldari, so hann veruliga hóskaði til føroyska samfelagið. Men vit hava ikki sæð eitt tað einasta [...] hevur Fólkaflokkurin sitið í landsstýrinum. Alt bendir á, at komandi fíggjarlóg fer eisini at økjast. Tí kann bara staðfestast, at politikkur Fólkafloksins á hesum øki ikki er ikki annað enn kávalótir.
um støðuna, og tað skuldi í sær sjálvum havt við sær, at støðan ikki endurtekur seg. Sambært landsstýrismanninum er tað tí ein hugsandi avleiðing, at SvF verður álagt at strykja umsitingina og fíggjarligu [...] brádliga har, og tað vísir, at eftirlitið í SvF er ikki nóg gott, sigur Signar á Brúnni. Hann greiðir frá, at umframt møguligar broytingar í umsitingini hjá SvF, nú er borið so í bandi, at SvF skal »rapportera« [...] Tað er einki óvanligt í, at gjaldføri viðhvørt ikki er so gott, sigur Signar á Brúnni, og leggur afturat, at tá eingin møguleiki er fyri at taka lán ella kassakreditt, so má okkurt annað gerast ístaðin
møguleikan á landsliðnum. Hóast talan er um vinardyst, so fer Allan Simonsen neyvan at gera nógvar royndir móti Íslandi, men tað er møguleiki fyri, at fýra spælarar í kvøld kunnu spæla á landsliðnum fyri fyrstu [...] verður tað 60. ferðin, at landsliðið skal í eldin, síðani fyrsta dystin, sum var í Akranesi móti Íslandi 24. august 1988. Bara ein spælari, sum var við ta ferðina, er framvegis á landsliðnum. Tað er Jens [...] Gundadali 14. apríl í 1989, tá Torkil Nielsen skoraði einasta málið, og seinna ferðin var í Tartu í Estlandi 6. august 1997, tá Jan Allan Müller og Jens Erik Rasmussen vóru málskjúttar. Higartil hava 66 spælarar
Arge, og fyri hann kennist tað sum um tað krevst eitt sindur meiri av honum í íslendsku landskappingini, enn tað gjørdi, tá hann plagdi at vera í HB álopinum: ? Í Íslandi kenni eg tað soleiðis, at hvør [...] hvør dystur og hvørt álop er eitt stríð, har tú ert noyddur so at siga at kríggjast um bóltin og leggja nógv fyri. Hetta saman við nógvu venjingini og ikki minst nógvu hvíldini ger, at fyritreytirnar eru til [...] nógvar aðrar hava verið bíligir at keypa. Sjónvarpið vísir brot úr nógvum dystum, og ofta verður sent beinleiðis, so tað er rímuliga lætt at gera vart vit seg sjálvan, og tosið um, hvør møguliga verður
ð, at man veit fyritreytirnar: ? Vit eru teir minnu hesa ferð, og tað fara vit eisini at verða, tá Estland og Litava koma henda vegin. Fara vit sjálvir at halda, at nú eru tað vit, sum skulu út og stýra [...] september, tá Estland og Litava koma at vitja. Tá verður tað, at stig fara at standa uppá spæl í EM undankappingini, men hetta merkir sjálvandi ikki, at vit ikki vilja vinna á íslendingum. Vit hava tvær [...] Úrslitini vísa, at íslendingar hava tikið seg nógv fram í europeiskum fótbólti. Teir hava fingið góð úrslit móti fronsku heimsmeistarunum og Russlandi, og tað átti at verið nóg mikið at sagt okkum, hvørja
øld, livdu og bygdu land. Tey vóru fá, men at enda vóru tey kortini nøkur. Tað hevur verið strævið og eitt tógvið stríð at koma undan her á staðnum. Tey livdu av haga, bøi og sjógvi, og tað eru hesi, ið [...] orðið, uttan at koma við onkrum vónríkum og eggjandi orðum til bygdafólk; og Hallbjørg er ongin undanstøkkingur í hesum høpi. Hon vónaði, at virksemið á fjørðinum fór at økjast sum fráleið og geva enn fleiri [...] frá, at leygardagin fór at verða vindur og regn um landi? Longu væl áðrenn hátíðarhaldið byrjaði, vóru túnini tjokkað við bilum í eins føgrum litum og allar nýmálaðu húsagrundirnar í Hellubygd, og við