staðfestir, at tað eru føroyingar, sum hava ábyrgdina av føroyska búskapinum. Teir vita, at teirra ávirkan á føroyska búskapin er ikki tann, sum hon var, og tað kann vera ein orsøk. Men gevur tað ikki fu [...] Ráðgevandi nevndini, og tað vóru góð boð. Føroyski búskapurin er á rættari leið. Hann sær út til at hava tað rímiliga gott, samstundis sum føroyskir politikarar hava víst vilja til at halda aftur við ú [...] neyðugt at minna á, at viðrákið, sum vit síggja í Føroyum í løtuni, tað er ikki bara nakað, sum er komið av førdum politikki. Vit vera noydd at hava í hugað, at høvuðsorsøkirnar til positivu gongdina koma
a hjá føroysku húsarhaldinum, og tað er ein av høvuðsorsøkunum til, at hann biður fíggjarmálaráðharran vera sera varnan. Talan er um nógvar túsund krónur, og tað fer at merkjast ótrúliga væl hjá hvørjum [...] við uppskotinum ella vísa tað frá sær við teirri grundgeving, at tað ikki er viðgjørt innanfloks enn. Hann er tó fullgreiður yvir, at tað, um tað verður sett í verk kemur at hava eina sera stóra ávirkan [...] fíggjarmálum, upp til, at broytingar vera gjørdar í rentustuðulsskipanini. Hann setti millum annað spurnartekin við hvussu rætt tað var, at landskassin veitir stuðul í sambandi við keyp og sølu av sethúsum,
farið er undir á Glyvrum. Tað er torført at fáa slík arbeiði frá hondini uttan at tað darvar frálæruni, og fyri at órógva sum minst er gjørt av, at arbeiðið skal gerast í summarfrítíðini. Kortini er arbeiðið [...] út alt sum tað var, ella um okkurt skuldi umvælast ístaðin. Valið fall á tað seinna, og orsøkin til hetta var, at møblarnir eru so vakrir, at mett var rættast at seta teir í stand heldur enn at skifta teir [...] eisini ætlanin at gera hinar stovurnar og at gera arbeiði liðugt uttan eisini soleiðis at skúlin tá hann er liðugt umvældur so at siga er ein nýggjur skúli. Vindeyguni skulu skiftast og sum vit skilja
vágamenn og tvørámenn, sum skjótt nærkast botninum. Í næstsíðsta umfarinum skal TB vestur í Vágar, og tá kann tað væl hugsast, at stríðið fer at standa um at sleppa undan næstniðasta plássinum og harvið [...] orkuni, og tað var lítil ivi um, at heimaliðið fór at vinna. GÍ fekk ein stóran møguleika í 2. hálvleiki, tá VB hevði fingið bæði síni mál, men maðurin, sum fekk bóltin frá málverjanum, megnaði ikki at skora [...] júst er komin heim av skipi og ivaleyst skjótt verður at síggja á trongda liðnum í 1. deild. Skipsmaðurin hevði orku at renna frá verjuni, og so vann hann nærdyst við málverjan og bólturin støkk í netið. HB-KÍ
tal, og hann var einasti maður á AGF liðnum, sum rakk so høgt. BT umrøður Óla Johannesen sum nýggja íslendingin hjá AGF, og teir endurgeva venjaran hjá AGF, Peter Rudbæk, at siga, at hann helt tað vera [...] vera frágera flott av Óla Johannesen so at siga at fara beinleiðis inn á liðið og spæla so sannførandi. BT gevur ummæli eftir trettan stiganum, og Óli Johannesen og Mads Jørgensen, sum er lítli bneiggi hjá [...] Johannesen hampuliga at. Nú hava vit havt stundir at blaða í donsku bløðunum, og vit kunnu ikki annað enn siga teimum, sum bara fylgja donsku kappingini í føroysku fjølmiðlunum, at Óli Johannesen fekk sera
bløðunum og sigur, at ætlanin ikki er at koyra Johonnu á heysin, men at hann kortini ikki hirðir at útseta málið til limirnir í felagnum hava fingið greiðu á, hvat skal gerast. Magni Eidesgaard sigur, at landsstýrið [...] við felagið um, at Johanna skuldi fáa frið. Gjaldstreytirnar skuldu vera tær somu, sum bankarnir høvdu lovað, og var hetta nevniliga, at peningurin kundi gjaldast aftur so við og við, tá tað bar til. Tí fekk [...] Hon er helst elsta slupp í heiminum, og halda teir tí, at hon eigur at verða viðurkend sum fornminni, og tískil eisini koma undir fíggjarlógina hjá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. Umborð hevur sluppin
umstøðurnar við vøllin, og so gongur tað við núverandi umstøðum. Poul Michelsen heldur fast um, at Tórsvøllur hevur fingið endaliga góðkenning frá UEFA, og at einki fer at forða fyri, at vøllurin eisini í framtíðini [...] í síðstu viku við Ítróttar-Sosialin, at tað verður føroyskur fótbóltur, sum kemur at gjalda fyri Tórsvøll, hvussu tað so enn víkir og vendir, og tí heldur hann at besta loysnin hevði verið, um FSF yvirtók [...] Hann hevur sjálvur verið í Føroyum og hugt eftir umstøðunum á Tórsvølli, og tað var hesin maðurin, sum gav loyvi til, at altjóða dystir sleppa at verða á Tórsvølli. Tað fyriliggur ikki nøkur skrivlig góðkenning
men vit vænta sjálvsagt, at nýggj avtala fer at verða gjørd, sigur Niclas Davidsen, formaður í Tofta Ítróttarfelag. Vøllurin á Svangaskarði varð tikin í nýtslu 20. oktober 1991, og hevur síðani verið vøllurin [...] í FSF, Torleif Sigurðsson, ætlar FSF sær at gera ein nýggja avtalu við Tofta Ítróttarfelag. ? Vit ætla framhaldandi at gera alt, sum er í okkara makt, fyri at vøllurin á Svangaskarði skal kunna virka, [...] í ár, hevur vøllurin á Svangaskarði verið minni nýttur, tí havnafeløgini og landsliðið hava valt at brúka vøllin í Havn. GÍ og KÍ spældu sínar Europa-Cup dystir í ár á Svangaskarði.
til viðgerðar. Orsøkirnar eru, at eg haldi tað ikki vera rætt, at landskassin skal vera við til at dýrka prísirnar á sethúsum. Tað eru vit í løtuni. Og av tí sama, so endar peningurin í skeivum lummum, sigur [...] Breckmann og Bjarna Djurholm um skattalættar. Teir hava hvør í sínum lagi lagt meg undir at bróta samgonguskjalið, av tí at eingin skattalætti er veittur enn. Teir hugsa bara ikki um, at tað kann vera búskapinum [...] er ikki tann rætta at fara at tosa um skattalækkingar nú, sigur hann. Eg haldi fast við spurningarnar um rentustuðulsskipanin virkar eftir vild, og eg haldi fast við, at vit eiga at taka hana upp til
tríggir danir fara at siga frá teirra arbeiðsgongdum og teirra royndum. Leif Madsen, skrivari hjá skattakærunevndini í Suðurstreymoy og samskipari av hesum skeiðnum, sigur, at orsøkin til, at tey hava heitt [...] hjá borgarunum. Typiska dømi er, at onkur frádráttur verður ikki góðtikin, og at inntøkan verður hækkað av somu orsøk. Tað góðtaka skattaborgararnir ikki uttan nakað, og so kæra teir, sigur Leif Madsen [...] Leif Madsen, skrivari. Harumframt telur tað eisini upp, at donsku skeiðleiðararnir eru vanir at halda skeið fyri donskum skattakærunevndum, og tískil vita hvussu slík skeið skulu fyrireikast, leggur Leif