at avgera, um stankurin, sum fylti bussin, kom frá dintlaverki hansara, ella um hann kom frá lokala bryggjaríinum Ceres. Tá ølframleiðslan var uppá sítt villasta luktaði tað so ógvusliga um allan býin [...] hurðarnar fóru upp. Minti ikki sørt um Fuglafjørð (so at heimføroyingurin eisini fekk sítt á skaft). Her skuldi standa okkurt ótrúliga háfloygt um teknikk hjá høvundum, um postmodernaða mentan, við atliti [...] teimum betingilsum, at um eg ummælti hana, skuldi eg sleppa at eiga hana fyri onki. Hetta er tó ikki einasta orsøk til, at eg havi valt at fara undir at siga nøkur skerd orð. Tí hetta er veruliga ein bók
hava ásannað, hvussu trupult tað er at fáa tíð at hugsa framtíðarætlanir. At leggja miðvísar ætlanir um, hvussu virksemið skal mennast, hvar framtíðarkósin skuldi setast, hvørji mál, ið skuldu røkkast tey [...] tey næstu árini og hvussu hesi skuldu útinnast í verki. Virkir og fyritøkur, sum hava vilja og ynski um at vaksa og sum skulu kappast í einari støðugt herdari kapping, mugu hava dugnaligar nevndir, sum stuðla [...] við dagligu leiðsluni skapa fyritreytir fyri at setta kósin verður hildin, so rokkið verður á mál. Hetta setir sjálvandi krøv til nevndina, at hon hevur breiða fakliga vitan og ikki minst hevur viðkomandi
okkum tiga. Hann lurtar eina løtu, og vinkar so til okkum um at bakka skjótt! Vit vistu ikki, um vit skuldu renna av hundanum til, ella um hetta kanska var vanligt fyri at gera tað spennandi fyri ferðafólk [...] fjøllunum eftir teim-um smáu gøtunum. Orsøkin til hetta er, at nógv av teim-um høgu fjøllunum liggja í námind av býnum, so hann verður tað ?nátturliga byrj-unarstaðið¹. Vit hildu okk-um ikki vera nóg sterk [...] men tap vísti seg, at tað var í veruleikanum ein heil landsbygd inni í templinum. Hetta vóru vit sera bilsin um. Søgan um templið er long og torskild, so hana koma vit ikki inn á, men tað løgnasta vit upplivdu
ikki kunnað verið fyrrenn í fyrsta lagið klokkan 19.30. Skiparin sigur, at eftir teirra tykki hevði hetta verið so tvørligt hjá ferðafólki, teir ístaðin valdi at avlýsa heilt, ístaðin fyri at lata fólk ganga [...] bíða í fleiri tímar. Gingið hampiligt Skiparin sigur, at suðuroyingar vita, hvussu tað er at sigla um suðuroyarfjørð í ringum líkindum, so teir mótmæla ikki, táið ferðir verða avlýstar. Hann var landsynningur [...] landsynningur og eystan í ættini og tað eru ringasta ættirnar suður. Vindurin var upp í 20 metrar um sekundið. Í gjár gjørdi eisini tað seg galdandi, at tað rak í ættina. Tað hevði verið sera ófantaligt suður
tað eru øll nøgd við. Tað var heldur ikki sørt, at báði vørur og pengar skiftu eigara longu. Longu hetta fyrsta kvøldið varð onkur bilur seldur. Ein annar handil sigur, at hann beinanvegin seldi fyri helvtina [...] arbeiðsklæðir. Fleiri óvitar fara at ganga modell og elsta modellin verður Anna Petersen, sum er farin væl um tey áttati. Tey, sum vísa klæðir fram eru Esmar Simonsen, Shop In, Chic, All Inter Sport, Toystovan
at tey skuldu fara á Landssjúkrahúsið. Hetta kvøldið hevði Annvør lagt til merkis, at barnið var so friðarligt í búkinum, men hon hugsaði ikki meir um tað. Um átta tíðina á morgni, gjørdu tey seg til [...] hevði skyldina av at hann var deyðføddur, og at hetta var revsing frá Gudi.Onkur var so framsíggin at senda boð eftir presti, og eg spurdi hann skelkað um hetta, men presturin svaraði, at Gud revsar ikki [...] deyðføddur. Eingin fráboðan áðrenn ella nøkur kannng aftaná, kundi siga foreldrunum, hví hetta hendi. Læknin tosaði um ?vøggudeyða fyri tíð³, men tað gav onga teimum ongan ugga. Tað var ov torført at skilja
Føroyum, um vit skulu klára at liva við hesi ójøvnu tilgongdini, vit hava. Við hesum vísir hann á, at tað verður hugsað ov stutt, tá vit umganga okkara tilfeingi. Føroyingar hava altíð bara hugsað um at fá [...] hesin stovnurin tolir royndina, varð minni hugsað um. Og at minnast tær feitu og soltnu kýrnar á áarbakkanum, var so eiðasørt. Høvdu vit havt hugsað meira um at fingið burtur úr tí, vit fáa upp á land, hevði [...] fara nú at vísa seg, tá toskurin eftir øllum at døma verður burtur. Tað er eingin ivi um, at tað fer at merkjast um landið, minkar toskastovnurin nú aftur, sigur Sigurd Poulsen, landsbankastjóri. Tað verða
landið her um allahalguna? Tað eru tey sjálvandi eisini. Sum høgtíðir og ymiskir merkisdagar í árinum kalla á serligar kenslur, soleiðis leita um allahalguna tankar okkara til øll tey, vit syrgja um at hava [...] Og hetta friðsemi, sum her er talan um, er neyvan einstyðandi við tað, vit ikki fáa upp í lag, ikki tíma ella ikki orka. - Í veikum løtum viðganga vit kanska, at vit vildu gjarna verið alt hetta og vita [...] sigur í eini ungdómsroman um tann dagin, tá beiggi hansara doyði, at tað var tann dagurin, tá alt byrjaði. Ikki tí at sorg kann mátast í døgum ella árum: eisini tá talan er bara um eina avmarkaða tíð í móðurlívi
tilsamans. Á somu fundum tosa gomlu sjálvstýrarnir um at gera eina íløguætlan við tí fyri eyga at endurnýggja strandferðsluflotan. Her tosa teir um 40 milliónir um árið í 10 ár. Í høvuðsstaðarøkinum tosa politikkarar [...] øðrum flokkum við, um at gera flogvøll á Glyvursnesi. Eisini er tað lívið um at gera, at ein onnur verkætlan, ið eitur Tórsvøllur, verður framd so skjótt sum gjørligt. Umframt hetta hava vit allar tær [...] s.fr. Við hetta lag koma vit lættliga uppá ein 1 milliard í almennum íløgum um árið tey næstu fimm árini. Í síðsta enda er tað skattgjaldarin ella veljarin, sum er garantur fyri, at alt hetta verður goldið
er bert eittans land og mannaættin íbúgvar tess, sum Bahá?u?lláh kunngjørdi. Hetta kvøldið verður ein stuttur fyrilestur um »Sáttmálan«, tónleikur verður spældur og kaffi verður at fáa. Øll eru hjartaliga [...] Guð hevur gjørt ein sáttmála við mannaættina um altíð at standa okkum við lið, tí Guð er tann, ið hevur skapað alt, og hann elskar okkum menniskju. Guð sendi jørðini Jesus til tess at vit skuldu vita,