60 dystir í ellivu ár

Fótbóltur: 66 spælarar hava higartil fingið møguleikan á landsliðnum, og í kvøld hava fýra spælarar møguleika at spæla á landsliðnum fyri fyrstu ferð

Tá landsliðið í kvøld fyri fyrstu ferð gongur inn á Torsvøll til altjóða skrásetta uppgávu, verður tað 60. ferðin, at landsliðið skal í eldin, síðani fyrsta dystin, sum var í Akranesi móti Íslandi 24. august 1988.

Bara ein spælari, sum var við ta ferðina, er framvegis á landsliðnum. Tað er Jens Martin Knudsen, sum hevur metið í tali á landsdystum. Dysturin í kvøld verður tann 46. hjá málverjanum, sum man halda seg hava farið mangan meiri brattan á landsliðnum enn tann í kvøld. Higartil eru 131 mál farin ígjøgnum hjá landsliðsveteraninum, ið ikki hevur verið í málinum tveir teir síðstu dystirnar. Síðst Jens Martin var í landsliðsmálinum var í málleysa dystinum móti Andorra 3. mars í ár.

Higartil eru 66 spælarar skrásettir í landsdystum síðani 1988. Tann, sum hevur fingið styttstu leiktíðina av øllum, er Poul F. Joensen úr TB. Tá Ísland 8. august í 1990 vann 3-2 í Gundadali loyn TB maðurin tveir teir síðstu minuttirnar Kára Reynheim av. Hetta var fyrsti landsdysturin hjá Poul F. Joensen, sum ikki hevur verið á liðnum síðani.

Landsliðið hevur higartil spælt 20HM undankappingardystir, 25 EM undankappingardystir og 14 vinardystir. Føroyingar hava vunnið sjey ferðir, tapt 44 ferðir hevur verið javnt. Málmunurin er 37-166. Føroyingar hava vunnið tveir vinardystir. fyrru ferðina var á graslíkinum í Gundadali 14. apríl í 1989, tá Torkil Nielsen skoraði einasta málið, og seinna ferðin var í Tartu í Estlandi 6. august 1997, tá Jan Allan Müller og Jens Erik Rasmussen vóru málskjúttar.

Higartil hava 66 spælarar fingið møguleikan á landsliðnum. Hóast talan er um vinardyst, so fer Allan Simonsen neyvan at gera nógvar royndir móti Íslandi, men tað er møguleiki fyri, at fýra spælarar í kvøld kunnu spæla á landsliðnum fyri fyrstu ferð. Hesir eru Sunvard Joensen, Fróði Benjaminsen, Rógvi Jacobsen og Arnold Joensen.